leygardagur 21. apríl 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult22 cyan22 magenta22 svart22
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001
9
vantandi umsorgan, duga
tey betur at síggja og hoyra
barnið. Nógv fólk rúma
ikki at síggja at børn ikki
hava tað gott.
Skikkaðar og óskikk-
aðar barnaverndir
Barnaverndirnar eru ein
rættiliga týðandi partur
her, tí tað eru tær sum
skulu handla í teimum før-
um eitt hvørt skal gerast,
antin tað er hjálp í heimið
ella barnið skal takast úr
heiminum. Og tað er einki
dulsmál, at barnaverndir-
nar í heilt nógvum førum
ikki virka nóg væl, ikki
eru nóg fakligar dugnaligar
og í førum ikki tora at
traðka til.
– Tað átti avgjørt ikki
verið eina borgaraskylda at
sitið í eini barnavernd, tí
tey eru nógv, sum ikki
ynskja at sita har. Barna-
verndirnar eiga at verða
mannaðar við skikkaðum
fakfólki.
Nógvar barnaverndir
gera eitt gott og stórt ar-
beiði, aðrar gera tað so væl
tey kunnu, men tað er í
nógvum førum ikki nóg
gott. Tí hevur tú ikki vitan
um hesi viðurskifti, hvussu
skalt tú so handla.
– Eg eri sannførd um, at
flestu foreldur gera tað
besta fyri síni børn. Tað
besta er kortini ikki nóg
gott í nógvum førum og í
summum førum skaðiligt.
Tey megna ikki at gera tað
betri. Hinvegin eru fakfólk
skúlað til at geva børnum
tað besta. Og tá ið ov long
tíð gongur, uttan at eitt
barn verður hjálpt, er tað
okkara ábyrgd sum fakfólk
at traðka til, tí vit vita, at
soleiðis eigur tað ikki at
vera. Ein og hvør hevur
fráboðanarskyldu um tey
eru varug við eitthvørt, og
tú kanst boða frá uttan at
siga hvør tú ert. Annað er,
at barnaverndirnar eru
ringar at fáa fatur á. Bara
barnaverndin í Klaksvík
stendur í telefonbókini, og
henni fært tú beinleiðis
fatur á alt døgnið, sum
mær vitandi tann einasta í
landinum.
Ein annar spurningur,
Sólrun Jacobæus reisir, er,
um barnaverndirnar tora at
traðka til hóast tær eru vit-
andi um ymiskt, ið ikki
eigur at fara fram.
– Sambært barnaforsorg-
arlógini eigur fyribyrgjandi
arbeiði at verða gjørt áðr-
enn onnur stig verða tikin.
Børn kunnu verða tikin úr
heiminum eftir grein 24 í
lógini, men tá skulu for-
eldrini vera samd um hetta.
Eftir tríggjar mánaðir
kunnu foreldrini fáa børn-
ini heim aftur uttan at nak-
að er broytt heima. Vit
síggja ferð eftir ferð, at
hetta hendir. Tríggir mán-
aðir er alt ov lítið, tí tað
tekur langa tíð at byggja
eitt barn, sum vantar um-
sorgan, uppaftur. Hinvegin
kunnu børn tvingast úr
heiminum sambært grein
25 uttan samtykki frá
foreldrunum, hetta skal
fara fram ígjøgnum rættar-
skipanina, men her talar
rætturin hjá børnunum
sjáldan mest. Í 30 ár er tað
mær vitandi bert hent
tríggjar ferðir í Føroyum,
at børn eru tikin eftir grein
25 úr heiminum, og tað
sigur mær so mikið, at tað
ikki verður hugsað um
børnini, men um foreldrini.
Hesi árini eg havi arbeitt á
barnaheiminum, eru fleiri
mál sum eftir mínum
tykki, áttu at enda við, at
børn eftir grein 25 vórðu
tikin frá sínum foreldrum,
sigur Sólrun Jacobæus,
sum er fyri eini høvuðs-
barnaverndarnevnd við
undirnevndum.
Í onkrum førum verða
børn inn- og útskrivað
fleiri ferðir í sínum lívi á
barnaheimið.
– Vit uppliva eisini, at
foreldur at børnum á barn-
aheiminum spyrja okkum,
hví einki varð gjørt, tá ið
tey sjálvi vóru lítil. Tað er
syrgiligt at uppliva.
