Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 76 - 21. apríl 2001 gult28 cyan28 magenta28 svart28 Nr. 76 - 21. apríl 2001 29 gult29 cyan29 magenta29 svart29 Hóast norska kapp- ingin bara er eitt umfar gomul, so verður tað longu tosa um Sogndal sum upplagdan niðurflytara TIPPELIGA Jóannes Hansen Í morgin fer Sogndal fyri fyrstu ferð í ár at royna seg á heimavølli í landskappingini. Sunnudagin tapti før- oyska felagið 3–0 í fyrsta umfarinum, og fjølmiðlarnir vóru eir- indarleysir í sínum metingum av avrikin- um. Tað verður longu tosað um, at Sogndal var so mikið trilvandi, at teir eru besta boðið upp á annað niðurflyt- ingarplássið. Í morgin kemur Lyn á vitjan, og tað verður ivaleysa torført hjá Juliani Johnsson, Kurt Mørkøre og hinum í Sogndal. Tað verður neyðugt at vinna stig- ini á heimavølli. Ann- an sunnudag verður tað neyvan lættari, enn tað verður í morgin, tí tá skal Sogndal spæla á útivølli ímóti Lille- strøm. Í Sogndal vísa teir á, at nervarnir spældu teimum eitt puss síðsta sunnudag. Teir rokna við og vóna, at tað verður frægari hesa ferð. Dysturin síðsta sunnudag var tann fyrsti í bestu norsku deildini hjá átta spælarum, og tað sást aftur. Tommy Øren, sum er norskur U–21 landsliðsmaður, verður hildin at vera týdning- armiklasti spælarin hjá Sogndal. Síðsta sunnu- dag var hann sjúkur, men nú er hann tøkur aftur. Norsku fjølmiðlarnir hildu ikki nógv um avrikini hjá føroysku landsliðsmonnunum. Julian Johnsson og Kurt Mørkøre fingu eitt tvey tal í part. Eingin fekk lægri karakter enn teir báðir. Julian spældi bara í 1. hálvleiki, og Kurt varð skiftur út, tá tað restaðu sjey minuttir. Tá vit fregnaðust var tað ikki greitt, um teir báðir føroysku spælar- arnir fóru at fáa møgu- leikan aftur í morgin, men tað fara vit at frætta meiri um í týs- dagsblaðnum. Stóra flaggdagsrenn- ingin hjá Bragdinum stendur nú fyri framman RENNING Tíðindaskriv Sum vant skipar Bragdið – felagið fyri frælsa ítrótt í Havn – fyri renning Flagg- dagin 25. Apríl. Byrjað verður niðri við Gamla Apotekið kl. 16,00, men lutakararnir møta í Jotoholuni ( miðbýnum ) Millum kl. 15.00 og 15.30 at fáa nummar hand- að. Teinurin er 7,2 km. Fyri tey eldru og 2 km. Fyri tey yngru. Tey eldru renna út eftir Havnargøtu og út á Nýggja keiøkið, niðan aftur og yvur við Strond har vent verður við Torgarðsgøtu. Heimaftur eftir Strandaveg- num og Havnargøtu. Síðani verður runnið runt um Café Natúr og rutuna einaferð enn. Tey yngru renna sam- an við teim eldru út á Nýggjakeiøkið at venda, men renna beina leið niðan til Gamla Apotek á mál. Øll byrjað í senn, og sum vant verða tveir aldursbólk- ar – Tey sum eru fødd í 88 ella seinni, og tey sum eru fødd í 87 ella fyrr. Eins og undanfarin ár verður verður skipa fyri firmakapping bæði fyri kvinnur og menn. Stovnar, virkir, skúlar og arðar fyritøkur kunnu stilla upp við einum ella fleiri liðum, har minst 3 og hægst 5 eru á hvørjum liði, og har 3 tær bestu plaseringarnar telja við. Eins og undanfarin ár er tað Føroya Shell sum stuðlar Flaggdagsrenning- ini, og síggja teir til at, skjótastið maður, kvinna, drongur og genta fáa steyp. Meðan nummar 1,2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðurs- merkir. Somuleiðis fáa vinnarnir av firmakapping- ini steyp til ognar. Bragdið leggur dent á, at renningin er fyri øll yngri sum eldri, og minnir á at freistin fyri tilmelding er Mánadagin 23. Apríl. Lýst er næri í blaðnum. Sogndal