leygardagur 21. apríl 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult17 cyan17 magenta17 svart17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
…Og so tustu idolini
frá 50’unum inn á
nýggja vøllin. Soleiðis
skrivaði Sosialurin
fyri 25 árum síðani –
tann 21. apríl 1976.
Anann páskadag
hetta árið, tann 19.
apríl, var ovari
fótbóltsvøllurin í
Gundadali tikin í
nýtslu
25 ÁR SÍÐANI
Sosialurin
2. páskadag var nýggi
fótbóltsvøllurin í Gunda-
dali tikin í brúk. Í hesum
sambandi vórðu tveir dyst-
ur millum HB og B36
spældir. Annar var millum
tvey oldboyslið og hin
millum 1. deildarliðini hjá
báðum feløgunum.
Oldboysdysturin endaði
við javnleiki 0-0. Á liði-
num vóru fleiri av teimum
gomlu spælarunum frá
1950’unum, og stundum
sýndu teir heilt góðan fót-
bólt. Onkur áskoðari helt
fyri, at tað var sjáldsamt at
síggja »idolini« frá
1950’unum framvegis
sýna so vakran fótbólt.
Dystin millum 1. deildar-
liðini vann HB við fimm
málum móti tveimum. Í
hálvleikinum var støðan 1-
1.
Grækaris gav
bóltin upp
Áðrenn dystirnir byrjaðu
spældi Havnar Hornorkest-
ur, meðan liðini runnu inn
á vøllin og handaðu um-
boðsmonnunum fyri býar-
myndugleikarnar blómu-
heilsanir. Røður vórðu
hildnar av Peturi Christian-
sen, býráðsfomanni og
Leivi Johannesen, for-
manni í stadionnevndini,
har báðir fegnaðust um
nýggja vøllin og takkaðu
fyri dygdargott arbeiði.
Síðani handaði býráðsfor-
maðurin stadionnevndini
vøllin.
Aftan á gav ein av elstu
fótbóltsspælarum í Havn-
ini, Grækaris Gregorius-
sen, bóltin upp, og old-
boysdysturin byrjaði.
3 milj. kr
Nýggja stadionøkið kostar
3 milliónir krónur, nú tað
er liðugt. Umframt vøllin
er bygt áskoðaraskýli til
1.400 áksoðarar og eitt
stórt parkeringspláss oman
fyri skýlið.
Tað er byggifelagið Phil
& Søn, sum hevur staðið
fyri arbeiðinum. Tað hevur
vart í hálvtannað ár.
2
Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TAÐ
Komi til hús aftaná lokn-
an arbeiðsdag. Snari lykil-
in í úthurðini og mest sum
detti um lýsingarabunkan
í durinum. Havi bestan
hug at hirða allan bunkan
í ruskílatið beinan vegin,
men fái so eyga á ein
brævbjálva í øllum roka-
num. Toll-og Skattstova
Føroya, hygga síggj;
skræði skjálghentur bræv-
bjálvan upp, eyguni leita
flakkandi niður eftir síð-
uni, og har…, ja, har
stendur tað — allar nið-
ast: 496 kr. aftur.
Jú, soleiðis var eisini
hesa ferð. Pengar aftur,
ikki so nógv, men tó…
Ein ófør skattaskipan vit
hava. Gevur tú rættar upp-
lýsingar upp við ársbyrj-
an, so passar skatturin
næstan upp á oyrað, tá
árið er úti. Men hví fái eg
so lítið aftur? Er skatturin
ikki nógv for høgur? Nær
fáa vit ein skattalætta,
sum munar? Munnu ikki
nógv hugsa soleiðis?
Men spurningurin er,
um skatturin er ov høgur.
Kanska skulu vit venda
málinum á høvdið og
gleðast um at búgva í ein-
um samfelag við høgum
skattatrýsti, tí tað eru løt-
ur her í lívinum, tá tú
beinleiðis kanst gleðast
um at rinda skatt. Eina tí-
líka gævustund hevði eg,
so løgið tað ljóðar, í sjálv-
um jólamánaðinum í fjør,
tá trýstið annars er øgiligt
á pengapungin. Tá hendi
tað – kanska banala – at
eg breyt handliðin í einum
annars siðiliga spældum
flogbóltsdysti. Eg fór so
út á skaðastovuna, har ein
fryntlig sjúkrasystir tók í-
móti, og eg fekk kært
mína neyð og elendigheit.