Grundleggjandi
lærdóm
Børn sum koma á barna-
heimið verða spakuliga
bygd uppaftur. Tey verða
lærd upp í at koma í sam-
band við sínar innastu
kenslur. – Nógv duga ikki
at gráta, tí ongin hevur
hoyrt tey, og tað skulu tey
læra aftur. Vit læra tey, at
tað er í lagi at gráta, at
verða kedd, somuleiðis
læra vit tey at spæla og so
framvegis. Soleiðis vaksa
tey og at enda duga tey at
seta krøv til sín sjálvs og
onnur. Eisini er umráðandi
at børnini fáa ein reglufast-
an gerandisdag, har alt
hendir til ásettu tíð, so-
leiðis at børnini ikki skulu
brúka orku til at hugsa,
hvat fer at henda. Vit møta
eisini børnum, sum ikki
hava fingið at eta hvønn
dag og sum sita og halda í
breyðkurvini av ótta fyri at
ikki fáa nóg mikið.
– Í dag er vanligt, at
børn eru á barnaheiminum
í eitt til tvey ár, men í før-
um kann eg verða ósamd
við barnaverndirnar í, nær
rætta tíðin er at senda
barnið heimaftur. Tá ber til
at kæra til Færøsk Nævn
for Børneforsorg, men
hendan nevndin gevur sum
oftast barnaverndunum
viðhald. Eg meti, at Barna-
verndir í dag í alt ov stóran
mun brúka fosturfamiljur
sum loysn á einum trupul-
leika. Hetta er eftir mínum
tykki ikki altíð tað rætta
fyri barnið, tí tær fægstu
fosturfamiljurnar hava út-
búgving innan økið og tí
kunnu hesar fosturfamiljur
ikki geva børnum ta við-
gerð, barnið hevur brúk
fyri. Eg haldi, at um eitt
uppihald hjá fosturfamilj-
um skal eydnast væl fyri
barnið og fosturfamiljuna,
skal barnið í flestu førum
undir eina viðgerð áðrenn,
har fakfólk gera barnið
klárt at taka ímóti umsorg-
an og nærveru. Hetta kundi
til dømis verið gjørt á
Barnaheiminum.
Fyribyrging lønar seg
Hvussu vit gera skipanina
so góða, at øll børn, sum
tørvar hjálp, fáa hana
skjótt og væl, er einki ein-
falt svar til, heldur Sólrun
Jacobæus.
– Tað átti at verið ein
lóg, sum tryggjar øllum
børnum ein góðan upp-
vøkstur og alla ta hjálp tað
hevur tørv á. Uttan mun til
hvør tørvurin er, ella hvar
viðkomandi býr. Soleiðis
er ikki í dag hjá okkum, og
fáir politikari tosa fyri hes-
um børnunum, møguliga tí
at hetta er eitt eymt evni.
Ongar kanningar verður
gjørdar í Føroyum, tá ið
tað snýr seg um viðurskifti
hjá børnum. Eingin veit,
hvussu nógv børn ikki
búgva heima hjá sínum
foreldrum. Eingin kannar
hví og tað sigur nógv um
hetta samfelagið. Og tað er
sum um vit ikki vita, at tað
loysir seg at gera nakað.
Ein svensk kanning stað-
festir, at eitt vanligt barn
kostar samfelagnum
600.000 krónur fyrstu 18
árini, meðan eitt barn, sum
verður føtt við alkohol-
skaða, kostar 6 mió. krón-
ur fyrstu 18 árini. Vit
kunnu ímynda okkum, at
henda upphæddin svarar
nøkulunda til, um talan er
um kynsligan ágang,
vantandi umsorgan ella
annað. Fyribyrging hevði
spart samfelagnum nógvar
pengar, sigur Sólrun Jac-
obæus.
Annað lív
Gerandisdagurin hjá Sól-
run Jacobæus broytist
munandi eftir 1. mai, tá ið
hon hevur havt sín seinasta
arbeiðsdag á Føroya
Barnaheimi. Fyrstu tíðina
fer hon at selja breyð á
bakarínum hjá Gunnleivi í
Havn. Umframt bjóðar hon
seg fram at halda skeið fyri
barnaverndum og stovnum,
og eisini at virka sum fam-
iljuterapeutur, sum hon
eisini er útbúgvin sum.
“Ongar kanningar verður gjørdar í
Føroyum, tá ið tað snýr seg um
viðurskifti hjá børnum. Eingin veit,
hvussu nógv børn ikki búgva heima
hjá sínum foreldrum. Eingin kannar
hví og tað sigur nógv um hetta
samfelagið”
“Eg kann framvegis hava vøkunætur.