spælir fyri lívinum Millum uppskotini til aðalfundin hjá Flog- bóltssambandinum er eitt, har ætlanin er at umskipa kappingina hjá yngru deildunum AÐALFUNDUR Jákup Mørk Nú flogbóltsárið er lagt aftur um bak við galla- veitslu og tí sum har til hoyrir, tykist tíðin vera komin, har kappingarárið skal endurskoðast. Flogbóltssambandið hev- ur nevnliga aðalfund í dag, leygardagin, og sum vera man, eru ymisk mál, sum partarnir á hesum hava sett sær fyri at betra. Broyting hjá teimum yngru Eitt av fleiri spennandi uppskotum tykist vera eitt frá SÍ, har skotið verður upp at umskipa kapping- arreglurnar hjá yngru deildunum. Við verandi skipan kapp- ast hesi í ymsum felags- kappingum ígjøgnum árið, meðan sjálvt FM verður avgjørt í einari og somu kapping. Hetta kann sjálv- andi viðføra, at tað ikki altíð er tað liðið, sum hevur staðið seg best í árinum, sum vinnur FM, men hin- vegin tað, sum er best júst tann dagin, tá FM verður avgreitt. Frá SÍ verður skotið upp, at tað í fyrsta umfari verður talan um fýra kappingar, ið til samans skulu gera av, hvat lið kann rópa seg FM- vinnara. Talið av kapping- um kann sjálvandi økjast seinni, men fyri fyrst verða so kappingarnar hjá TB, Drátti, Fleyr og Mjølni settar sum avgerandi fyri FM heitið. Liðini fáa í kappingunum stig eftir, hvussu tey hava staðið seg, soleiðis at fremsta liðið fær trý stig, næstfremsta tvey, meðan triðfremsta liðið fær eitt stig. Einki er at ivast í, at eitt slíkt uppskot í longdini er meira rættvíst, tá talan skal vera um ein FM vinnara, men har afturat er í øllum førum ein onnur góð orsøk fyri at góðkenna eitt slíkt uppskot. Tað hevur nevnliga verið ein afturvendandi trupul- leiki, at uppmøtingin til kappingina á Tvøroyri ikki hevur verið eins góð, sum hon er til hinar kappingar- nar í landinum. Allar helst kemst hetta av fjarstøðuni, sum Suðuroyggin hevur til restina av landinum, men tá TB hinvegin altíð sendir síni lið kring landið, er ilt at síggja nakra haldgóða grundgeving fyri ikki at fara til Tvøroyri. Annars hevur SÍ eisini eitt annað broytingarupp- skot til fundin, og snýr hetta seg um reglurnar, sum yngru leikararnir dystast eftir. Í stuttum kann sigast um hesar, at miðað verður eftir at betra um rørstlu- og plaseringsevnið hjá yngru leikarunum, soleiðis at menningin av hesum kann gerast meira miðvís. Í samband við yngru leikararnar hevur eisini KÍF sent inn eitt broyting- aruppskot, har ætlanin er at minka um aldursmunin millum yngru leikararnar. Hetta skal ætlandi gerast, soleiðis at tveir árgangir hoyra til hvønn aldursbólk- in hjá yngru leikarunum. Einki er at ivast í, at stór- ur munur er á kropsligu styrkini hjá børnum fyrstu skúlaárini, og tí vildi eitt slíkt uppskot helst minkað um styrkismunin millum leikararnar fyrstu flogbólts- árini. Nakað sum møguliga kundi verið meira eggjandi fyri yngru leikararnar, tá hesi vita, at tey hinumegin netið í størri mun eru javn- aldrar. Kunnu tveitast út Millum uppskotini til fund- in, er eisini eitt uppskot frá Flogbóltssambandinum sjálvum, har skotið verður upp at broyta grein 14 b í kappingarreglunum. Hendan grein snýr seg um møguleikan at sekta eitt felag, um lið hjá felagnum ikki møtir upp til dystir, soleiðis sum hesir eru ásettir í leikskránni. Sum er orðingin í greinini soljóð- andi: »1. og 2. deild. Liðið koyrt úr kappingini, um tað ikki er møtt til tveir dystir.