Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult21 cyan21 magenta21 svart21 gult20 cyan20 magenta20 svart20 6 Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001 Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001 7 TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Teitur Lassen, tónleikari og tónasmiður, hevur fingið sáttmála við forlagið Wind- swept Pacific, ið hevur høv- uðsskrivstovu í Los Angeles. Forlagið keypir part av sangunum og eigur so ein prosentpart. Talan er um ein fýra ára sáttmála, ið Teitur hevur gjørt við Windswept Pacific. Forlagið er upprun- aliga japanskt, men hevur millum annað skrivstovur í Los Angeles og Nashville. Forlagið umsitur eisini sang- ir hjá t.d. Craig David og Spice Girls. Teitur Lassen var ein av monnunum aftan fyri tón- leikabólkin Mark No Limits. Bólkurin var fyri fáum árum síðani millum fremstu bólk- ar í Føroyum, og tað eydn- aðist eisini bólkinum at vinna Prix Føroyar kapp- ingina. Síðani hava vit av og á sæð Teit Lassen á palli, t.d. saman við Edvardi Nyholm Debess. Teitur hevur seinnu árini búð í Danmark, men síðstu tíðina hevur hann ferðast ofta til Onglands og USA í royndum sínum at koma sær framat á alheims tónleika- pallinum. Hóast minni hevur verið at hoyrt til unga tónleikaran í Føroyum, so merkir tað ikki, at hann hevur ligið á løtu síðuni. Teitur hevur roynt eydnuna í tónleika- heiminum, og nógv bendir á, at hann hevur funnið hana. Ferð á við Jack & Jill Tað, ið setti ferð á, var at Teitur fekk tveir sangir við í amerikansku sjónvarps- røðina Jack & Jill, ið minnir um røðina Friends, sum vit kenna á okkara leiðum. Teitur hevur sonevndan manager í Onglandi og hev- ur síðstu tvey árini ferðast í Onglandi og USA. Hann kennir ein, ið arbeiðir við tónleiki til amerikansku sjónvarpsrøðina og fekk so- leiðis tvey løg við. Síðani er ferð komin á. Teitur hevur, hjálptur av managara sínum í Onglandi, fingið týðandi sambond. Hann hevur sungið, spælt, hitt fólk og hevur soleiðis fingið eitt team at samstarva við. Við nýggja sáttmálanum við Windswept Pacific, eru eisini fíggjarliga støðan betri. Hetta fegnast Tetur um, tí nú kann hann nýta alla sína tíð til tónleikin. – Eg tók tvey ár, ið eg setti av til tónleikin. Men tað hevur verið tungt, tí eg havi havt arbeiði við síðuna av fyri at klára húsaleiguna, sigur Teitur, sum júst er komin aftur til Keypmanna- havnar eftir ferð í USA. Upprunaliga var tað við stóru tónleikastevnuna Mid- em, at fólkini aftan fyri for- lagið hoyrdu um føroyska tónasmiðin. Men við upp- søkjandi arbeiði og góðari hjálp frá managara sínum og Jeff Cohen og øðrum, er eydnast at koma væl ávegis á longu leiðini til stóra pall- in. – Eg havi nú eitt team aft- an fyri meg, sum eg sam- starvi og spæli við. Eg valdi, at eg vildi hava ein slíkan sáttmála, hóast tað eru tey, ið ikki vilja slíkt, tí tey vilja eiga sum mest sjálvi av sín- um tilfari, sigur Teitur. Møguliga plátusáttmála Fólkini aftan fyri forlagið fylgja væl við tí, ið Teitur ger og hvussu gongst hon- um. Ikki er óhugsandi, at talan eisini verður um ein plátu- sáttmála. Forlagið trýr uppá unga føroyingin og ætlar at hjálpa at fáa í lag plátusátt- mála. Hetta verður so helst í Onglandi ella USA. Og Teit- ur veit, hvat hann vil, og hann satsar. – Tað snýr seg ikki bara um eina plátu, men um eina karrieru, sigur Teitur, ið fegnast, nú hann