Hetta verður kallað óprofessjónelt, tí
ein professiónellur leggur alt eftir seg
tá ið viðkomandi fer heim. Men eg eri
stolt av tí, tí so eri eg framvegis eitt
følandi menniskja og ikki ein
maskina”
– Flestu foreldur gera tað
besta fyri síni børn. Tað besta
er kortini ikki gott í øllum
førum og í summum førum
skaðiligt, sigur Sólrun Jacob-
æus, sum fer av Barnaheimi-
num 1. mai
8
Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001
BARNALÍV
Turið Kjølbro
Um eina góða viku fer
Sólrun Jacobæus frá sum
leiðari á Føroya Barna-
heimi. Har hevur hon
starvast í gott og væl sjey
ár, men hevur nú eftir at
hava hugsað seg væl um,
gjørt av at fara frá.
– At vera leiðari á einum
barnaheimi er eitt breitt
fyribrigdi í Føroyum. Tú
kemur í samband við við-
urskifti, sum fólk ikki eru
glað at hoyra um og síggja.
Við samfelagsins skugga-
síðu so at siga, í øllum før-
um eina síðu av samfelag-
num eingin er stoltur av.
Sálarliga er tað ógvuliga
tyngjandi at vera vitni til
hjálparleys menniskju, ikki
minst tá ið tað ræður um
børn. Hóast eg nú havi ar-
beitt her leingi, kann eg
framvegis hava vøkunætur.
Hetta verður kallað ópro-
fessjónelt, tí ein professi-
ónellur leggur alt eftir seg
tá ið viðkomandi fer heim.
Men eg eri stolt av tí, tí so
eri eg framvegis eitt føl-
andi menniskja og ikki ein
maskina. Eg velji at fara
nú, men eg eri ógvuliga
glað fyri at hava fingið
møguleikan at hava verið
millum hesi børnini eitt
petti av teirra lívsleið. Tey
hava avgjørt gjørt mítt lív
ríkari, sigur Sólrun Jac-
obæus.
Gomul lóg forðar
Barnaforsorgin í Føroyum
er alt ov tung, staðfestir
Sólrun Jacobæus.
– Fyri at siga tað sum
tað er, er eitt og hvørt djór
betur vart í Føroyum enn
einstaka barnið. Djóralógin
er staðfest og virkar eftir
endamálinum, meðan vit
arbeiða eftir eini gamlari
barnaforsorgarlóg. Í Dan-
mark eru umleið fýra barn-
aforsorgarlógir gjørdar
seinastu 20 árini, meðan
vit arbeiða eftir einari, sum
er frá 1960 við onkrum
smávegis kunngerðum
afturat, og sum í roynd og
veru tekur størri atlit til
foreldur enn børn. Vegleið-
ingin til lógina frá 1960
kom á vári 1998. Eg skal
ikki taka dagar ímillum,
um tað er lógin, ið ikki er
nóg góð, ella um tað er
mátin, hon verður umsitin.
Í øllum førum vísir tað seg
ferð eftir ferð, at børn fara
úr øsku í eldin aftur. Tey
verða tikin heimanifrá eina
tíð fyri at koma aftur til
tað sama, sigur Sólrun
Jacobæus.
Sólrun Jacobæus setir
spurningin, hon áður hevur
sett sær og øðrum fleiri
ferðir. Hava vit eina barna-
forsorgarlóg ella eina for-
eldralóg.
– Eftir mínum tykki
verður tikið alt ov lítið atlit
til børnini. Ofta eru børn í
sorli áðrenn nakað verður
gjørt. Er ivamál í einum
førum um foreldrini eru
egnað at uppala síni børn,
er tað ofta foreldrarætturin
sum vinnur og børnini
verða verandi heima og
einki verður gjørt. Úti um
landið síggja vit eisini, at
tann rætta hjálpin ikki
verður veitt einum heimi,
sum fær ávíst hjálp, tí tann
rætta hjálpin ikki er tøk
ella til staðar.
– Alt ov fá standa fram
og tosa fyri okkara børnum
í Føroyum. Uppskot er
gjørt til nýggja barnafor-
sorgarlóg uttan at nakað
serligt kjak spyrst burturúr.
Verður lógin endavend eig-
ur hon at elva til kjak, sum
ger, at vit øll, vanlig fólk
og fakfólk, verða meiri
tilvitað. Hví vit ikki fáa
hetta kjakið í lag í Føroy-
um, er lutvíst tí landið er
lítið og lutvíst tí, vit ikki
hava tradisjón fyri at tosa
um viðurskifti, sum eru
trupul. Og ein orsøk til tað
er, at vit rúma ikki sum
menniskju at fata at øll
børn ikki hava tað gott og
eru við sviðusoð.
