mikudagur 29. august 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 166 - 29. august 2007
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ein nýggjur luksus persón
bilur, SsangYong WZ, verð
ur sýndur fram á Frankfurt
Motor Show í september.
Hóast SsangYongs hava
sedan útgávur koyrandi í
heimlandinum Korea, hava
teir higartil einans útflutt
SUV útgávur til Evropa.
Ætlanin er at koma á evro
peiska marknaðin við Ssang
yong WZ í 2009, tá bilurin
verður klárur til útflutning.
Ssangyong WZ er ein
stórur, flottur og framkomin
luksusbilur, sum helst kem
ur at kappast við luksusbil
arnar á evropeiska marknað
inum.
Kyron II
Ein onnur nýggjheit er at
Ssangyong Kyron hevur
fingið eina sonevnda faclift
bæði innan og uttan og eitur
nú Kyron II. At síggja til er
størsti munurin aftan og
framman við t.d. nýggjum
lyktum, kúfangarum og køl
aragittari.
Umframt 2.0 litra comm
onrail dieselmotorin við
141 hk, fær Kyron II eisini
ein 2.7 litra commonrail
dieselmotor við 165 hk og
einum
snúningsmomenti
upp á 340 Nm (sami motor
ur sum eisini fæst til Ssang
yong Rexton). Undirvognur
in er eisini broyttur til fra
ma fyri munandi betri kom
fort og koyrieginleikar.
Ssangyong nýggjheitir í Frankfurt
Ssangyong nýggjheitirnar á Frankfurt Motor Show í september verða fleiri, m.a. ein heilt nýggjur luksus
sedan, Ssangyong WZ, sum kemur á evropeiska marknaðin í 2009, og Ssangyong Kyron, sum hevur fingið
eina sonevnda facelift
Ssangyong gera eisini ein størri luksusbil Ssangyong Chairman
Ssangyong Kyron hevur fingið eina sonevnda faclift við t.d. nýggjum lyktum, kølaragittari og
kúfangara og eitur nú Kyron II
Eisini aftan er Kyron broyttur við t.d. nýggjum lyktum og kúfangara
Luksus persónbilurin, SsangYong WZ, verður sýndur fram á Frankfurt Motor Show í september
bilar