Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 21. apríl 2001 13 gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 76 - 21. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 – Bæði í Javnaðar- flokkinum og Sam- bandsflokkinum eru nýggir tónir at hoyra í sjálvstýrismálinum og tað ger, at næst- formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum ikki útihýsir eina sam- gongu við BC og D eftir valið. LØGTINGSVALIÐ 2001 Jan Müller – Sjálvstýrisflokkurin vil fegin eftir eitt komandi val vera tann, sum framhald- andi hevur leiklutin at byggja brúgv millum høgra og vinstra og aðrar mót- setningar – eins og hann hevur gjørt so leingi. Hetta sigur næstformaðurin í flokkinum Sámal Petur í Grund, nú m.a. seinastu vcljarakanningar hava víst, at flokkurin eftir eitt val aftur kann koma í eina lyklastøðu eins og hann gjørdi eftir seinasta val. Hann vísir tó á, at flokk- urin hevur gjørt eina sam- gonguavtalu fyri fýra ár, men eftir tað tvs. um eitt ár, stendur flokkurin fullkomi- liga fríur. Fær samgongan meiriluta eftir eitt komandi val, so sær landsstýrismað- urin onga orsøk til, at hon ikki kann halda fram, tí hon hevur sett út í kortið fleiri stórmál, ið arbeiðast skal víðari við. Sámal Petur í Grund heldur tað tó vera sera umráðandi ikki at útiloka nakran samstarvsmøgu- leika við aðrar flokkar eitt nú Javnaðarflokkin. –Tað hevur verið sagt fleiri ferð- ir, at vit eftir seinasta val ikki vildu hava Javnaðar- flokkin við í eina sam- gongu. Hetta hevur ongan- tíð verið uppá tal frá okkara síðu. Tað vóru onnur við- urskifti, sum gjørdu, at verandi samgonga gjørdist veruleiki. Næstformaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum heldur annars, at signalini, sum eru komin frá Javnaðar- flokkinum í seinastuni, har hann tykist vilja arbeiða seriøst við sjálvstýrismál- inum, eru rættiliga positiv. – Tað samstarv, sum eg havi havt við Javnaðarflokkin eitt nú í Rættarnevndini hevur verið sera gott. Út frá hesum kann eg sjálvur bara siga, at Sjálvstýrisflokkurin er opin fyri samstarvi til allar síður. – Nú nevndi formaðurin í Javnaðarflokkinum í sam- røðu við blaðið herfyri, at hann út frá seinastu velj- arakanningini fegin sá eina samgongu millum Javnað- arflokkin, Sambandsflokk- in og Sjálvstýrisflokkin eft- ir næsta val. Hvørja mein- ing hevur tú um tað? – Um tað verður meirilut- in eftir valið, so haldi eg tað er upplagt. Men hinvegin stúri eg eitt sindur fyri, hvat verður av málinum um full- veldi. Ikki so nógv fyri Javnaðarflokkinum, men meira fyri Sambandsflokk- inum. Sámal Petur í Grund vísir á, at skal Sambandsflokk- urin hava møguleika at gera vart við seg eftir valið tvs. fáa ávirkan, so má hann koma við umborð á sjálv- stýrisvognin. – Eg trúgvi heldur ikki, at Javnaðar- flokkurin fer at góðtaka samarbeiði við Sambands- flokkin, um ikki flokkurin fer longur á sjálvstýrisleið. Annars heldur Sámal Petur í Grund, at tað við leiðsluskiftinum í Sam- bandsflokkinum tykjast at vera nakrir nýggir tónar, sum benda á, at man ynskir broytingar í sambandi við framtíðarstøðu Føroya. – Nýggja forkvinnan hevur jú sjálv boðað frá, at nú skal flokkurin vera til at tosa við, og hetta má sigast at vera ein upprøtt hond til samstarv eisini við flokkar, sum vilja koma longur á sjálvstýrisleið. Sámal