Vit samdust um at bíða til
dagin aftur; so aftur á
skaðastovuna, har ein
onnur líka fryntlig sjúkra-
systir og ein fittur abba-
ligur lækni tóku sær væl
av mær. Í røntkuni sást
einki brot, men eg var
biðin at koma aftur tvær
vikur seinni, og tá sást
brotið. So var væl og
virðiliga gipsað, og tey
løgdu mær eina við at
koma aftur, um eg føldi
mær nakað. Átta vikur í
gipsi.
Tá átta vikur eru farnar,
verður gipsið tikið av og
so beina leið í ergoterapi-
ina til venjingar, og har
skal eg so ganga í aðrar
átta vikur; og her eru tera-
peutarnir líka so fryntligir
og fyrikomandi sum
starvsfókini á skaðastov-
uni, hóast hølið ikki er
stórt frægari enn ein gam-
al egningarskúrur; kaffi
og hugnaprát, so tú næst-
an gloymir, at tú ert
staddur á einum sjúkra-
húsi, og leggið til merkis:
Alt ókeypis! Og tað er
galdandi fyri øll. Høgan
sum lágan, ríkan sum fá-
tækan.Tað er sum í Halg-
ubók, tað er fullgjørt. Ó-
ført!!
So eg haldi ikki, vit
skulu vera so kedd, um vit
gjalda ein trivaligan skatt,
tí vit fáa so sanniliga nak-
að aftur fyri. Lat okkum
heldur minnast orðini hjá
einum kendum manni:
»Don’t ask what your
country can do for you,
but what you can do for
your country«.
Tá byggja vit land; ja
møguliga átti Karsten at
smekka eitt hálvt procent
upp á skattin aftrat, so vit
— tá vit ringja til komm-
unulæknan – sleppa und-
an tí obligatoriska, irriter-
andi spurninginum: »Nær
ert tú føddur?«
GG: Og nú vit eru í
holtur við at hækka skatt-
in, so kunnu vit gott
leggja eitt hálvt prosent
afturat til sjónvarpið, so
vit kunnu fáa eitt føroyskt
tjóðarsjónvarp, ið sømir
seg eini komandi tjóð-
veldi.
Fyri 25 árum síðani:
Nýggi vøllurin í
Gundadali tikin í brúk
Alt ókeypis…
– og fyri øll!
Aref Olsen, lærari
Venna Mortensen úr HB og
Hans Jacob Egholm úr B36 í
oldboysdysti í Gundadali 19.
apríl 1976 - tá vøllurin varð
tikin í nýtslu
Grækaris Gregoriussen, gam-
al HB’ari, gav bóltin upp í
fyrsta dystinum á ovara vølli
í Gundadali, sum varð
spældur annan páskadag
1976
Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001
3
– So anda vit út!
Vivian er byrjað uppá
dagsins láturskeið. 14
eldri kvinnur standa í
ein ring. Ídnar eftir at
byrja. Hetta er triðju
ferð, at Vivian hevur
láturskeið fyri pensjón-
istunum
LÁTURSKEIÐ
Birita Andreasen
– Nú halda vit fyri búkin og
flenna í kíki, sigur láturin-
struktørurin. Tær flenna í
kíki.
Vivian Guðmundsson hevur
lært til láturinstruktør í Dan-
mark. Hon fekk áhuga í evni-
num eftir at hava lisið um lát-
ur og Dr. Madan Kataria á in-
ternetinum. Nú er hon so
komin heim á klettarnar aftur
– við látrinum.
– Tú skalt slappa av, sigur
ein av kvinnunum við eina
aðra, ímillum tvey øvilsi.
– Tað geri eg eisini, sigur
kvinnan hinumegin ringin.
– Nú skulu vit heilsa uppá
hvørja aðra, sigur Vivian. Vit
skulu ganga runt og taka í
hondina á hvørjari aðrari og
geva látur okkara víðari. Tær
so gera. Ein og ein taka tær í
hondina á hvørjari aðrari, til
tær hava verið alla mylluna
runt. Og tær flenna. Skjótt er
rúmið fult av látri.
Tað er ikki eiti á orku, tú
merkir her. Vit eru í gamla
Føroya Banka, har tey eldru
halda til. Ikki eru tær heilt
ungar, men frískar, tað eru
tær. Hvørja ferð láturinstrukt-
ørurin kemur við eini nýggjari
venjing, eru tær skjótar at
taka undir. Og tær síggja út til
at hugna sær óført.
Ein maður kemur inn
gjøgnum dyrnar. Kvinnurnar
eru skjótar at heilsa, nú tær
fáa eitt mannfólk uppí látur-
ringin.
