leygardagur 21. apríl 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 • leygardagur • 21. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Teitur fingið
sáttmála
Lesið á síðu 6-7
100 teir bestu
Í Føroyum verða
djór betur vard
enn børn
- Er ivamál um foreldur eru egnað at uppala
síni børn, er tað oftast foreldrarætturin sum
vinnur fram um, hvat er best fyri barnið. Alt
ov fá standa fram og tosa fyri okkara børnum
í Føroyum, alt ov lítil atlit verða tikin til tey,
og ofta eru tey í sorli áðrenn nakað verður
gjørt, sigur Sólrun Jacobæus, sum eftir sjey
ár fer frá sum leiðari á Føroya Barnaheimi
Nýggi vøllurin
tikin í brúk
…Og so tustu idolini frá 50’unum inn á
nýggja vøllin. Soleiðis skrivaði Sosialurin
fyri 25 árum síðani – tann 21. apríl 1976.
Annan páskadag hetta árið, tann 19. apríl, var
ovari fótbóltsvøllurin í Gundadali tikin í
nýtslu
Venna Mortensen úr HB og Hans Jacob Egholm
úr B36 í oldboysdysti í Gundadali 19. apríl 1976 -
tá vøllurin varð tikin í nýtslu
Amerikanska tónleikaritið Rolling Stone og MTV America hava talað. Við útgangsstøði í The Beatles
og teirra lending í Amerika, halda tey seg vita, hvørjir hundrað teir bestu poppsangirnir eru frá 1964
og frameftir. Tað finst helst ongin lesari, sum tekur undir við hesi raðfesting. Listin berur eisini
greiðar ábendingar um, hvussu ymiskt Evropa og Amerika raðfesta løg. Við føroyskum oyrum
munnu fleiri av løgunum kennast sum tann reina tokutala. Lesið her kortini, hvussu 10 tey fremstu
løgini sóu dagsins ljós
14
Nr. 76 - 21. apríl 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Svartkjafturin er komin í
føroyskan sjógv og fleiri
bátar liggja og bíða eftir
landingartørni á øðrum
túrinum. Krúnborg lá á
Havnini í gjár fullfermdur
av svartkjafti. Hon verður
landað
leygarkvøldið.
Christian í Grótinum varð
landaður í gjár.
– Svartkjafturin hevur
tikið seg upp á eini leið
beint innanfyri føroyska
fiskimarkið í ein útsynning
úr Munkinum. Á leiðini
royna umframt teir før-
oysku, átta russar, ein norð-
maður og ein dani. Ongin
íslendskur
bátur
er
í
føroyskum sjógvi, sigur
vakthavandi á Vaktar og
Bjargingartænastuni.
Svartkjafturin
stendur
tættur. Teir stóru bátarnir,
sum taka yvir 2000 tons
royna ikki meir enn tvey
samdøgur, so eru teir full-
lastaðir. Nú svartkjafturin
er komin í føroyskan sjógv
er útliðið og kvotan er farin
at
minka.
Vakthavandi
roknar við, at norðmenn
veðra sendir til hús einaferð
miðskeiðis í mai. Føroying-
ar eru ikki undir kvotu-
skipan í føroyskum sjógvi
og kunnu royna nakað
longri. Tað gjørdu teir eis-
ini í fjør. Tað er TAC ella
mest loyvda veiða ásett fyri
svartkjast.
Norðborg er á veg til
Eskifjørðin í Íslandi at
selja. Tróndur í Gøtu er á
veg heim við fullari last.
Jón Sigursson er á triðja
túrinum í Leirvíkini í
Hetlandi og landar. Mót-
tøkumøguleikarnir eru ikki
so góðir í Hetlandi, at tað
loysir seg hjá teim størru
nótabátunum at landa har.
Jón Sigurdsson er ein at
teim minni nótabátunum,
hann tekur 800 tons.
Russar eiga eitt systur-
skip til Christian í Grótin-
um. Tað roynir eisini í før-
oyskum sjógvi eftir svart-
kjafti, men virkar ikki
fiskin umborð. Teir hava
landað í Íslandi. Onkran
túrin í fjør landaðu teir
eisini hjá Havsbrún.
Næraberg liggur úti og
virkar umborð saman við
sjey russiskum trolarum.
FISKIVINNUTÍÐINDI
Fiskiskapurin
í
Barentshavinum hevur
seinastu trý árini ligið á
einum jøvnum støði.
Men broytingar eru í
hvussu fiskurin verður
viðgjørdur. Í fjør vóru
93.900 tons av toski úr
Barentshavinum landað
í Norður Noregi. Harav
26.800 tons landað av
útlendskum skipum, ser-
liga russiskum. Meðan
norðurnorsk fiskavirki
undanfarin
ár
hava
virkað eini 80 prosent at
veiðuni útlendsk skipa
leggja upp, er hetta nú
lækkað við eini helvt.
