Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 167 - 30. august 2007 Toskurin hvørvur, og Norðuratlanthavið fær nýggj, men virðislítil fiskasløg. Hetta eru hørðu boðini til vinnuna frá havserfrøðingum UMHVØRVIÐ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Síðani 1980 er norski sjógv­ urin nógv hitnaður, og broytingin er størst við Svalbard, har miðalhitin er broyttur frá trimum kulda­ stigum til fimm hitastig. Hetta vísa veðurlags­ kanningar, sum normenn hava gjørt síðani 1920ini. Sambært Ole Arve Misund, granskingarleiðara frá Havforskningsinstituttet í Bergen, fer hetta at merkja, at toskurin hvørvur, meðan nýggj meira eksotisk fiskasløg koma í staðin. Samlaða fiskamongdin minkar ikki, men søluvirðið fer at minka. Veðurlags­ broytingarnar fara tí at hava stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna. Í dag hava granskarar, sambært Boga Hansen, so mikið holla vitan, at tær metingar, sum teir koma fram til, eru rættiliga álitandi. Óvissa er um framtíðar CO2 útláti, men sjálvt um politikarar klára at stegða allari dálking, so fer hitin framvegis at kvenka eitt sindur uppeftir, tí tað tekur tíð at finna eina nýggja javnvág. Høgni H. Debes, hav­ lívfrøðingur, greiddi frá, hvussu plantuæti var grund­ arlagið undir øllum lívið á havinum. Føroyskar máting­ ar av æti á landgrunninum byrjaðu ikki fyrr enn í 1990, og tí er ringt at fáa eina fullfíggjaða mynd av broytingum, men kanning­ arnar vísa, at gróðurin hevur verið fimm ferðir størri tey góðu árini í mun til tey ringastu. Høgni H. Debes vísti á at tá vetrarnir vóru kaldir, var góður gróður á landgrunninum. Men hann legði eisini áherslu á, at vistskipanin var meira kompleks, enn at tað bara er hitin sum avger alt. Vinnan fer eftir vinningi Ein av áhoyrararnum á ráð­ stevnuni var Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari. Hann hevur verið í vinnuni í nógv ár, og hann helt at serfrøð­ ingarnir er vornir meira varnir. ­ Serfrøðingarnir vóru meira skrásikrir fyrr. Men tað er nokk so at jú meira tú veit, jú meira uppdagar tú, hvussu nógv tú ikki veist. Men Olaf Olsen heldur tó, at tað er týdningarmikið, at fáa meira vitan um havið og fiskin. ­ Meir vitan er altíð góð, sum hann sigur. Bogi Hansen vísti á, at veðurlagið broytist orsakað av dálking. Føroyingar liggja millum mest dálkandi tjóðir í heiminum, um vit roknað per íbúgva, og fiskivinnan stendur fyri einum triðingi av føroysku dálkingini. Olaf Olsen sigur, at vinnan altíð roynir at fáa sum mest burturúr, og tá oljan er dýr, roynir vinnan sjálvandi at finna hættir at brúka minni olju. ­ Um vit rokna per kilo fisk, so brúka fiskiskipini í dag nógv minni orku, sigur hann og tekur sum dømi partrolarnir, sum góvu einu oljuminking á 40 prosent. Men føroyska vinnan er ikki isolera, leggur Olaf Olsen dent á. Útgerðin, sum verður nýtt, er til dømis útlendsk. Jens Olsen, stjóri á Fiska­ marknaði Føroya, heldur eisini, at vinnan ikki einans kann taka fyrilit fyri, hvat væntandi fer at henda í framtíðini, men er eisini noydd at laga seg til tær skipanir, sum virka í dag, og tey samfelagsviðurskifti, sum nú eru. ­ Men tað sjálvandi er tað eisini týdningarmikið at taka framtíðarútlitini við, sigur hann. Veðurlagsbroytingar hótta fiskivinnuna Í dag hava granskarar, sambært Boga Hansen, so mikið holla vitan, at tær metingar, sum teir koma fram til, eru rættiliga álitandi. Fiskastovnarnir broytast, tá veðrið broytist. Og allar framrokningar vísa, at ógvusligar veðurlagsbroytingar liggja fyri framman Millum áhoyrarnar var Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari. Hann helt temadagin vera áhugaverdan, men staðfesti, at serfrøðingarnir eru meira varnir nú enn fyrr. - Serfrøðingarnir vóru meira skrásikrir fyrr. Men tað er nokk so, at jú meira tú veit, jú meira uppdagar tú, hvussu nógv tú ikki veitst Olshana næstan tættur Nógv olja er eftir í tangunum á russiska trolaranum, men nú kemur lítið og einki upp úr skipinum. Olju­ sperrurnar, ið hava ligið á staðnum, blivu tiknar inn um vikuskiftið fyri veður, og tær eru ikki lagdar útaftur. Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni arb­ eiðir nú við at skipa eina framtíðar tilbúgving á stað­ num, har vrakið liggur. Samstundis verður arbeitt við at fyrireika útbjóðingina av arbeiðnum at taka oljuna úr skipinum. Fleiri feløg, sum eru áhugað, hava longu spurt seg fyri, veit útvarpið at siga frá. Vestara vág reinsað Tórshavnar Sløkkilið hevur tikið umleið 10.000 litrar av olju upp eftir dálkingina, sum var herfyri, og nú er at kalla einki eftir. ­Tað liggur onkur lítil hylur eftir, sum vit eru í ferð við at reinsa. Arbeiðið hevur gingið betri. Teir 10.000 litrarnir eru ein meting, men havast skal í huga, at í góðveð­ rinum er nakað væl helst eisini fordampað. So samlaða mongdin, sum er farin á sjógv, hevur verið rættiliga stór, sigur Hans David Hansen, átaksleiðari, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Hóast teir hava eina meting av, hvað­ ani oljan stavar, er eingin endalig staðfesting gjørd enn.