Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult27 cyan27 magenta27 svart27 26 Nr. 76 - 21. apríl 2001 gult26 cyan26 magenta26 svart26 Eingin kavi nakrastaðni, klár- ur himmal og sól, tað er eing- in ivi um, at nú er várið eisini komið til Oslo. Várið kom ikki so lýðandi, tað kom tann morgunin, útvarpsmaðurin kunngjørdi, at tað vóru pluss- gradir úti. Ein vika gekk og so var allur kavin sum hevði ligið sum eitt reint og fjalandi teppi um alt Oslo, burtur vekk! Fram úr tí fjalandi hvíta kom grasið, løgið at tað aftaná 4 samfullar mánaðir undur kava- num, enn var har. Fram komu eisini røðir av marglittum súkklum sum høvdu verið í hi undur kavanum, nú skríggjaðu tær eftur olju, luft og pedal- tramparum, og tað var jú mik- ið passandi eftirsum skíðum- støðurnar nú vóru burtur. Eg sum annars endiliga hevði megnað at sleppa undan teim- um eftirhándini vælkendu bláu merkjunum, (kavin er sanni- liga ikki altíð so bleytur sum hann sær út til). Tað sum várið her mest av øllum manglar, er tey jarm- andi smálombini, eitt tað mest hugaliga ljóði eg kenni. Ístað- in er Oslo ljóðdálkað av ein- um fugli, sum eitur »skjære«. Líka vakur sum hann er at hyggja at, líka so ljótt letur hann - hart, snjalt, samman- hangandi og ræðuligt, einki sóritt romantiskt pipp, pipp. Eg havi samkenslu við teim- um mongu, sum skjótt skulu til prógvtøku og tíðskil hava skift kaféirnar út við lesisalin, tey fáa neyvan konsentrerað seg um annað enn hendan larmandi fuglin. »Skjærar« ella ikki, eingin ivi er um, at fólk eru í várhýri, tey kasta ikki bara teir tungu frakkarnar frá sær, men eisini tað stundum myrka vetrarlag- ið. Pannurukkurnar vera út- skiftar við smíl og lættari gongulag, á caféunum sita fólk í sólbrillum og sneiða andliti móti sólini, tey súgva orku úr teimum lívgevandi heitu geislunum, og tey longu ljósu kvøldini verður orkan brúkt til at ganga túrar og njóta angan av tí spakuliga vaknandi náttúruni. At Noreg er eitt stórt og fjøltátta land fult av mótsetn- ingum, funnu vit útav, tá vit um páskini saman við 80% av Oslobúgvunum hildu fjalla- páskir, ístaðin fyri asfaltpásk- ir. Vit páskaðust í Lillehamm- er økinum, í næstan 1000 metra hædd yvir havinum. Har var tað so sanniliga ikki vár, har lá kavin metur tjúkkur og allastaðni gingu vælílætnir norðmenn á skíð. Hesin fjalla- hýrurin var tó ikki so ymiskur frá várhýrinum í Oslo, tann spontana gleðin var har, ja sjálvt sólbrillurnar og fartele- fonin vóru við. Eg havi lisið, at norðmenn eru teir, sum nýta fartelefon mest í heiminum, tað er ikki ringt at trúgva, tá man sær hesar sunnu skíðgangandi norðmenninar sita við mat- pakka og termokannu mitt úti í kavaoyðimørkini og tosa í telefon, ella tá man skíðar av- stað saman við øðrum og tað mitt í kavakvirruni fer at ringja! Fyri mær tykist hetta so skeivt og harmiligt, eg skilji slettis ikki, at so nógv fólk hava so sterka trongd til altíð at vera fullkomuliga tøk fyri umheiminum, hvat eru tey bangin fyri, fyri kvirruni, fyri sær sjálvum! Aftur í Oslo og á universi- tetinum, er tað eyðsæð, at far- telefonin hevur tikið yvir, og at eg helst má venja meg við allan tann óhøviska og at- burðin, sum hon viðførur. Eg hugsi um, hvussu tað ber til at so fá hugsa sum eg, og um tað kanska eri eg sum eri full- komuliga afturútsigld, eftir- sum eg enn ikki dugi at skilja allar fyrimunirnar við nýskap- andi tøkni. Men eitt veit eg, sólin skínur enn, og fer helst at skína í nakrar mánaðir, og eg haldi so avgjørt ikki, at tað er tíðin at hugsa ov nógv, tá skal man heldur bara njóta og vera so spontanur og frælsur sum møguligt. Vár í Noreg TELDUBRÆVIÐ Frá: Duritu Holm, Oslo