Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐVIKAN 20 Nr. 166 • 29. august 2007 er so forbrent við magnetiskim botni. Tað frætti eg seinni. Vit høvdu hvørki ekkolod ella radara, og vit sóu ikki fram um stavn. Vegna ódnarveðrið var tað trupult hjá skiparanum at meta um, hvussu nær vit vóru komnir landi. Tá ið hann metir, at vit vóru komnir nóg nær, legði hann skipið stilt fyri at kasta loddið út. Hetta var gjørt fyri at máta dýpið. Fara á land Skipið hevði ikki meiri enn lagt stilt, tá ið eitt stórt brot legði seg yvir tað. Manningin merkti á skipinum, at tað tók botn og varð slongt eftir síðuni inn móti fjøruni. Hetta var millum Skagastrand og Siglugjørðin. Har var útgrunt, so fleiri stór brot komu og skolaðu yvir skipið, og trýstu tað longur og longur inn í fjøruna. So kom Wolfang leypandi niður. Hann tendraði sendaran og sendi neyðarkall. Hetta var klokkan 22.00 um kvøldið. Telegrafisturin á telegrafstøðini á Siglufjørðinum hevði vakt til klokkan 22.00. Seinni segði hann fyri manning- ini, at vanliga sløkti hann send ar- an klokkan 22, og fór so at lata seg í frakkan, áðrenn hann fór til hús. Hetta kvøldið var øðrvísi. Hann visti ikki hví, men hann fór fyrst eftir frakkanum og læt seg í hann. Tá ið hann er ávegis yvir móti sendaranum fyri at sløkkja hann, hoyrir hann neyðarkallið frá Havfrúnni. Tað var nú merkiligt. Hann fær samband við Wolfang, sum segði frá, at vit vóru farnir á land, men hann visti ikki akkurát hvar. Men hann metti um leið, hvar tað var, og hann helt, at tað var vestanfyri Siglufjørðin. Telegrafisturin boðar frá beinan vegin, hvussu støðan var. Fleiri skip fóru út av Siglufirði fyri at leita eftir okkum. Har vóru bæði íslendsk og føroysk skip, men líkindini vóru so vánalig, og tað var so nógv kavarok, at skipini sóu einki. Millum føroysku skipini vóru Útegg, Gulldrangur og Riddarin, har skiparin var Rudolf av Norðskála. Klokkan eitt klárnaði í. Wolfang ornaði tá at stoyta olju á eina madrassu, hanga hana upp í formastrina og seta eld á hana. Tá sóu skipini, hvar vit vóru farnir á land. Leitingarmenninar frá Siglufjørðinum vóru beinanvegin varskógvaður. Vegna ódnarveðrið fingu skipini einki gjørt fyri at hjálpa okkum. Tí mátti hjálpin koma frá landi av. Havfrúgvin var endað inni undir einum forbergi við mestsum ong- ari fjøru. Um onkur av mann ingini hevði komið livandi á land, so sluppu teir ongan veg. Vátir og kaldir Eg var í koyggjuni, tá ið skipið bar við land og varð slongdur út úr koyggjuni fram á dúrkið, meðan sjógvurin sprændi niður í lugarið. Hol kom á skipið beint har mín koyggja var. Eg varð tí bæði vátur og kaldur beinan vegin. Allir 16 menninir vóru skjótt uppi á dekkinum. Fleiri fóru beinan vegin upp í rigningin at standa, tí sjógvurin skolaði inn yvir skipið. So hvørt sum skipið kom longur inn í fjøruna, minkaðu brotini. Skipið var sterkt, men fekk tó nakað av skaða beinan vegin, tí grót var undir. Skaðarnir gjørdist fleiri og fleiri, so hvørt sum brot ini trýstu skipið longur inn í fjøruna. Fleiri vórðu standandi í rigninginum, meðan aðrir fóru niðuraftur á dekkið at standa, tá ið brotini minkaðu. Har var einki at gera hjá teimum, sum støðan var, uttan at bíða eftir hjálp, um skipið ikki fór í sor áðrenn. Teir, sum ikki vóru væl ílatnir, fingu seinni tíð og umstøður at lata seg betur í. Eg minnist hesar álvarsomu tímar væl. Eg stóð á lanternubrettinum í rigninginum alla tíðina og hugdi út í myrkrið. Fyrst og fremst hugdi eg eftir brotunum og so upp í bergið. Eg ivaðist fleiri ferðir at bara sleppa takinum, so kaldur var eg. Stjóraðir í