leygardagur 21. apríl 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001
11
gult cyan magenta svart
10
Sosialurin Nr. 76 - 21. apríl 2001
TÓNLEIKUR
Niclas Johannesen
1. YESTERDAY
Ár: 1965 Sangskrivarar:
John Lennon, Paul
McCartney
Um lagið, sum skuldi ger-
ast tann mest endurspældi
sangurin í heiminum hevur
Paul McCartney sagt: “Eg
hevði eitt klaver standandi
við songina, og eg má hava
droymt tað, tí eg bóltaði út
úr songini, setti hendurnar
á tangentarnar og eg hevði
sangin í mínum høvdi. Har
varð alt, fullfíggjað. Eg
fekk meg ikki at trúgva tí.
Tað kom ov lætt”
Lagið kom so lætt, at
McCartney í longri tí
spurdi ymisk fólk, um tey
høvdu hoyrt hetta lagið áð-
ur. McCartney bjóðaði í
fyrstu syftu eisini fleiri
øðrum sangarum lagið, tí
hann helt, tað riggaði ikki
til The Beatles. George
Martin, produsari, hevði
sín stóra lut í, at lagið fekk
eina strúkara-kvartett á.
The Beatles royndu upp-
runaliga at spæla sangin í
traditionellum høpi, har
eitt nú John Lennon spældi
orgul. Men tað riggaði ikki
ordiliga. Paul McCartney
hevur sagt um hugskotið at
leggja strúkarar á, at hon-
um dámdi tað onki. “Vit
eru ein rockbólkur. Eg vil
ikki hava syrupp á”, segði
hann við George Martin.
“Latið okkum royna tað,
og um tær ikki dámar tað,
so kunnu vit fara aftur til
bara guitar og rødd,” segði
George Martin og Paul
McCartney boygdi seg, og
nakrar mánaðir seinni
kundi úrslitið hoyrast á
LP-plátuni Help!
Kom lagið lætt til Mc-
Cartney, so gekst verri við
tekstinum. Fyrsta linjan
var “Scrambled eggs/Oh
my babe, how I love your
legs”. Men lukkutíð fyri
lagið, kom McCartney við
einum øðrum teksti, sum
hann skrivaði, meðan hann
helt frí við táverandi unnu-
stuni Jane Asher. Sam-
stundis, sum hetta gjørdist
mest endurspælda lagið í
heiminum, so var hetta eis-
ini fyrsta veruliga soloút-
spælið frá einum av limun-
um úr The Beatles. Ongin
av hinum spælir við á tí.
2. (I Can’t Get No)
SATISFACTION -
Ár: 1965 Sangskrivarar:
Mick Jagger, Keith
Richards
“Alt sum Rolling Stones
høvdu gjørt frammanundan
var spennandi, men Satis-
faction dróg samanum”
sigur Mick Jagger við
Rolling Stone. “Tað defi-
neraði alt upp á tríggjar og
ein hálvan minutt.” Hetta
var eisini fyrsta singlelagið
hjá bretska rockbólkinum,
sum gjørdist nummar eitt í
Amerika.
Rolling Stones lána í
lagnum dúgliga frá sínum
hetjum - eitt nú Chuck
Berry, sum áður hevði
sungið “ I don’t get no sat-
isfaction from the judge”
og blues tónleikaranum
Muddy Waters, ið hevði
gjørt lagið “I Can’t Be Sat-
isfied”, sum var eitt lag, ið
Rolling Stones plagdu at
spæla live.
Mick Jagger skrivaði
tekstin liggjandi við ein
svimjihyl á einum motelli í
Florida á vári 1965.
Serliga eyðkenni við
Satisfaction er tó fantast-
iska einfalda guitar-riffið,
sum kom til Keith Rich-
ards í svøvni líka sum
Yesterday kom til Paul Mc-
Cartney. Richards vaknaði
á miðari nátt, spældi riffið
á akkustiskan guitar, tók
tað upp á band, fór so til
songar aftur og svav so
søtan. Rolling Stone
spældu lagið inn meðan
teir vóru á turne í USA -
eitt land, har teir ikki fingu
ordiliga hol á fyrr enn við
júst lagnum Satisfaction.