duritaholm@hotmail.com Dagur 16.04.2001 Til: eirikur@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti bretski poppbólkurin kundi sleppa gjøgnum amerik- anska nálareygað. Hetta eydnaðist til fulnar. Nakrar mánaðir seinni vóru fimm Beatles-løg ovast á hitt- listanum í USA. Eitt bragd, sum helst aldrin verður sligið. Svartskygni valdaði í USA, eftir at John F. Kennedy var skotin í nov- ember 1963, og Rolling Stone vil vera við, at við bjartskygna lagnum I Want To Hold Your Hand - sum kom út í januar 1964 - fekk amerikanski ung- dómurin aftur trúgv upp á framtíðina. 7. RESPECT Ár: 1967 sangskrivari: Otis Redding Í seks ár hevði Aretha Franklin roynt seg, uttan at nakað hitt-lag kom frá hennara hond. Tað var ikki fyrr enn hon tók lagið hjá Otis Redding, sum hann hevði útgivið tvey ár frammanundan, at svarta songkvinnan við sterku gospelrøddini sló ígjøgnum av álvara. Produsarin Jerry Wexler sigur frá, hvussu Aretha kom inn í studio við einum heilum arrangementi, sum hon sjálv hevði gjørt av lagnum. Hon sat við eitt klaver og spældi ymsar tónar, sum studiotónleikar- arnir lurtu eftir og síðani spældu. 50 ára gamli Wex- ler sigur við Rolling Stone: “Eg havi verið í mongum studioum í mínum lívi, men upplivdi ongantíð ein dag, sum tann dagin, tá Aretha spældi inn Respect. Tað var sum ein festivalur. Alt riggaði.” Nú meira enn tredivu ár aftan á eru tey framvegis mong, sum halda, at hetta er besta upptøkan, sum Aretha Franklin nakrantíð hevur gjørt. 8. WITH OR WITHOUT YOU Ár: 1987 sangskrivarar: U2 U2 høvdu ein trupulleika, tá teir royndu at spæla inn With Or Without You, sum gjørdist tað heilt stóra hitt- lagið av klassikaranum The Joshua Tree. Sambært bassleikaranum Adam Clayton, so ljóðaði lagið ov søtt og sentimentalt. “Bono bleiv við at siga, ‘lata vera sum er’, men tað ljóðaði ikki sum eitt lag, ið vit vildu hava við á okkara plátu. So vit fóru tann øvugta vegin og royndu at rista eitt sindur í lagið.” Undir kønari leiðslu av produsarunum Brian Eno og Daniel Lanois broyttist úttrykkið almikið, tá Clay- ton skrúvaði upp fyri bass- inum og serliga Edge fór eftir einum meira atmos- feriskum guitarljóðið, sum eisini skuldi gerast hansara serliga vørumerki frameftir. U2 vóru eisini fullvísir í, at lagið, sum nú eisini hevði fingið elektroniskar trummur, ongantíð fór at fáa ein kjans á útvarps- støðunum. Men teir fóru lukkuliga skeivir. Lagið sendi U2 heilt framm í oddin, har teir hava verið síðani. Orðini hjá Bono fingu eisini fólk at spyrja, um teksturin mundið vera ein sangur til Jesus, hjúna- bandið, lurtaraskaran hjá U2 ella kanska til bólkin sjálvan. “I Can’t live with or without you” sang Bono og útvarpsstøðir kring all- an heim tóku alt fyri eitt lagið til sín. Clayton viðgongur, at teir kundu aldrin heilt finna út av, hvønn lagið var skrivað til. “Sannleikin er eitt sindur av øllum. Guð, kærleika, lurtararnar, orkestrið.” 9. I WANT YOU BACK Ár: 1969 sangskrivarar: Freddie Perren, Deke Richards, Fonce Mizell, Berry Gordy Jr. Michael Jackson var bert ellivu ára gamal, tá familju orkestrið Jackson 5 spældu inn I Want You Back, sum skuldi gerast klassikarin frá Jackson five, sum síð- ani fingu fýra onnur løg, ið eisini rukku ovastu rók á hitt-listanum ú USA. Jakson 5 høvdu sáttmála við plátufelagið Motown, ið var eitt plátufelag serliga ætlað svørtum art- istum. Høvuðsskrivstovan flutti júst um hetta mundi úr Detroit til Los Angeles og hetta merkti eisini, at nýggir sangskrivarar skuldu finnast til legendar- isku sangskrivararnir/prod- usararnir Holland-Dozier- Holland, sum upp til tá høvdu gjørt at kalla alt, sum smakkaði av landa- plágum fyri Motown. Lagið endaði hjá fram- leiðslufelagnum Corpora- tion (Deke Richards, Fred- die Perren, Alphonso Mi- zell og Berry Gordy Jr., sum eisini var stjórin hjá Motown. Hesir men skriv- aðu lagið við serligum atliti til ellivu ára gamla Michael Jackson. 10. I WANT IT THAT WAY Ár: 1999 sangskrivarar: Max Martin, Andreas Carlsson Ivi valdaði at byrja við. “Tá vit hoyrdu lagið, hildu vit tað vera skrambul”, viðgongur Nick Carter úr Backstreet Boys, um lagið, ið skuldi gerast tað mest seljandi single-lagið hjá amerikanska sangbólkinum. Burtursæð frá niðurlagnum, so geva orðini í versinum onga meining. Dømið: “Now I can see that we’ve fallen apart/From the way that it used to be, yeah.” Aftur hesaferð komið lagið frá svensku hitt- verksmiðjuni Cheiron Studios í Stockholm. Rolling Stone viðgongur, at sjálvt um orðini eru ivasom, so er ongin ivi um niðurlagið og sterka melodiin. Kortini vóru limirnir í Backstreet Boys onki serligt við upp á, at lata hetta vera teirra fyrsta singlelag av nýggju fløguni. Plátufelagið Jive sannførdi tó limirnar um, at hetta var tað rætta lagið at byrja við, sjálvt um tað var ein hálvgum ballada. Leikur vísti, at rætt var satsað. Framhald av síðu 25 Í dag verður gjørt av, um føroyska álopsessið hjá FCK skal sita á beink- inum í morgin, ella um hann skal bíða eina viku afturat SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað er um tað lagið, at Todi Jónsson verður við í FCK hópinum, tá teir í morgin skulu spæla ímóti grannunum úr AB. Todi hevur vant saman við hinum FCKarunum í hesi vikuni. Hósdagin vandi hann fyri fyri fyrstu ferð saman við liðfeløgunum, og tað gekk væl. Spurningurin er so, hvussu tað tørnar út í dag, nú trýstið hevur verið stórt á lærinum í tríggjar dagar. Eingin ivi er um, at Roy Hodgson fegin vil hava Toda í hópin. Bæði tí at Todi verður mettur sum annar av vanda- miklastu álopsspælarun- um í felagnum, og tí hin vandamikli maðurin ikki er tøkur. Sibusiso Zuma er leikbannaður, og tað hevur við sær, at tað verða Pascal Simp-son og Heine Fernandez, sum í morgin vera teir báðir fremstu hjá FCK. Hvørki hjá øðrum ella hinum hevur tað roynst nakað serligt, síðani teir komu til FCK. Tað hevur ikki verið roknað við, at Todi verður førur fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Todi og teir í FCK halda tað vera ráðiligt at hann verður við í morgin, so verður tað sum ein av monnunum á beinkin- um. Eftir at tað gekk út av lagi illa í heyst, so tykist AB at vera komið fyri seg. Teir hava ikki tapt í fýra teimum síðstu landskappingardystun- um. 2. páskadag vunnu teir 4–0 á Lyngby. Hóskvøldið var AB í Holsterbro og spældi fjórðingsfinalu í steypa- kappingini. Heimaliðið, sum hoyrir heima í triðju bestu deildini, helt leingi tørn, men at enda vann AB 2–1. Torført hjá Herfølge Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge kunnu gleða seg um, at teir hvørki taptu skírisdag ella 2. páskadag. Teir megnaðu 1–1 javnleik á heimavølli ímóti Viborg og 2–2 javnleik í torføra útidystinum í Brøndby. Trupulleikin er kortini tann, at javnleikirnir geva ov lítið í stigapos- an, og tískil er Herfølge framvegis niðanfyri strikuna. Í morgin skulu teir spæla á útivølli ímóti FCM, sm rættuliga hev- ur blandað seg í odda- stríðið. Kanska vera teir í FCM eitt sindur moyr- ari í morgin, enn teir í Herfølge fara at vera. Hóskvøldið var FCM í Keypmannahavn og spældi fjórðingsfinalu í steypakappingini. Á Eysturbrúgv stóð 1–1, tá vanliga leiktíðin var farin. So var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping. Stríðið úr ellivu metrum tapti heimaliðið, B93, 4–3, og so var FCM komið í hálvfinaluna. Brøndby snávaði aftur Eftir vónbrotið 2. páska- dag, tá Brøndby misti 2–0 leiðslu ímóti Her- følge (dysturin endaði 2–2), var oddaliðið í superliguni aftur fyri vónbrotið hóskvøldið. Tá var Brøndby í Viborg og spældi fjórðings- finalu í steypakapping- ini. Viborg, sum vann steypakappingina í fjør, vann 2–0, og harvið hevur felagið úr dóm- kirkjubýnum møguleika at endurvinna steypa- kappingina, meðan Brøndby rættuliga slikk- ar sárini. Síðsta fjórðingsfinal- an var í Århus, har botn- liðið í næstbestu deild- ini, FC Århus, hevði vitjan av Silkeborg, sum hevur verið sannførandi í landskappingini. Silke- borg vann 1–0. Hálvfinalurnar í donsku steypakapping- ini verða 2. og 10. mai. Sum vanligt so verður finalan í Parkini Kristi Himmalferðardag. Hann verður hósdagin 24. mai. Nr. 76 • leygardagur • 21. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Todi er aftur á trappuni Lutakastið um fjórð- ingsfinalurnar í kappingini um Løg- manssteypið var fríggjamorgunin, og líkt er til, at talan verður um fýra spennandi fótbólts- dystir LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Ein dystur millum odda- liðini frá undanfarna kapp- ingarári. Ein dystur millum tvey av liðunum, sum und- an hesum árinum hava dubbað seg mest. Ein dystur millum eitt KÍ lið, sum eingin rættiliga kennir styrkina á og eitt sterkt aðru deildarlið, og at enda ein lokaluppgerð í Eystur- oynni. Soleiðis lagaði tað seg í stuttum, tá lutur varð kast- aður um dystirnar í fjórð- ingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum fór fram í Studio 5 hjá Útvarpinum fríggjamorg- unin. Spennandi dystir Sostatt er líkt til, at talan verður um nakrar sera spennandi dystir sunnu- dagin, tá tær fýra fjórðings- finalurnar verða blástar ígongd. HB og VB lógu megin- partinum av árinum í fjør lið um lið í landskapp- ingini, og tá báðir dystirnir millum liðini endaðu javnir, tykist talan her at vera um ein sera spennandi dyst. Hinvegin vann HB stórt, tá liðini hittust í steypakappingini, og steypasiðvenjan hjá HB ger eisini, at teir helst mugu roknast fyri favorittar í hesum dysti. Á Toftum spæla B68 og B36, og hetta tykist eisini at gerast ein spennandi dystur. Undan árinum hava bæði feløgini spent bogan høgt, men enn tykist bert B68 at hava sýnt nakað, sum bendir á ein leiklut í oddinum. Hinvegin hevur B36 seinnu árini staðið seg væl á Toftum, so alt má metast sum púra opið undan hesum dystinum. Í Klaksvík má KÍ metast sum favorittur móti ÍF, men tó ikki meira enn so, at fuglfirðingarnir væl kunnu gera ein vørr. KÍ tykist enn ikki hava funnið rætta stevið, men hinvegin er Tomislav Sivic vanur við at royna eitt sindur av hvørjum í bólkaspælinum, so tað kann væl verða, at vit nú fara at síggja eitt meira málrættað KÍ lið. Seinasti dysturin verður í Runavík, har GÍ vanliga hevur gott tak á lokalupp- gerðini, men í ár tykjast runavíkingar tó at vera heldur betri fyri. Spurning- urin er tó, um hetta fer at røkka móti GÍ, tí sum sagt, so hava teir vanliga sera gott tak á runavíkingum, eins teir hava verið sera drúgvir í steypahøpi, so alt í alt tykist talan at vera um fýra sera opnar hálvfinalur. Dystirnir eru hesir: dystur dómari HB-VB Súni Johansen B68-B36 Lassin Isaksen KÍ-ÍF Oddmar Andreasen NSÍ-GÍ Petur Hansen Í hálvfinalunum skulu vinnararnir av fjórðings- finalunum leika soleiðis yvir tveir dystir. Fyrst nevnda liðið eigur heima- vøll í fyrra dystinum: KÍ/ÍF-NSÍ/GÍ B68/B36-HB-VB Spennandi fjórðingsfinalur Í útvarpsstovuni vóru eisini umboð fyri FSF, sum tryggjaðu, at alt gekk rætt fyri seg. Her er tað Jens Erik Magnussen, sum dregur kúlurnar Mynd: Álvur Haraldsen