« Skotið verður upp, at orðingin í hesari framyvir verður soleiðis: » Møtir lið ikki til 2 dystir, avgerð starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kapp- ingini, ella onnur sekt skal verða givin.« Í uppskotinum verður eisini lagdur dentur á, at felagið, sum verður sektað, eisini skal hava møguleika at kæra málið til dóms- nevndina, um so er, at ónøgd er um avgerðina hjá kappingarnevndini. Undan hesum hevur eis- ini verið gjørligt at kæra slík mál til dómsnevndina, men við nýggju reglunum tykist umsitingin av málin- um at verða flutt nærri starvsnevndini. Tað er tó væntandi, at tað eisini framyvir verður meginregl- an, at lið verður koyrt úr kappingini, um uppmøt- ingin ikki er nóg góð, men fyrimunurin við regluni tykist vera, at umsitingin av hesi nú fyrst og fremst er flutt til starvsnevndina. Tað kunnu jú vera serligar umstøður, sum tala fyri at ganga ímóti meginregluni, og í slíkum førum er tað einfaldari, um tað er starvsnevndin, sum tekur avgerð í málinum. Áður var tað jú soleiðis, at liðið skuldi tveitast út, meðan tað við nýggju reglunum kann tveitast út. Verður spennandi Annars er eisini innkomið ein áheitan frá Nøvuni, har heitt verður á FBF um at býta dystirnar meira javnt yvir árið. Hetta fyri at sleppast kann undan, at einstøk lið skulu bíða í upp til ein mánað, meðan eingin dystur er á skránni, fyri síðani at leika fleiri dystir innan stutt tíðarskeið. Hetta tykist mest at vera ein spurninguri um at leggja kappingina til rættis, og lítið er at ivast í, at tey í FBF eru sinnað í at gera eina ítøkjuliga roynd at ganga áheitanini á møti. Sambært reglunum hjá FBF er skráin fyri aðal- fundin annars soleiðis, at eftir val av orðstýrara verð- ur fyrst greitt frá virki FBF’s í farna árinum. Síð- andi verður framløga av grannskoðaðum roknskapi, áðrenn innkomnu málini verða viðgjørd. At enda verður so vl av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara á skránni. Nýggj kapping til tey yngru Flaggdagsrenningin SÍ hevur sent eitt spennandi uppskot inn til aðalfundin, har miðað verður ímóti at umskipa kappingarári hjá yngru deildunum KUNNGERÐ um møguligar broytingar í byggisamtyktini og broytingar í bygdarskipanini fyri Vestmanna Kommunu Í sambandi við ætlan um at leingja galdandi byggisamtykt og bygdarskipan samtykti Vestmanna Bygdarráð, við heimild í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, á fundi 27. mars 2001 at leggja byggisamtykt og bygdarskipan fram til alment eftirlit. Við heimild í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, hevur Vestmanna Bygdarráð, treyt- að av loyvi frá Føroya Landsstýri, á fundi 27. mars 2001 somuleiðis samtykt at gera ávísar broyting- ar í bygdarskipanini fyri Vestmanna Kommunu. Samtyktin umfatar havnarøkið á Mørkini og Fitj- um, sum ætlanin er at broyta til neystalendi. Samtyktin umfatar matriklarnar 145g, 212a, 216f, 259a, 259b, 259c og 260a. Samtyktin umfatar somuleiðis vinnuøki og land- búnaðarøki í Miðalsbrekku. Ætlanin er at strika part av vinnuøkinum og at leggja sethúsaøki frá matr. nr. 282ax út ímóti Hórará. Samtyktin umfatar partar av matr. 282aæ,106i,21a, 311, 11c og 327. Kort og onnur skjøl viðvíkjandi byggisamtykt og ætlaðu broytingunum liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 23.apríl til 14.mai 2001, báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig,skulu vera Bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 23. juli 2001. Vestmanna Bygdarráð Sálarfrøðilig ráðgeving og viðgerð Frá 1. apríl arbeiði eg sum privatpraktiserandi sálarfrøðingur. Ring um nærri upplýsingar. Ása Ellefsen autoriseraður sálarfrøðingur Tlf. 318464 og 218464 Privatpraktiserandi sálarfrøðingur Sálarfrøðilig ráðgeving og viðgerð. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Marita Sámalsdóttir Petersen, aut. sálarfr. Magnus Heinasonargøta 20,Tórshavn Tlf. 31 32 29,Teldupostur: marisam@post.olivant.fo Tímalærarar til Fiskivinnuskúlan Søkt verður eftir tímalærarum at byrja á Fiski- vinnuskúlanum 1. august 2001 í hesum lærugreinum: Kunningartøkni á B-stigi (4 t/v) og Virkisbúskapi á B-stigi (6 t/v) Søkt verður eisini eftir avloysara frá 1. august til 12. oktober 2001 í: Matvøruframleiðslutøkni á B-stigi (4 t/v) og Matvørulæru á A-stigi (6 t/v) Umsøkjarar skulu hava prógv frá lærdum háskúla e.l., sum gevur førleika at undirvísa í lærugreinunum. Umsøkjarar við vinnuroyndum hava fyrimun. Tímarnir verða løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara um lærarar á Fiskivinnuskúlanum. Umsókn skal skrivast á serligt umsóknarblað, sum fæst á Fiskivinnuskúlanum ella frá Menta- málastýrinum.Meira fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran á Fiskivinnuskúlanum. Umsóknir við ljósprentum av próvskjølum o.ø. skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. mai 2001. Fiskivinnuskúlin Postrúm 96 350 Vestmanna — tlf. 424 573 Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo Føroya Studenta- skúli og HF-skeið Hoydalar FO-188 Hoyvík Tlf. +298 312973 · Telefax +298 318624 –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Frá 1. aug. 2001 er eitt 1/2 ársvikariat (august- desember) leyst at søkja í lærugreinunum donskum og týskum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum YF (Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara) og Før- oya Landsstýri. Umsókn á oyðublaði frá YF verður stílað til Mentamálastýrið, Tórshavn, men verður sent rektaranum: Mads A. Winther, Føroya Stu- dentaskúli og HF-skeið, Hoydalar, FO-188 Hoyvík. Avrit av prógvum ella úrskrift av próvtøkubók skal hjáleggjast. Umsóknir skulu vera rektanum í hendi í seinasta lagi 1. mai 2001. Bilur við skaða Fyri P/F Trygd selja vit ein Toyota Corolla 1.4 sedan 4 hurðar. Bilurin hevur skaða framman og verður seldur fyri hægsta boð yvir 50.000,- kr. sum hann stendur við skaða. Skrásettur fyrstu ferð 27.03.2000. Km. 21.000 P/F Reyni Service Bilasølan tlf. 313040 Lions Club Eysturoy Í sambandi við listaframsýning á páskum, hava vit funnið hesar vinnarar: Høvuðsvinningur atgongumerki……… Nr. 199 Gávukort á 1.000 kr. ………………… Nr. 13 I 1. Dráttur ……………………………… Nr. 36 J 2. Dráttur ……………………………… Nr. 66C 3. Dráttur ……………………………… Nr. 45 B 4. Dráttur ……………………………… Nr. 96H 5. Dráttur ……………………………… Nr. 43G Vinnararnir kunnu venda sær til: Johan Petersen Jógvan E. Joensen Tlf. 447942 Tlf. 443003 Roynt fólk søkist beinavegin til fastar uppgávur í Tórshavn, má kunna arbeiða sjálvstøðugt og verða álítandi. Talan er um kvøld, og møguliga dagvaktir. Ringið til Mary á tel. 313224. Vaskarí og Reingering Flaggdagsrenning 2001 Meldað verður til luttøku á tlf. 31 78 54 og 31 95 77 til og við mánadegnum 23. apríl. Luttøkugjald: Børn kr. 20. Vaksin kr. 30. Bragdið og Føroya Shell Reingerðarfólk Søkt verður eftir fólki til reingerð í Tvøroyrar Skúla, at byrja 1. mai 2001. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2001. Tvøroyrar Skúli