Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin 20. apríl vardi Eilif Gaard, lívfrøðingur, doktor philos ritgerð við Universitetið í Tromsø. Ritgerðin hevur heitið “The plankton community structure on the Faroe shelf ”. Hon lýsir æti á føroyska landgrunninum, hvørji viðurskifti í um- hvørvinum ávirka vøkstur av æti og hvussu broytingar í æti kunnu síggjast aftur í tilgongd og vøkstri av fiski og sjófugli á landgrunninum. Eilif Gaard starvast á Fiskirannsóknarstovuni, har hann hevur kannað æti á føroyska landgrunninum og hvussu broytingar í ætinum hava ávirkað fisk og sjófugl. Gróðurin á landgrunninum føðir nøringina og vøksturin av smáum djóraæti, ið aftur er føði hjá fiskalarvum og - yngli, t.d. av toski, hýsu og nebbasild. Eisini er gróðurin føði hjá botndjórunum á landgrunninum. Gróðurin kann vera rættiliga ójavnur ymisk ár, og týðiligt samband er ímillum, hvussu nógvur gróður er, og nøring og vøkstur av fiski og sjófugli. Tey árini, tá gróðurin var lítil, kom lítið undan av fiski og sjófugli. Samstundis kom lítið undan av føði teirra, og vøksturin var lítil. Hinvegin kom sum heild meira av fiski undan tey árini, tá nógvur gróður var, meira var av føði, og fiskurin og sjófugurin vaks eisini betur tey árini. Ritgerðin lýsir samband- ið ímillum tey einstøku lið- ini í føðiketunum og møgu- ligar orsøkir til broyting- arnar millum árini. Doktari í æti SAMGONGUSTEV OG NÝVAL Jan Müller Úttalilsini hjá forkvinnuni í Sjálvstýrisflokkinum, Helenu Dam á Neystabø í Sosialinum fyri páskir um møguleikan fyri nývali, um stevið í samgonguni ikki batnaði, hava fingið næst- formannin í flokkinum, Sámal Petur í Grund uppá bakbeinini. Hann vil í hvussu er ikki sjálvur kenn- ast við sjónarmiðini hjá forkvinnu síni, tí sum hann málber seg: – Hetta hevur als ikki verið viðgjørt í flokkinum, og tí má tað standa fyri hennara egnu rokning. – Eg kann ikki taka undir við at fara út í eitt nýval nú. Eg skal ikki siga, at tað forkvinnan meldar út við ikki er skilagott. Tí er tað so, at alt flýtur út og flokk- arnir í samgonguni ikki kunnu semjast meira, so eigur man at útskriva nýval sigur Sámal Petur í Grund, sum annars ikki heldur, at nakar annað tekur yvir í Tinganesi, nú tað er so stutt eftir av skeiðinum. Sámal Petur í Grund hev- ur ikki gloymt, hvussu óheppið tað var at fáa eitt nýval heilt ófyriskipað á vári fyri trimum árum síð- ani. – Fer man nú aftur í eitt líknandi nýval, har ein nýggj samgonga skal taka sær av fíggjarlóg ol. so verður tað bara ein eins ring støða sum tá. Lands- stýrismaðurin heldur ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevði atkvøtt fyri einum nývali nú, um ikki hinir samgonguflokkarnir eisini gjørdu tað. – Men hví skal forkvinn- an í tínum flokki tá fara út og tosa um nýval – er tað bara fyri at markera flokk- in? – Eg veit tað ikki, men eg havi bara hoyrt hetta í pressuni sigur Sámal Petur, sum ikki dylur yvir, at hann gjørdist eitt sindur kløkkur av at síggja hesi úttalilsini hjá forkvinnu síni. – Eg haldi tað er rættiliga drast- iskt nú at fara út og rógva uppundir nýval. Hetta er so mín persónliga áskoðan. Ikki semja í Sjálvstýrisflokki um nýval Mari Boine úr Sámalandi syngur saman við russisku Innu