kennir, at hann er komin undir røttu veingirnar. – Tú kanst í hvussu er siga tað soleiðis, at eg havi fingið eina song at sova á hjá teimum, sigur Teitur um samstarvið við Windswept Pacific. Liðugt við jazzinum Vit hava nakrar ferðir sæð Teit Lassen á palli í Føroy- um, har hann meira at kalla hevur fingist við jazz. Eisini hava vit hoyrt um samstarv við donsku Doky brøðurnar, ið eru kendir í jazzheimi- num. Teitur nevnir her Niels Lan Doky, ið hevur verið góður stuðul. Teitur sigur um tónleikin, at hann er farin aftur til tað, ið hann gjørdi áður. Tað merkir, at poppur aftur er á skránni. – Tað er sangur og kassa- guitari. Eg fekst eitt sindur við jazz, men bakkaði út aft- ur, so nú eri eg aftur við tónleikin, ið fólk kenna meg fyri, sigur Teitur. Góð hjálp Tað er ein fegin Teitur, ið greiðir frá um sáttmálan, ið gevur honum møguleika at fáast við tónleik burturav. Eftir stríð og strev og nógvar ferðir til Onglands og USA, er loksins úrslit. Og umframt hevur Teitur fingið eitt lið at samstarva við. Ferð er komin á, og nú er leiðin ikki líka long upp á stóra heimspallin, sum hon hevur verið. Men Teitur hevur fingið góða hjálp, sum hann er takksamur fyri. – Til dømis hevur Bjarti Mohr, ið hevur felagið Ís- bjørnin, verið ein góður stuðul. Hann hoyrdi eina samrøðu við meg í Útvarpi- num og ringdi síðani til mín, greiðir Teitur fegin frá. Teitur hevur eisini fingið hjálp frá BMI, ið er nakað tað sama sum KODA, og frá felagskapinum ROSA. Til Føroya Hóast kósin er sett móti heimspallinum, so sleppa føroyingar at hoyra Teit Lassen. Longu í summar vitjar Teitur í Føroyum. Hann skal spæla á Lista- stevnuni, sum Norðurlanda- húsið skipar fyri í summar. Tá hevur hann ein bólk við sær, sum hann leikar við í Danmark. Tey, ið hava hug at fylgja við, hvussu gongur hjá Teiti á leiðini ímóti heimspalli- num, kunnu vitja inn á heimasíðu hansara: www.teitur.com Teitur fingið sáttmála Føroyski tónasmiðurin, Teitur Lassen, hevur gjørt sáttmála við eitt forlag, ið hevur keypt part av sangum hansara. Forlagið trýr uppá framtíðarmøguleik- arnar hjá unga tónasmiðinum, og við sáttmálanum eru eisini fíggjarligir lunnar lagdir, so arbeiðast kann við tónleikinum burturav. Og gongst væl í hond, liggur kanska eisini ein plátusáttmáli fyri framman Hini siga: (av heimasíðuni www.teitur.com) »Det Færøske fund Teitur, hvis swingede jazz rummer musikalsk råstof nok til at betale øernes gæld tilbage. En imponerende 22 årig ener med et nærmest ufatteligt potentiale, som får selv hærdede musikere at bukke sig i respekt. For den svære originalitet og tro på egne evner.« – Politiken, Erik Jensen (DK) »Very idiosyncratic while the songs have a classical simplicity and beauty. Just when you thought you’d heard them all, someone like this comes along.« – Kashmir Klub, London »Teitur will truely become one of the greats!« – Niels Lan Doky (Verve/Blue Note) »He is The Boy« – Barbara Orbison »Genious« – Stockholm Water Festival (SE) – Eg tók tvey ár, ið eg setti av til tónleikin. Men tað hevur verið tungt, tí eg havi havt arbeiði við síðuna av fyri at klára húsaleiguna, sigur Teitur, sum júst er komin aftur til Keypmannahavnar eftir ferð í USA. Við nýggja sáttmála- num við Windswept Pacific, eru eisini fíggjarliga støðan betri. Hetta fegnast Tetur um, tí nú kann hann nýta alla sína tíð til tónleikin Mynd: Finnur Justinussen