land Skipini høvdu sum sagt sæð, hvussu støðan var og høvdu boðað bjargingarfelagnum á Siglufirði frá henni. Vegna stór kava kundu teir ikki koyra við bilum, hóast vegurin gekk nærhendis, har skipið stóð. Menninir fóru tí til gongu frá Siglufirði við línu og aðrari útgerð fyri at hjálpa okkum. Vegna tann nógva kavan tók tað teimum tímar at koma fram til skipið. Teir komu ikki fram fyrr enn kl. 8 um morgunin. Bjargingarmenninir vóru fyri reikaðir og høvdu lagt eina bjargingarætlan, tá ið teir komu á staðið, har Havfrúgvin stóð. Teir høvdu tí tikið útgerð við sær, so teir kundu lora tveir teir sterkastu menninar niður í eina torvu í berginum. Teir skuldi fáa fatur í boyuni, sum manningin hevði slept frá skipinum við ein um enda í, og sum skuldi nýt ast at hála manningina í land. Menninir, sum skuldu lorast niður, vórðu gjølla valdir út. Teir skuldu bæði hava góðar nervar og góðar kreftir. Hans Jacob Abrahamsen í Oyndafirði var annar. Hann var bestimaður við Gulldrangi, og teir vóru tilvildarliga inni á Siglufirði, tá ið hetta hendi. Hin var ein løg reglumaður av Siglufirði. Teir vórðu loraðir niður í fjøruna, har teir fingu fatur í boyuni við endanum í. Síðani vórðu teir hálaðir nakað uppaftur í berg- ið. Har stóðu teir so á einum kney sa í berginum og hálaðu alla manningina í land, ein eftir annan. Tað var fantastiskt, at vit skul- du koma burtur úr tí. Wolfang hevði bundið okkum væl í, og tí komu allir væl í land. Vóru kempur Eg minnist væl løtuna, tá ið eg varð stjóraður millum skipið og bergið. Eg var fleiri ferðir undir í teimum stóru brotunum, sum brutu inn í fjøruna. Hans Jacob og íslendingurin stóðu nakað uppi í berginum, so brotini ikki náddu upp til teirra. Eg kenni næstan á mær enn, hvussu trygt og gott tað kendist, tá ið Hans Jacob tók í meg, eftir at teir høvdu hálað hann til sín. Teir vóru kempur og gjørdu eitt kempuarbeiði. Kneysin, vit stóðu á, var so lítil, at har var ikki pláss til flei ri menn. Menninir vórðu tí bundnir í línuna, sum gekk upp á bakkan og hálaðir uppá, so skjótt teir vóru stjóraðir í land. Bergið virkaði rættiliga høgt, men hvussu høgt, tori eg ikki at siga. Eingin av manningini hevði nakað við sær uttan tey klæðir, teir vóru í. Eg minnist, tá ið allir vóru komn ir í land uttan Wolfang. Eg stóð og hugdi at. Tá fekk Havfrúgvin eitt slíkt brot. Mast- urin datt og rakti akkurát ikki bjargingarlínuna. So heldugt var tað. Datt masturin á línuna kundi tað havt forðað fyri, at Wolfang varð bjargaður. Hann slapp av skipinum, og so hálaðu teir hann í land. Wolfang var ótrúliga róligur maður. Hann var undir fleiri ferðir, tá ið hann var hálaður í land. Komandi partur Í komandi parti verður fram hald av frásøgninu um Havfrúnna eins og vit fara at hava fleiri myndir frá hesi søgu. Hetta eru slíkar sum Jógvan í Løðuni tók, tá hann í 1986 var á vitjan á Siglufjørðinum. Seinni upplivir Tórhallur enn eitt forliss, Hetta er við íslendska trolaranum Jón Baldvinsson. Men fyrst er hann til skips við Columbus við Jákup Andreas Vang. Ikki tamspógvar, men tangspógvar Her skal eisini komast við eini lítlari rætting. Í sein- asta parti varð Tórhallur endurgivin fyri at hava skot- ið tamspógvar. Tað skuldi vera tangspógvar, sum eru størri enn vanligir spógvar. Rigmor, kona Tórhall, fylti 80 ár, seinasta sunnudag. Vit ynskja henni tillukku! Hesa tøkkina sendi Føroya Vanlukkutrygging til íslendska bjargingarfelagið Slýsavarna felag Íslands aftaná vanlukkuna. Plátan hongur í kirkjuni á Siglafjørðinum Ein annar, sum var við á bakkanum var íslendingurin Sigurgeir Tórarinsson, f. 1917