Zhelannay og Sergey Starostin á nýggjari fløgu, sum kenda týska plátufelagið Jaro gevur út TÓNLEIKUR Birgir Kruse Sámaland: Sámiska sang- arinnan Marie Boine er frammi við nýggjari fløgu, sum plátufelagið Jaro gev- ur út. Hetta felag er millum tey fremstu, ið fáast við so- nevndan world music. Tað er fólkatónleikur, sum um- framt at verða bæði sið- og staðbundin, eisini er ný- skapandi og endurspeglar rák, sum eru í nútíðar rútm- iskum tónleiki. Eitt hitt besta aktuella dømi um føroyskan tónleik av hesum slagi er bólkurin Ivory. Og undan teimum bólkurin Enekk. Nýggja fløgan við sám- isku Mari Boine rópast Winter in Moscow og er longu komin á top 10 listan yvir mest spældu fløgur hjá evropeisku útvarpsstøðun- um, sum rópast World Music Charts Europe. Dag- liga kann hesin listi lesast á www.wmce.de Tað var norski útvarps- maðurin Sigbjørn Nedland, sum í 1992 fekk samband í lag millum sámisku Mari Boine og russisku Innu Zhelannaya. Hetta árið hitt- ust sangarinnur í Moskva, haðani upptøkurnar, sum eru gjørdar til útvarpsbrúk, stava. Tær eru nú tøkar hjá almenninginum á hesi nýggju Jaro-fløgu. Síðani hesar áhugaverdu »live« upptøkur vórðu gjørdar, er so mangt hent. Sámiska Boine gjørdist kend við sámiskum tón- leiki, sum knýtti gamla joikin til nútímas ljóðføri og stev, eins og russiska Zhelannaya stovnaði egnan bólk, The Farlanders, sum eisini spælir siðbundnan russiskan fólkatónleik, men við avgjørt modernaðum kryddi. Undan hesum bólki, sang og spældi Inna Zhelannaya í russiska rokkbólkinum Alliance. Seinni medvirk- aði hon í plátuni hjá Peter Gabriel »One World«, har eisini Marie Boine varð við, og í 1996 sang Inna russiskt í Atlanta, tá olymp- isku summarleikirnir vórðu settir. Sergey Starostin, sum er við í russiska bólkinum The Farlanders, syngur eisini á nýggju fløguni hjá Mari Boine. Umframt at syngja og savna vísur, spælir Ser- gey klarinett og hevur verið við í The Moscow Art Trio. Á fløguni Winter in Moscow eru 8 sangir, bæði russiskir og sámiskir. Boine á Jaro Nr. 76 - 21. apríl 2001 11 gult11 cyan11 magenta11 svart11 10 Nr. 76 - 21. apríl 2001 gult10 cyan10 magenta10 svart10 Tekningarseðil til familjulegurnar Um Gud vil,er ætlanin aftur í ár at hava familjulegur í Zarepta í Vatnsoyrum. Av tí,at pláss bert er fyri 25 familjum á hvørji legu,er møguleiki at hava tvey ynski á tekningarlistanum. Eru ivaspurningar,ber til at ringja til Ragnfríð Kannuberg,tlf.447708. Fyllið seðilin út sum skjótast,og tit frætta aftur í góðari tíð. Tekningarseðilin skal sendast til: Ragnfríð Kannuberg, Postboks 201, 600 Saltangará. -2001 Familjulegur 2001 Ynski 1 Ynski 2 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Familjulega 1 Leyg.26.05.–Fríg.01.06. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Familjulega II Leyg.02.06.–Fríg.08.06. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Familjulega III Leyg.09.06.–Fríg.15.06. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Familjulega IV Leyg.16.06.–Fríg.22.06. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Familjulega V Sun.19.08.