Tað tók bert lítla løtu at
spæla lagið inn og Keith
Richard var sannførdur
um, at talan var bert um
eina demo. Richards var
alt annað enn vísur í, at
Satisfaction fór at vera eitt
single-lag. “Vit fóru úr
studionum rímiliga væl
nøgdir og hugsaðu, at hetta
var gott, men tað má ar-
beiðast meira upp á tað.
Tíggju dagar seinni sjarr-
aði lagið á útvarpinum.”
Keith Richard viðgongur
eisini, at hann var ikki ræt-
tiliga nøgdur við
Satisfaction fyrr enn hann
hoyrdi útgávuna við Otis
Redding, har blásarar eis-
ini spæla riffið. Mick Jag-
ger sigur við Rolling
Stone, at tað altíð gleðir
hann at hoyra onnur royna
at innspæla teirra lag
(Britney Spears royndi seg
á seinastu útgávuni við
hesum lagnum).
3. SMELLS LIKE
TEEN SPIRIT
Ár: 1991 sangskrivarar:
Kurt Cobain, Nirvana
Tað var tann 10. Septemb-
er 1991 at alt broyttist: Við
einum stroki vóru hársprei
80’ini skolaði út á Buch-
wald og Alternative Nation
sá dagsins ljós. Alla skyld-
ina hevði Kurt Cobain og
hansara bólkur Nirvana.
Sangurin gjørdist ikki bara
teirra flagskip, men sjálvt
symbolið upp á eitt tíðar-
skeið, har ein desillusjone-
raður ungdómurin kravdi
økologiskan substans fram
um parfumerað undirhald.
Rolling Stone metir, at
“Smells Like Teen Spirit”
hevði sama kollveltandi
týdning fyri amerikanska
ungdómin, sum The Beat-
les lagið “I Want To Hold
Your Hand” og “Like A
Rolling Stone” við Bob
Dylan høvdu í 60’unum.
“Teen Spirit” er eitt skúl-
adømið um stóra, einfalda
list, ið milliónir av menn-
iskjum taka til sín. Lagið
er bygt á fýra akkordir.
Guitarsoloin bara endur-
tekur messandi melodiin.
Sjálvur gandurin liggur tó í
mátanum, sum Kurt Cob-
ain syngur lagið. Lagið er
bygt á gomlu fintuna, at
fara frá bleytum yvir í hart
- frá hálvdoyvdari líkasælu
í versunum til skerandi
desperatión í niðurlagnum.
Sjálvur hevur Kurt Cobain
víst til The Pixies, ið var
hansara yndisbólkur.
Aftan fyri alternativa út-
trykkið liggur tó eisini eitt
framúr tev fyri pop melod-
iskum handverki. Kurt Co-
bain hevði John Lennon
sum sína stóru fyrimynd.
“Kurt elskaði The Beat-
les”, sigur Nirvana bass-
leikarin Krist Novoselic.
Produsarin á Nevermind
Butch Vig vísir eisini á, at
Cobain skrivaði allatíðina
løg. Í steðgum sat plágaði
frontmaðurin altíð og klim-
praði upp á guitarin. “Eg
hoyrdi hesar fantastisku
popp-melodi strofurnar
koma frá honum. Men so
skjótt sum eg royndi at fáa
tað á band, so helt Kurt
uppat við at spæla. Hann
var fyltur við punk-øði og
fremmandagerð, men hann
hevði eisini eitt følið popp
talent, sum hann ikki altíð
vildi kennast við” sigur
Butch Vig við Rolling
Stone.
Á Smells Like Teen
Spirit var tað tó sárbæra
røddin hjá Cobain, ið var
krúnan á kransakøkuni
saman við klassiska
setninginum “It’s hard to
find/Well, nevermind”.
4. LIKE A VIRGIN
Ár: 1984 sangskrivarar:
Billy Steinberg, Tom Kelly
Like a Virgin var lagið,
sum sendi Madonnu til
skíggja, har hon skjótt 20
ár aftan framvegis sveimar.
Madonna kom til legendar-
iska disco-produsaran Nile
Rodgers og segði: “Vit
kunnu ikki arbeiða saman,
um tær ikki dámar hetta.”
Produsarin svaraði: “Tað
góða við tí er, at mær dám-
ar tað ikki nú, men tá eg
eri liðugur at arbeiða við
tí, fari eg at elska tað.”
Lagið, sum í skeivum
hondum skjótt kundi verði
ein pínlig parodi upp á
smagloysi, fekk rættiligt
lív við kønu hond Rodgers.