– Allir batar í viðurskift-
unum hjá børnum henda
alt ov spakuliga. Í dag
verður tosað meiri um
kynsliga misnýtslu av
børnum í mun til fyri fáum
árum síðani, men tað er
ikki tí at fakfólk, barna-
verndir og onnur hava
traðkað fram, men tí fjøl-
miðlarnir hava viðgjørt
evnið og børn av tí sama
hava torað at sagt frá.
Samfelagið er kortini ikki
betur fyrireikað at taka sær
av børnunum ella hjálpa
teimum. Flestu børn, sum
hava verið gjøgnum av-
hoyringar og rættarskipan-
ina, kunnu greiða frá,
hvussu tey kenna seg slept
uppá fjall.
Skjót hjálp, góð hjálp
Tað ber til longu meðan
kvinnan gongur við barni
undir belti at meta, um hon
er egnað sum mamma ella
ikki.
– Ber kvinnan seg at
sum einki barn er á veg, til
dømis drekkur hon, so-
leiðis at barnið fær alko-
holskaða, eins og um pápin
fremur harðskap ímóti
kvinnuni meðan hon gong-
ur við barni, er vandi á
ferð. Tá ið barnið er føtt
ber til at síggja, um
mamman skapar samband
og tilknýti til nýfødda
barnið, um tað tekur atlit
til barnið fram um seg
sjálva, um tað sær tørvin
hjá barninum sum tað
týdningarmesta. Hetta er
fyrsti dialogurin millum
barnið og foreldrini, og
barnið upplivir, at foreldr-
ini eru har altíð. Eitt barn
sum ikki fær tilknýti, aldri
fær eygnasamband við for-
eldrini, og sum ikki verður
tikið atlit til, mennist ikki
sum tað eigur og letur aftur
fyri innastu kenslunum. Tá
ið hetta barnið er størri,
tekur tað ikki atlit til onnur
og tað kemur í eina keði-
liga ringrás upp ígjøgnum
øll barna og ungdómsárini.
Børn, sum alt lívið hava
hungrað eftir nærleika og
kærleika, men altíð eru
skúgvað til viks, eru løtt
offur fyri til dømis skemm-
arum.
– Tað eru eisini børn,
sum ikki fáa mat hvønn
dag. Vit vita, at heilin hjá
børnum veksur tvífalt frá
barnið er føtt til tað er eitt
ár. Fær barnið ikki røttu
føðina, kunnu álvarsamir
skaðar henda.
Yngri í dag
Vanligt var fyrr, at børn
vóru 8-10 ár áðrenn tey
komu á barnaheim. Í dag
eru børnini væl yngri og
nógv eru heilt smá.
– Men tó undrist eg
mangan, hví tey ikki eru
komin fyrr. Eg hitti javnan
pedagogar og onnur, sum
ikki vita, hvat tey skulu
gera hóast tey vita, at okk-
urt barn ikki hevur tað nóg
gott. Tað er heilt greitt, at
fólk sum arbeiða við børn-
um og so ella so koma í
samband við børn mugu
fáa eina størri vitan, so-
leiðis at tey duga at síggja
og hoyra um eitt barn
tørvar hjálp. Mangan snýr
tað seg um, at vit vaksnu
ikki at tora at taka ábyrgd
fyri tí, vit síggja. Verða
fólk betur og meiri skúlað í
Í Føroyum verða djór betur
vard enn børn
- Er ivamál um for-
eldur eru egnað at
uppala síni børn, er
tað oftast foreldra-
rætturin sum vinnur
fram um, hvat er best
fyri barnið. Alt ov fá
standa fram og tosa
fyri okkara børnum í
Føroyum, alt ov lítil
atlit verða tikin til
tey, og ofta eru tey í
sorli áðrenn nakað
verður gjørt, sigur
Sólrun Jacobæus,
sum eftir sjey ár fer
frá sum leiðari á Før-
oya Barnaheimi
“Alt ov fá standa fram og tosa fyri
okkara børnum í Føroyum. Verður
uppskotið til nýggja barnaforsorgar-
lóg endavent, eigur tað at elva til kjak,
sum ger, at vit øll, vanlig fólk og fak-
fólk, verða meiri tilvitað”
- Sambært djóraverndarlóg-
ini er ikki loyvt at sláa djór.
Hinvegin hava vit onga lóg,
sum ásetur, at tað ikki er
loyvt at sláa børn. Tí er tað
upp til hvønn einstakan sum
foreldur um ein brúkar harð-
skap í uppalingini ella
hvussu langt ein fer, sigur
Sólrun Jacobæus
Mynd: Jens Kristian Vang