Petur í Grund ivast eisini í, um linjan hjá fyrrverandi for- manninum hevði tryggjað Sambandsflokkinum pláss í eini nýggjari samgongu. SAMGONGUSTEV OG NÝVAL Jan Müller Úttalilsini hjá forkvinnuni í Sjálvstýrisflokkinum, Helenu Dam á Neystabø í Sosialinum fyri páskir um møguleikan fyri nývali, um stevið í samgonguni ikki batnaði, hava fingið næst- formannin í flokkinum, Sámal Petur í Grund uppá bakbeinini. Hann vil í hvussu er ikki sjálvur kennast við sjónarmiðini hjá forkvinnu síni, tí sum hann málber seg: -Hetta hevur als ikki verið viðgjørt í flokkinum, og tí má tað standa fyri hennara egnu rokning. – Eg kann ikki taka undir við at fara út í eitt nýval nú. Eg skal ikki siga, at tað forkvinnan meldar út við ikki er skilagott. Tí er tað so, at alt flýtur út og flokk- arnir í samgonguni ikki kunnu semjast meira, so eigur man at útskriva nýval sigur Sámal Petur í Grund, sum annars ikki heldur, at nakar annað tekur yvir í Tinganesi, nú tað er so stutt eftir av skeiðinum. Sámal Petur í Grund hevur ikki gloymt, hvussu óheppið tað var at fáa eitt nýval heilt ófyriskipað á vári fyri trimum árum síðani. -Fer man nú aftur í eitt líknandi nýval, har ein nýggj samgonga skal taka sær av fíggjarlóg ol. so verður tað bara ein eins ring støða sum tá. Lands- stýrismaðurin heldur ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevði atkvøtt fyri einum nývali nú, um ikki hinir samgonguflokkarnir eisini gjørdu tað. – Men hví skal forkvinn- an í tínum flokki tá fara út og tosa um nýval – er tað bara fyri at markera flokk- in? – Eg veit tað ikki, men eg havi bara hoyrt hetta í pressuni sigur Sámal Petur, sum ikki dylur yvir, at hann gjørdist eitt sindur kløkkur av at síggja hesi úttalilsini hjá forkvinnu síni. – Eg haldi tað er rættiliga drastiskt nú at fara út og rógva uppundir nýval. Hetta er so mín persónliga áskoðan. POLITIKKUR & SAMFELAG Ikki semja í Sjálvstýrisflokki um nýval Upplagt við BCD samgongu um flokkarnir fáa meiriluta Sámal Petur í Grund ikki samdur við forkvinnu sína um nýval www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo F A R O D A N E S K E I Ð S T O VA N KVAS KVAS R R T L F 3 2 0 2 0 4 http://kvasir.farodane.fo Grundskeið í teldunýtslu Skeið til tín, ið vil í holt við at nýta teldu Hetta skeið er smíðað til tín, ið ikki hevur royndir við teldunýtslu frammanundan. Tú lærir fyrst at handfara telduna og síðani at arbeiða við telduforritum og data - eitt nú at goyma og lesa inn aftur. 4 x 4 frálærutímar: mán 30-04-2001 . mán 07-05-2001 . mán 14-05-2001 . mán 21-05-2001 Seinnapartsskeið: kl. 13.30-15.30 Kvøldskeið: Eingin forkunnleiki krevst - vit byrja frá grundini FARODANE 04-01 kl. 19.00-22.00 Bakkafrost á Glyvrum fer at loka alla fram- leiðsluna á virkinum inni. Útbyggingin fer væntandi í gongd í heyst, men fer helst at vara eini fimm ár ella so VINNUMÁL Edvard Joensen Bakkafrost á Glyvrum er í støðugari menning, og ein- ar tíggju miliónir krónur verða hvørt ár brúktar til út- byggingar. Seinni í ár verð- ur farið undir eina ætlan, sum skal leggja alt virk- semið á virkinum undir tak. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at fyrsta stig í byggiætlanini, sum nú verður farið undir, er at byggja ein 1.300 fermetra stóran bygning norðan fyri verandi virki. Hesin nýggi bygningurin fer at standa oman og niðan og verður fastur í verandi bygningum. Kryvjivirkið hjá Bakka- frost fer at flyta í hendan nýggja bygningin, og har verður so ein kryvjideild burturav. Sum er liggur kryvjivirkið við síðuna av laksaportións framleiðsl- uni. Tá kryvjingin verður flutt, verður betri pláss til portiónsframleiðsluna, sum tá verður víðkað, sigur Regin Jacobsen. Hendan útbyggingin, sum væntandi fer at byrja einaferð seint í heyst, er fyrsta stig av trimum í teirri byggiætlanini, sum Bakka- frost skal ígjøgnum. Annað byggistig verður ein høll aftrat sunnan fyri verandi virki. Hon skal hýsa allari avskiping. Tá tann bygningurin er liðug- ur, verður øll avskiping, lossing og lasting yvirhøv- ur eisini gjørd undir taki. Triðja byggistig umfatar starvsfólkarúmini á virkin- um. Eitt nú nýggja mat- stovu, umklæðingarrúm og tílík rúm, sum arbeiðsfólk- ið nýtir, sigur Regin Jac- obsen, stjóri á Bakkafrost. Handilsfyritøkan P/F Klement Petersen í Saltangará fer at byggja nýggja goymsluhøll á ídnað- arøkinum á Rituvík- arhálsi VINNUMÁL Edvard Joensen Tað er vorðið ov trongt í verandi handilsbygningi hjá P/F Klement Petersen í Saltangará, og ikki er gjørl- igt at byggja út á staðnum. Tí verður farið á ídnaðarøk- ið á Rituvíkarhálsi at byggja eina goymsluhøll. Símun Mittún, stjóri í P/F Klement Petersen, sigur, at talan er um eina goymslu- høll í tveimum hæddum, sum hvør verður 1.000 fer- metrar til víddar. Hann er einki fyri at nevna nakran prís soleiðis, men sum skilst á honum, verður hann helst meira enn tvær mill- iónir krónur. Byrjað verður at reisa høllina í næstu viku, væntar Símun Mittún, og er so ætl- anin at klárt skal vera at flyta inn einaferð í summar. Í fyrsta umfari verður høllin bara innilokað og bjálvað, so hon kann brúk- ast til goymslu. Handilin fer framvegis at halda til í verandi bygningi í Saltangará, sigur Símun Mittún, Men hann útilokar als ikki møguleikanum fyri, at alt virksemið verður flutt yvir á Háls einaferð í fram- tíðini. – Tað er ikki so langt hjá okkara kundum at koyra eina tríggjar kilometrar aftrat, heldur hann og sipar til, at fólk, sum fara at keypa køk ella hvítvørur koma oftast í bili og mang- an langvegis frá kortini. Og at handilin eisini verður fluttur kundi okkurt bent á. Símun Mittún sigur, at P/F Klement Petersen hevur játtan upp á at sleppa at byggja eina høll aftrat á ídnaðarøkinum á Rituvík- arhálsi. Men tað verður so ikki beinanveg, sum hann tekur til. P/F Klement Petersen er ikki einasta fyritøkan, sum ætlandi fer at byggja á ídn- aðarøkinum. Av kommunu- skrivstovuni verður sagt, at ein vvs fyritøka hevur ætl- anir um at byggja har, eins og eini tvey grundstykki eru løgd av til smærri bygn- ingar eisini. Annars eru góðir møgu- leikar fyri víðkan av ídnað- arøkinum. Kommunan eig- ur stórt øki suður frá tí ver- andi, sum skjótt er at gera klárt. Bakkafrost byggir út Nýggj goymsluhøll á Rituvíkarhálsi Bakkafrost fer at byggja ein nýggjan bygning á økinum norðan fyri verandi virki. Eitt sindur skal fyllast út, fyri at fáa pláss fyri bygninginum Mynd: Edvard Joensen Soleiðis fer Bakkafrost at síggja út, tá alt virksemið er lagt undir tak Nakað av tilfarinum til nýgju goymsluhøllina er komið at liggja á ídnaðarøkinum á Rituvíkar- hálsi Mynd: Edvard Joensen