Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 OFFSHORE EUROPE 2007 Sosialurin 29. august 2007 Runavíkar kommuna verður við á føroyska felagsbásinum á oljuráðstevnuni í Aberdeen, 4. og 5. september. Tað verður stjórin fyri Runavíkar havn, Jón Rosenblad, sum fer at umboða kommununa á básinum. Klæmint Østerø er formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu. Sum grundútbúgving er hann maskinverkfrøðingur, men hann hevur eisini lisið tað, sum á fakmáli verður rópt offshore konstruktión við serfrøði innan flótandi boripallar. Undir landi - Vit plaga at vera betri mannaðir á slíkum oljuráðstevnum, nú oljuútgerðarhavnin og Atlantic Supply Base liggur í okkara kommunu. Vit plaga soleiðis eisini at hava umboð fyri ”politiska systemið” við. Men tað er dýrt at senda fólk avstað, og spurningurin er, um tað er neyðugt hesaferð, nú flestu avtalur í sambandi við komandi leitiboringina eru komnar upp á pláss. Hann sigur, at ein hópur av fólki, bæði framsýnarum og vitjandi, eru í Aberdeen, meðan oljuráðstevnan er, og hetta ger, at torført er at fáa innivist á hotelli. Haraftrat kemur, at hotellini seta prísirnar upp í gjøgnum, tá eftirspurningurin eftir kømrum er so stórur. - Aberdeen og Stavanger skiftast um at skipa fyri hesi ráðstevnu, og eg haldi, at hjá okkum føroyingum er við árunum meira at fara eftir í Stavanger enn í Aberdeen. Eg haldi, at tað er lættari hjá okkum at fara til Stavanger og fáa nakað burtur úr, enn tað er at fara til Aberdeen. Feløgini í Noregi liggja okkum nærri enn tey í Bretlandi, eisini Statoil, og nú tey áhugaverdastu økini flyta seg norðureftir, talar hetta eisini fyri, at áhugin flytir seg tann vegin. Klæmint Østerø vísir á, at eisini Shell hevur flutt sína skrivstovu innan frálandavinnu og útgerð til Stavanger. Meira áhugavert - Eg haldi, at tendensurin er, at feløg so smátt byrja at rigga av í Aberdeen, tí býurin gerst minni og minni áhugaverdur, sam- stundis sum áhugin veksur norðari á havinum. Orsøkin er, at so hvørt, sum olju-og frálanda- virksemið veksur norðanfyri, gerst tað ov langt at sigla til Aberdeen. Hann heldur, at henda gongdin ger tað uppaftur meira áhugavert hjá okkum føroyingum, sum Føroyar kunnu koma í – Føroyar kunnu koma at sita í eini lykla­ støðu, nú olju­og frálandavirksemi flytir seg norðureftir. Eg vænti, at vit við tíðini fara at merkja hetta við veksandi og støðugari aktiviteti innan flutning, útgerð og tænastu. Vit eiga at síggja positivt upp á hesa gongd, sigur havnanevndarformaðurin í Runavíkar kommunu, Klæmint Østerø - Eg havi ongantíð ivast í, at olja í rakstrarverdum nøgdum fer at verða funnin í føroyskum øki. Spurningurin er bara, nær tað verður – og ikki um tað verður. Vit vita longu nú, at aktivt kolvetni er í føroysku undirgrundini, sigur Klæmint Østerø, sum er maskinverkfrøðingur við sergrein í flótandi boripallum Mynd: Vilmund Jacobsen OffshOre eurOpe Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo