Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult19 cyan19 magenta19 svart19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 4 Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001 FERÐAFRÁSØGN Orð og myndir: Edvard Joensen úr Istanbul - seinni. partur Smølu gøturnar í Istanbul hýsa hópin av søgu. Bæði skrivaðari og sagdari á mannatungu ætt eftir ætt. Tað stendur ein høg súla stutt frá høvuðsinngongd- ini til stóra basarin í Istan- bul. Fest á sterkt funda- ment, sum er aldargamalt og so friðhalga, at eingin torir at nerta tað yvirhøvur. Tí her inni er einki minni enn Jesu krossur goymdur. Tann veruligi og einasti krossurin væl at merkja, sigur søgnin í Istanbul. Og hann er so heilagur, at heldur ikki teir allar mest rætttrúgvandi muslimarnir hava torað at kannað eftir, um tað nú eisini passar. Søgnin sigur, at tá hin heilaga Helena, móðir Konstantins keisara, sum gav býnum navnið Kon- stantinopel, vitjaði Heilaga Landið fyrst í fjórðu øld, fann hon krossin, Jesus var krossfestur á ,og tók hann heim aftur við sær. Hesin krossur varð múr- aður inn í eini súlu í mið- um býnum, og var ein upp aftur hægri, mjá súla sett omaná. Og har er hann enn, veit ferðaleiðari okk- ara at siga frá. Soleiðis skal hendan súlan vera eini tveyhundr- að ár eldri enn Hagia Sofia kirkjan, sum stendur ikki so øgiliga langt haðani. Og báðar hava tær fingið loyvi at standa alla hesa tíðina, hóast bæði kollveltingar, kríggj, jarðsjálvtar og alt møguligt annað. Jú, iva- leyst er okkurt um tosið. Hvílustaður ferðamansins Í útjaðaranum á stóra bas- arinum í Istanbul hópast vit í einum innigyrdum garði, har bara eitt einsa- malt opið portur er út á gøtuna. Allan vegin runt garðin eru húsabygningar, sum í dag hýsa bæði handlum og privatum bú- støðum. Men soleiðis hevur ikki altíð verið, veit ferðaleið- arin at siga frá. hetta er eitt sonevnt »karavansarí«. Ein frístaður teirra ferðandi her við vestara enda á tiltiknu og søguríku Silkirutuni, sum rakk eystan úr Kina gjøgnum duldarrík lond og býir higar at okkara parti av heiminum. Higar komu stóru handilsfylgini, karavanurn- ar, við sínum farmi og ómetaligu viðrum. Og hig- ar komu eisini alskyns røv- arar og bandittar, sum livdu av at fylgja karavan- unum og ræna tær fyri síð- an at brúka ríkidømið upp í býnum, áðrenn farið varð út aftur á nýggjar ráns- ferðir. Alt hetta lívið helt á, eisini eftir, at turkar á hest- baki vóru komnir inn av stóru fløtunum fyri eystan og høvdu lagt býin undir seg. Hetta stolta, ferðandi fólkaslagið, sum kortini flýddi undan mongolunum, ið komu sum stormur á rossabaki eftir fløtunum og løgdu alt og øll undir seg, hagar teir komu. Teir róku Tey, sum komu ferðandi á kamelkaravanunum eftir Silkivegnum, hvíldu seg í Miklagarði á sonevndum »karavansaríum«, áðrenn tey fóru á fiskamarknað ella á ymsu stuttleikastøðini í býnum Fiskamarknaður og karavanutilhald Møðgurnar eru farnar á fiskamarknaðin at finna sær ein góðan døgurðabita Gamli garðurin hevur í øldir hýst ferðafólki, sum kom av ferð heilt eystan úr Kina Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001 5 so teir illa lýddu turkararn- ar fyri sær. Og hesir vóru veruliga illa lýddir fyri vestan. So illa, at gamalt orðatak var, sum segði, har har turkurin hevði stigið, vaks ikki gras aftur. Men eisini eftir, at teir høvdu tikið Istanbul, og eftirkomarar Djengis Kahn’s, mongolahøvdinga, vóru burtur aftur, hildu turkararnir á at treingja vestur gjøgnum Europa. Heilt at býargrindunum í Wien náddu teir, men so heldur ikki longur. Í øllum hesum rokanum vóru kortini hesar kara- vanstøðirnar verðandi. Hesar støðir vóru frístøðir í orðsins rætta týdningi. Tí higar komu tey ferðandi og kundu gista ókeypis í tíggjar dagar og nætur, áðrenn gjald varð tikið. Her var song og bað at fáa. Her var lækni til tann, sum trongdi til tað, og her bar til at fáa kríatúrini am- bætað, meðan ein sjálvur var í býnum ar fáa ta am- bætan, sum ynskilig var eftir ein drúgvan túr, eyst- an úr londum Kinakeisar- anna. Hetta líkist eini kendari søgu, er fyrsta hugsanin, sum fer gjøgnum høvdið, meðan feðraleiðarin greið- ir frá. Jú sanniliga er hetta sama skipan sum vit hoyra um í søguni um miskunn- sama samariubúgvan. Maðurin fór inn á gist- ingarhúsið við tí skadda og røktaði hann har. Har var jú lækni frammanundan, kunnu vit hugsa okkum til. Hann var ókeypis har inni fyrsta dagin, og