Toskurin hjá russum
verður nú frystur í stór-
um frystihotellum og
síðan sendur víðari til
Kanada og Kina til
víðari virking.
Myndugleikarnir
í
Russlandi eru sera sinn-
aðir í at fáa russisk skip
at landa í Ruslandi. Men
hetta verður neyvan í
nærmastu framtíð, tí
prísurin er nógv hægri
venstafyri.
Javnur fiskiskapur
í Barentshavinum
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Í 1992 vóru veðhaldsskyld-
ur landskassans 1,5 milli-
ardir krónur og hav átti
vinnulívið og serliga fiski-
flotin 454 milliónir krónur.
Veðhaldaskyldurnar hjá
landskassanum í vinnulív-
num
eru
minkaðar
rættuliga skjótt seinastu 10
árini. Í 1995 vóru veð-
haldini komin niður á 100
milliónir og í dag eru tey so
at siga burtur, tað standa
sjey milliónir eftir.
Veðhaædsskyldur lands-
kassans eru í dag 242 milli-
ónir, harav eiga kommun-
urnar størsta partin, 157
milliónir
krónur,
veit
Hagstovan at siga.
Fiskimenn í Suðurno-
regi bera ótta fyri, at tað
kann enda galið, verður
minstamarkið á toski
ikki sett upp. Í løtuni er
minsta markið 30 senti-
metur, ella sum ein lítil
greipufiskur.
– Fyri 10 árum síðan
skutu vit upp, at seta
minsta markið til 42
sentimetrar, men hesum
steðgaði Fiskarídirek-
toratið, sigur Trygvi
Bjørnerem
í
Fylkesfiskerlaget Sør til
Intrafish.
Støðan
hjá
toska-
stovninum í Norðsjó-
num er so ring nú at
vandi er á ferð og kring
allan Norðsjógvin er eitt
ynski
um
at
víðka
meskavíddina, fyri at
steðga skeivu gongdini.
Øll fiskimannafeløgini í
Vesterålen siga korta nei
til royndarboringar og
aðra oljuleiting útfyri
Norðurnoregi.
Hetta
skrivar norska blaðið
Vesterålen.
Fiskimenninir halda,
at fiskiveiða og olju-
vinna kann ikki virka
saman og teir vísa til at
granskarar hava víst á, at
evni, sum oljuvinnan
koyrir á sjógv kann
ávirka evnini hjá fiski at
nørast.
Norski stovnurin, Stat-
ens Strålevern, óttast
ikki fyri at kjarnorku-
burturkast verður flutt úr
Vestureuropa og fram
við norsku strondunum
til Russland í nærmastu
framtíð.
Russiska tingið, Du-
main, samtykti miku-
dagin eina lóg sum ger
tað møguligt at innflyta
kjarnorkuburturkast og
endurvinna hetta, skriv-
ar Intrafish.
– Russum tørvar ein
marknaða, skal hesin
dreymur gerast veru-
leiki. Tað vil siga, at
teimum tørvar onkran,
sum er villigur at keypa
hesa tænastu. Eg dugi
ikki at ímynda mær nak-
að
vesturevropeiskt
land, ið vil senda kjarn-
orkuburturkast til Russ-
lands, soleiðis sum støð-
an er í dag. Russar
megna ikki sjálvur at
beina sítt egna kjarn-
orkuburturkast av veg-
num, hvussu skulu teir
so klára kjarnorkuburt-
urkastið hjá vesturheim-
inum,
sigur
Erling
Stranden, Statens Stråle-
vern við Intrafish.
Hann vísir eisini á, at
um vestureuropa fór at
útflyta kjarnorkuburtur-
kast til Russland, so er
óttin fyri eini vanlukku
við norsku strendurnar
heilt yvirdrivin. Tang-
arnir við burturkasti,
tola eitt nú eld, ella um
teir søkka á botn og teir
kunnu takast upp aftur
seinni, sigur hann. Hann
leggur afturat, at óttin er
meira av psykologiskum
slag, og hesin kann eitt
nú
ganga
út
yvir
fiskaútflutningin.
Minsta mátið ov lítið
Nei til oljuleiting
Óttast ikki russiska
kjarnorkusamtykt
Svartkjaftarok undir Føroyum
Okkara myndamaður fastlæsti hesa myndina av Krúnborg, tá hon lá fulllastað við nýggju bryggjuna á Viðanesi og bíðaði eftir
landingartørni í Fuglafirð. Byrjað verður at landað í kvøld
Mynd: Jens Kr. Vang.
Onki alment
veðhald í
fiskiflotanum
Talvan sýnir veðhaldsskyldur
landskassans seinastu níggju árini