Eitt nú valdi hann at brúka
veruliga tónleikarar heldur
enn maskinur, ið eyðkennu
fyrstu plátuna hjá Mad-
onnu.
Hóast Madonna ikki
sjálv hevur skrivað lagið,
so gjørdist hetta sangurin,
sum fram um allar aðrar
legði lunnar undir tað, ið
seinni fekk heitið ‘girl
power’, og í tí ríkinum
valdar ongin ivi um, hvør
drotningin framvegis er…
5. BILLIE JEAN
Ár: 1982 sangskrivari:
Michael Jackson
Um eitt lag var orsøkin til,
at Thriller skuldi gerast
heimsins mest selda pláta
við 40 milliónum eintøk-
um, so var ongin ivi um,
hvat tað var. Billie Jean
herjaði alheims tónatindar
í mánaðarvís og var eisini
fyrsta lagið, har ein svartur
sangari slapp gjøgnum
hvítt-fikseraða nálareygað
hjá MTV. Lagið broytti
snøgt sagt poppheimin.
Sangurin um Billie Jean
er sprottin úr eini nervandi
røð av brøvum, sum Mich-
ael Jakson fekk frá eini
sjúkligari kvinnu, ið vildi
vera við, at Jakson var
faðir at hennara barnið, og
har hon loksins kravdi, at
hann átti at gjørt enda á
sær sjálvum ( sí tekstin:
Billie Jean/ She’s not my
lover/ She’s just a girl/Who
thinks that I am the
one/But the kid is not my
son).
Legendariski Quince
Jones, ið produseraði
Thriller, hevur sagt um
lagið: “Um so onkur rendi
á teg við einum lastbili, so
kundi tú kortini hoyra, at
hasin sangurin var eitt hitt-
lag.” Aftrat einfalda beati-
num og runtgangandi bass-
inum, so er tað eisini fram-
úr góða sang presentasjón-
in frá Michael Jackson, ið
berur lagnum uppi.
6. I WANT TO HOLD
YOUR HAND
Ár: 1964 sangskrivarar:
John Lennon, Paul
McCartney
Tað var við hesum lagnum,
at Beatles fepurin rakti
Amerika, sum fram til tá
annars hevði verið púrasta
óimponerað av enskum
beat-tónleiki. Lagið er
skrivað av Lennon og Mc-
Cartney, sum báðir sótu
við klaverið og royndu at
skriva eitt hitt-lag, so The
Beatles sum tann fyrsti
Her eru teir! 100 teir bestu
poppsangirnir! Ella…?
Amerikanska tónleikaritið Rolling Stone og MTV America hava talað. Við útgangsstøði í The Beatles og teirra lending í Amerika, halda tey seg
vita, hvørjir hundrað teir bestu poppsangirnir eru frá 1964 og frameftir. Tað finst helst ongin lesari, sum tekur undir við hesi raðfesting. Listin
berur eisini greiðar ábendingar um, hvussu ymiskt Evropa og Amerika raðfesta løg. Við føroyskum oyrum munnu fleiri av løgunum kennast
sum tann reina tokutala. Lesið her kortini, hvussu 10 tey fremstu løgini sóu dagins ljós
1.
Yesterday - The Beatles
2.
(I Can’t Get No) Satisfaction - The Rolling
Stones
3.
Smells Like Teen Spirit - Nirvana
4.
Like A Virgin - Madonna
5.
Billie Jean - Michael Jackson
6.
I Want To Hold Your Hand - The Beatles
7.
Respect - Aretha Franklin
8.
With Or Without You - U2
9.
I Want You Back - The Jackson 5
10.
I Want It That Way - Backstreet Boys
11.
Hotel California - The Eagles
12.
Where Did Our Love Go - The Supremes
13.
Sweet Child O’ Mine - Guns N’ Roses
14.
Brown Sugar - The Rolling Stones
15.
Imagine - John Lennon
16.
Nothing Compares 2 U - Sinead O’Connor
17.
Superstition - Steve Wonder
18.
Losing My Religion - R.E.M
19.
Vogue - Madonna
20.
Like A Rolling Stone - Bob Dylan
21.
Brown Eyed Girl - Van Morrison
22.
Beat It - Michael Jackson
23.
Oh, Pretty Woman - Roy Orbison
24.
What’s Going On - Marvin Gaye
25.
Baby One More Time - Britney Spears
26.
Go Your Own Way - Fleetwood Mac
27.