– Fekk tú nakað páskaregg,
rópar ein av kvinnunum. Hin-
ar flenna.
- Ho-ho-ho. Hesaferð grína
tær sum Jólamaðurin.
– Nú skulu vit flenna, sum
eru vit 6 ár, sigur Vivian. Tey
seta fingurin á nøsina, og siga
»na-na-na-na-na«. Maðurin
roynir at fylgja við.
Síðani koma fleiri øvilsir.
Tey keypa toy, fiska við tráðu
og spæla, at tey vilja »ræð-
uliga illa pissa«. Eftir tað er
tíð til ein stuttan steðg. Mað-
urin nýtur høvið til at sleppa
sær spakuliga undan. Kvinn-
unar massera kjálkarnar.
– Børn flenna 200 ferðir
um dagin, ímeðan vit vaksnu
bert flenna eini 15 ferðir,
sigur Vivian. Hon greiðir víð-
ari frá, at látur virkar sum ein
»innara jogging«. Tað ávirkar
okkum bæði likamliga, sál-
arliga og sosialt.
Tað nærkast móti endanum
á skeiðinum. Men fyrst skulu
tær taka ein hjartaligan látur.
– Hugsa positivar tankar.
Alt er deiligt, sigur Vivian.
– Tað er vár, ljóðar frá
onkrum í ringinum.
Vivian heldur áfram. Sigur
teimum, at tær skulu anda
inn. 1-2-3.
Síðani geva tær hvørjari
aðrari eitt klemm – saman við
einum látri.
Eftir seinastu venjing takka
tær instrukørinum – við
einum látri, sjálvandi.
Aftaná standa tær eina løtu
og smápráta um dagin. Tær
virka allar sera nøgdar.
– Hetta er øgiliga stuttligt,
sigur ein av kvinnunum. Men
eg haldi ikki, at tað riggar so
væl, tá ið man er einsamallur.
Tað er stuttligari at vera sam-
an við øðrum. Hon sigur frá,
at sjálv eigur hon eina »flenn-
isystur«, og tær flenna altíð,
tá ið tær eru saman.
Ein av kvinnunum fær eyga
á tann burturblivna mannin,
sum stendur og eygleiðir
íbakgrundini.
– Tú hevur forsømt teg,
gamli mín!
Tær flenna í kíki í Tilhaldinum
Láturin er góður
fyri heilsuna
Ein góður látur leingir um lívið.
Tað er ikki prógvað, men tann
sum flennir hevur tað betri. Ein
góður látur gevur motión,
massagu, avslapping og styrkir
um immunverjuna
1993: Dr. Madan Kataria var ein vanlig-
ur indiskur lækni við eini góðari sponn
av humor. Men hann helt, at fólkini í
Bombay vóru so stressað, at hann byrj-
aði at tilmæla látur sum medisin. Tað er
prógvað, at látur er gott fyri likam og
sál, og at tað hjálpir uppá stress. Og
stress elvir til nógvar sjúkur.
Hann var ovfarin av, hvussu nógv
gransking var gjørd innan fyri látur og
gjørdi av at stovna ein láturklubb. At
byrja við fór hann út í býin og fortaldi
skemtisøgur. Tað virkaði, og fólk fóru at
flenna. Men eftirhondini gekk undan
við skemtisøgum, til bert tær grovu
vóru eftir. Og tað gekk ikki. So tí mátti
hann byrja uppá okkurt nýtt.
Tað var ikki at vera bundin av skemt-
isøgum. Dr. Madan Kataria skrivaði síð-
ani sínar egnu reglar, har hann frítt lánti
frá yoga og heilsu gransking – blanda
við sínum egna humori. Millum annað
hjartaligur látur, stillur látur, óður látur,
kaffi látur og enntá grátilátur er ein
partur av hesum.
Við at anda og gera røttu venjingar,
flenna fólk um allan heim. Dr. Madan
Kataria hevur innført altjóða láturklubb-
in, umframt ein altjóða láturdag. Á
hesum degnum, tann 6. mai, vóru ikki
færri enn 8.500 fólk savnað á Ráðhús-
plássinum í Keypmannahavn.
– Fyri at flenna…!
Børn flenna 200 ferðir um dagin. Tey vaksnu flenna bert 15 ferðir um dagin. Látur er góður fyri heilsuna, sigur Vivian Gudmundsson, sum hevur skipað fyri láturskeiði fyri pensjónistar
Mynd jens Kristian Vang