tá hann fór avstað aftur, lat hann vert- inum pening at passa sjúk- lingin fyri, til hann kom aftur. Og soleiðis helt hetta lívið á, til europear oyði- løgdu tað heila við at finna siglingarleiðina suður um Afrika til tey ríku londini fyri eystan. Tá loysti seg ikki meira at ferðast við kamelum yvir land, tí bæði skjótari og bíligari var tá at flyta farmin við skipi. Tá sum enn var tað soleiðis, at størri nøgdin var, bílig- ari var flutningurin. Fiskivinnan Niðri við Bosporussundið situr ein maður og sker flak av nøkrum smáfisk- um. Flakavirkið hansara er ikki av slíkum slagi, sum Heilsufrøðiliga Starvs- stovan heima í Føroyum hevði góðkent. Ein gamal køksstólur við eini brúktari avís sum undirlag umframt ein rímiliga stóran kvív til so lítlan fisk er tað, hann hevur av útgerð. Hann hevur verið á floti í dag, greiðir hann frá, og ger nú reint, so fongurin kann verða seldur í mat- stovuni, hjá beiggjanum beint innan fyri hurðina, har hann situr. Jú, tað ljóðar bara heilt áhugavert, at fólk soleiðis royna at vinna sær eitt- hvørt lítið til eykainntøku. Hesin maðurin er pension- istur, greiðir hann frá, og rør nú eitt sindur út soleið- is sum ískoyti. Her í Istanbul eru einir 1.000 slíkir útróðrarmenn, greiðir hann frá. Teir liggja í smáum bátum og dyrgja í sundinum. Mitt í allari skipaferðsluni liggja teir. Tættir sum í grind. Tað kemst av, at teir royna eftir fiski, sum ferð- ast í torvum gjøgnum sundið. So neyðugt er at vera har, torvan er og helst fylgja henni. Tað er eingin skipaður fiskivinnupolitikkur í Turkalandi, greiðir hann frá. Og tað tykir okkum løgið, tí Turkaland hevur langa strond. Bæði fram við Svaratahavinum, Bos- porus og Marmarahavinum eins og Miðjarðarhavinum. Men ikki so frægt sum eitt fiskimálastýri hava teir, veit frásøgumaðurin at siga frá. Løgið kortini, tosa vit, at tað skal bera til at eta fisk, sum veiddur er í hes- um farvatninum, eftir sum vit júst hava fingið at vita frá ferðaleiðaranum, at Marmarahavið her beint fyri uttan, er so dálkað, at rátt verður frá at svimja í tí. Men ikki bilar kortini. Vit fáa eisini fisk á fínari matstovu í býnum, og tá bilar ikki at eta. Fiskurin er heilstoktur, og allir eru líka stórir. Ivaleyst alifisk- ur onkunstaðni frá, men hvaðani er ikki til at vita. Men ikki bilar. Alt verður etið, og væl gagnast. Tað er nú væl hugsandi, at hesin fiskurin er keyptur á fiskamarknaðinum niðri við sundið. Og ivaleyst er eisini innfluttur fiskur har uppií, hóast hann kann vera komin hvaðani sum helst, og ikki er til at siga, hvussu gamal hann er. Nei, nú veðrur tað helst bara grenj, tí ein er vanur við at fáa fiskin so at siga livandi í pottin. Men so- leiðis eru føroyingar iva- leyst, tá teir koma burtur aðrastaðni og síggja fisk á marknaði. Men sigast má, at tað er áhugavert at ganga her á fiskamarknaðinum í Istan- bul og síggja, hvussu nógv verður gjørt burtur úr at fáa vøruna at taka seg væl út og tykjast innbjóðandi. Bæði kend og minni kend fiskasøg eru at síggja á marknaðinum. Breidd út á sýningardiskin í viftum ella bara lagdir hvør sær so lætt er at koma til. Her eru hvasshvoysa og knurrhani. Makrelur og høgguslokkur. Júst somu sløgini, vit vanliga nýta til agn í Føroyum. Stórar rækjur breiddar út á ein platt, sum klæddur er við onkrum grønum, sum lík- ist granngreinum. Vanlig ælabogasíl og okkurt fiskaslag, sum ikki er kent á okkara leiðum. Jú sanniliga duga tey, sum her standa fyri, kynstrið at fáa vøruna at síggja innbjóðandi út. Og fólk koma at keypa. Her ganga møður við døtr- unum. Gamla undan og tær yngru aftaná. Gamlir menn, sum kanska eins og heima í Føroyum koma at forvitnast, og yngri menn, sum eyðsýniliga eru farnir í býin at keypa sær eina greipu. Beint hinumegin tjald- veggin, sum breiddur er út fyri at verja fiskin móti sólini, sum í dag kortini er skift útvið regn, liggja út- róðrarbáratnir. Teir hava landað, og nú verður vaks- að og riggað til aftur at fara aftur á flot í morgin at vita, um ein nýggj torva er á veg gjøgnum sundið. Nei, tað er ikki so stórur munur á útróðrarmannin- um, sum liggur og bíðar eftir líkindum. Annaðhvørt hann liggur við Bosporus- sundið ella suðuri undir Gamla Gerði klárur at fara á Norðhavi við snellu. Múraður inn í fótin undir høgu súluni, sigur søgnin, at Jesu krossur liggur goymdur Øðrvísi flakavirki Dyrgingarbátar í Bosporus sundinum Fiskurin vakurt skipaður á marknaðinum