When Doves Cry - Prince
28.
MmmBob - Hanson
29.
Bohemian Rhapsody - Queen
30.
Your Song - Elton John
31.
Smooth - Santana
32.
(Sitting On) The Dock Of The Bay - Otis
Redding
33.
My Generation - The Who
34.
Ironic - Alanis Morissette
35.
Born To Run - Bruce Springsteen
36.
Waterfalls - TLC
37.
O.P.P - Naughty by Nature
38.
Changes - David Bowie
39.
Iris - Goo Goo Dolls
40.
I Will Always Love You - Whitney Houston
41.
Proud Mary - Creedence Clearwater Revival
42.
Every Breath You Take - The Police
43.
Miss You - The Rolling Stones
44.
Dancing Queen - Abba
45.
Tears In Heaven - Eric Clapton
46.
The Tracks Of My Tears - Smokey Robinson
47.
Jump - Van Halen
48.
Jeremy - Pearl Jam
49.
Tangled Up In Blue - Bob Dylan
50.
Little Red Corvette - Prince
51.
Just My Imagination - The Temptations
52.
Maybe I’m Amazed - Paul McCartney
53.
Faith - George Michael
54.
Under The Brigde - Red Hot Chili Peppers
55.
Bye Bye Bye - ‘N Sync
56.
I Will Survive - Gloria Gaynor
57.
Our Lips Are Sealed - The Go-Go’s
58.
One Headlight - The Wallflowers
59.
You Are The Sunshine Of My Life - Steve
Wonder
60.
Just The Way You Are - Billie Joel
61.
The One I Love - R.E.M.
62.
Papa Don’t Preach - Madonna
63.
In My Life - The Beatles
64.
Bennie And The Jets - Elton John
65.
Just What I Needed - The Cars
66.
Time After Time - Cindy Lauper
67.
My Name Is - Eminem
68.
Only Happy When It Rains - Garbage
69.
Just Can’t Get Enough - Depeche Mode
70.
Good Vibrations - Beach Boys
71.
I Wanna Be Sedated - The Ramones
72.
Free Fallin - Tom Petty
73.
Do You Really Want To Hurt Me - Culture
Club
74.
Tiny Dancer - Elton John
75.
Hot Fun In The Summertime - Sly and The
Family Stone
76.
Creep - Radiohead
77.
Let’s Stay Together - Al Green
78.
Longview - Green Day
79.
Nasty - Janet Jackson
80.
I Need Love - LL Cool J
81.
Don’t Speak - No Doubt
82.
Rock With You - Michael Jackson
83.
I Want To Know What Love Is - Foreigner
84.
Wonderwall - Oasis
85.
Surrender - Cheap Trick
86.
Don’t You Want Me - The Human League
87.
Brass In Pocket - The Pretenders
88.
Gone Till November - Wyclef Jean
89.
Careless Whisper - Wham!
90.
The Boy Is Mine - Brandy and Monica
91.
No Diggity - Blackstreet
92.
You Shook Me All Night Long - AC/DC
93.
Stayin Alive - The Bee Gees
94.
All The Small Things - Blink-182
95.
Good Times - Chic
96.
PhotoGraph - Def Leppard
97.
Love Shack - The B-52’s
98.
She Drives Me Crazy - Fine Young Cannibals
99.
Just A Friend - Biz Markie
100. Tainted Love - Soft Cell
kelda: Rolling Stone - MTV America desember 2000
Topp 100 listin
Við einum stroki vóru hársprei 80’ini skolaði út á Buchwald og Alternative Nation sá dagsins
ljós. Alla skyldina hevði Kurt Cobain og hansara bólkur Nirvana
Like a Virgin var lagið, sum sendi Madonnu til skíggja, har hon skjótt 20 ár aftan framvegis
sveimar
– Alt sum Rolling Stones høvdu gjørt frammanundan var spennandi, men Satisfaction dróg
samanum, segði Mick Jagger við Rolling Stone
Greinin endar á síðu 26
The Beatles royndu upprunaliga at spæla sangin í traditionellum høpi, har eitt nú John Lennon
spældi orgul. Men tað riggaði ikki ordiliga. Paul McCartney hevur sagt um hugskotið at leggja
strúkarar á, at honum dámdi tað einki. »Vit eru ein rockbólkur. Eg vil ikki hava syrupp á«,
segði hann við George Martin