–Leyg.25.08. Navn/Nøvn á foreldrum: ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tlf.: Gøta: Bygd/býur: ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Navn og aldur á børnum: ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Viðmerkingar: SJÓNLEIKUR Birita Andreasen Á Gamla Meirarínum spæla tey enn »Eitur nakað land Week-end?«, og sunnudagin 22. apríl verður ein serlig sýning í samband við altjóða sálarheilsuárið. Tað er alheimsheilsu- stovnurin WHO, sum hevur kosið ár 2001 til altjóða sál- arheilsuár, og í hesum sam- bandið hevur felagið Sinn- isbati saman við psykiatr- isku deild á landssjúkra- húsinum tikið stig til at kasta ljóskastaran á støðu teirra sálarsjúku í Føroyum. Fleiri tiltøk hava longu verið, og nú í vikuskiftinum fer Gríma at spæla eina sýning av leikinum hjá Jóanes Nielsen, sum júst fer fram á eini stongdari deild á sinnissjúkrahúsið. Hugskotið til at hava eina sýning í samband við sálar- heilsuárið, er partvís komið frá tí, at Gríma hevur fingið sera góðan stuðul til leikin frá tveimun sjúkrasystrum á psykiatrisku deild, við- víkjandi gransking. – Vit vilja fegin geva okkurt aftur, sigur Jenny. Stuðul til upplýsing – Vit vilja sjálvi at pening- urin skal fara til upplýsandi arbeiðið, tí at man veit so lítið um hetta. Tað er ikki so lang tíð síðani, at vit fingu tey sálarligt sjúku aftur til Føroyar, sum fyrr blivu send av landinum, sigur Sólrun. Sjónleikarnir fáa ikki fasta løn, men verða lønt eftir hvørjari sýning. Hetta merkir at øll arbeiða ókeypis sunnudagin, men tað hevði eingin nakað ímóti. – Øll søgdu beinanvegin ja, sigur Jenny. Allur ágóðin av sýningini skal fara til upplýsandi til- far um sálarsjúku til ung- dóm og skúlabrúks. At- gongumerkini kosta 100 krónur, men møguleiki verður eisini fyri at lata eyka stuðul. Sera góð undirtøka Síðani frumsýningina 17. mars hava gott 2500 fólk sæð leikin. Tað er sera nógv, og hjá Grímu siga tey, at tey ongantíð áður hava fingið so góð ummæli. Komandi viku verða sýn- ingar á Meiarínum miku- dagin og hósdagin klokkan 20.00, leygardagin klokkan 18.00 og sunnudagin klokkan 16.00. Framvegis vitja nógv fólk sýningarnar. – Sum nú er, so sær ikki út til at vit enda enn, sigur Jenny. Week-end á pallin fyri sálarheilsuárið KAPPING Birita Andreasen Veðrið var av tí besta, og nógv fólk vóru komin sam- an í Kollafirði 2. páskadag, til árligu seyðahunda-kapp- ingina. Tað er Seyðahundafelag- ið, ið skipaði fyri kapping- ini í Kollafirði. Felagið hevur 120 limir, og við í kappingini í ár vóru 8 lut- takandi hundar, við 6 eigar- um. Kvikastur gjørdist hund- urin Snar hjá Jónleif Sól- sker. Eftir Snar kom Absa- lon Hansen við Cap, sum eisini gjørdist nummar trý við Tanju. Nummar fýra varð aftur Jónleif Sólskerð, hesuferð við Leiku. Síðani komu Poul Falkvard við Jack, Kjell Nattestad við Chief, Rene Hansen við Scott og Jákup Joensen við Floy. Dómarar vóru Hans Joensen og Dánjal Jákup í Brekkunum. Góð undirtøka Bøurin í Kollafirði er frið- aður, og Seyðahundafelag- ið leigar stykkið til kapp- ingina frá Royndarstøðini. Kappingin, ið er bygd upp eftir altjóða reglugerð, gekk av tí besta. Hetta er annað árið á rað at Seyðahundafelagið skip- ar fyri kappingini, og heilt fitt av fólki vóru eisini komin at hyggja. – Áhugin fyri kappingini er hampuliga stórur, heldur Jónleif Sólskerð. Væleydnað Seyðahundakapping