hósdagur 30. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 167 - 30. august 2007
Plátufelagið TUTL
hevur stórar ætlanir.
Um fá ár skal
føroyskur tónleikur
vera ein sunn
útflutningsvinna
Tónleikavinna
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Plátufelagið Tutl fyllur í ár
30 ár. Søgan um felagið
vísir eitt virki í støðugum
vøkstri, og gongur tað ta
leið, sum nevndin hevur
sett út í kortið, so verður
felagið um fýra ár eitt sunt
professionelt
útflutnings
virki. Felagið arbeiðir í løt
uni við eini ætlan, um at
seta fýra fólk í starv hjá
TUTL. Hesi skulu burturav
starvast við at menna brand
ið TUTL skapa nýggj sam
bond og útvega felagnum
inntøkur.
Tey fýra størvini eru ætl
aði fakfólki og verða lønt
hareftir. Hetta krevur sjálv
andi
nógva
fígging
í
byrjanini, men eftir trýfýra
ár skulu hesi fólka hava
fingið til vega inntøkur at
fíggja útreiðslurnar, og eftir
hetta skal avlop skapast.
Kristian Blak, dagligur leið
ari av TUTL og stovnari av
plátufelagnum sigur, at tað
er greitt, at føroyski markn
aðurin
ikki
kann
bera
útreiðsluni til fýra fakfólk,
tí skulu inntøkurnar koma
til vega gjøgnum útflutn
ing.
Uttanhýsis ráðgeving
Ætlanin er komin í lag í
samstarvi millum TUTL
nevndina, Kristian Blak,
eitt ráðgevandi felag, við
Boga Eliassen á odda, og
eksternu ráðgevarnar Gert
Sørensen, Elin Hentze og
Hergeir Eldevig.
Kristian er sera fegin um
samstarvið við ráðgevandi
felagið, ið byggir á stóra
vælvild frá Boga Eliassen.
Avtalan er soleðis, at
um ongar inntøkur koma,
so fáa tey heldur ongan
pening, sigur Kristian.
TUTL hevur aðalfund í
Miðlahúsinum í Vágsbotni
leygardagin 15. september
kl. 16.00, og tá verða limir
felagsins, ið eru tey, ið hava
givið tónleik út á plátufel
agnum kunnaðir um ætlan
irnar hjá felagnum.
Útlendskar útgávur
Føroyskur tónleikur hevur
verið í eini støðugari menn
ing seinastu nógvu árini, og
við hesum er virksemið hjá
TUTL eisini ment nógv.
Árið í ár setur felagið vænt
andi met í útgávum, og eitt
sum sæst á listanum yvir
útgávur seinastu árini er
vaksandi parturin av útl
endskum útgávum. Serliga
innan heims og fólkatónleik
er Tutl við at gerast eitt
áhugavert felag eisini hjá
útlendskum tónleikanøvn
um.
Nevnast kann tildømis, at
fløgan, sum vann heiðurs
lønina sum besta fløga við
fólkatónleiki á donsku fólk
atónleikaheiðurslønini
í
mars,
Akkrobakkus
hjá
Afenginn, er útgivin á før
oyska plátufelagnum. Aftur
í ár koma fleiri útlendskar
útgávur. Higartil eru tíggju
útgávur á skránni í ár.
Høvuðsparturin av vørun
um hjá TUTL er tó føroysk
ur tónleikur, og er ikki ætl
anin, at hetta skal vera
broytt. Kristian sigur, at
hann ikki ivast í, at fleiri før
oysk tónleikanøvn, kunnu
selja eins nógvar fløgur,
sum eitt nú Týr, Eivør og
Teitur gera, og hesi nøvn
ætlar TUTL at finna, hetta
kunnu gott vera listafólk,
sum í løtuni eru børn. Men
tey eru sambært Kristiani
til.
TUTL hevur gjøgnum
KTDepilin fingið skriv
stovu hjá SamVit, har plátu
felagið skal virka frá, í løt
uni verður arbeitt við at fáa
til vega neyðugu fíggingina.
Sambært Kristiani Blak er
stórur áhugi fyri at fíggja
átakið hjá TUTL, men av tí
at talan er um eina í føroysk
um høpi heilt nýggja vinnu,
so standa íleggjarar rættiliga
nógv á berum tá tað kemur
til vitan um hesa vinnu. Tey
skulu tí nýta nógva tíð at
seta seg inn í málið og
krevja
nógva
kunning,
áðrenn tey játta pening.
Í landsumsitingini er
ein positivur andi, fólk eru
farin at virða tónleik sum
vinnu, sigur Kristian Blak.
Umskipa
útbreiðsluliðið
Tutl hevur fyri stuttum
umskipað sítt virksemi fyri
at gera tað effektivari. Í hes
um sambandi er plátufelagið
farið í samstarv við Bóka
miðsøluna um at taka sær
av goymslu og útbreiðslu
fyri seg
Kristian Blak greiður frá,
at goymsluviðurskiftini hjá
Tutl hava verið sera óstøðug
í nógv ár. Tær 70.000 fløg
urnar, ið felagið hevur á
goymslu av 300 ymiskum
útgávum, hava ferðast kring
Føroyar frá stað til stað,
uttan at hava eina veruliga
fasta goymslu. Nù tekur
Bókamiðsølan sær av at
goyma og útbreiða fløgurnar
úr goymsluhølunum hjá
teimum á Hjalla.
Føroyskt plátufelag út í heim
Í nógv ár hevur Kristian Blak verið dagligur leiðari og sjálv ímyndin av TUTL, nú skal felagið gerast til eitt professionelt virki, ið kann vera ein veruligur viðleikari
hjá føroyskum listafólkum, ið ætla sær út í heim
Mynd: Jens Kr. Vang
Tiltøk fyri útisetar byrja aftur
Fyrsta vikuskiftið í Keypmannahavn plagar altíð at vera nakað
serligt. Teir flestu útisetarnir í býnum eru komnir upp á pláss aftur,
og fleiri nýggj andlit eru at síggja, nú eitt nýtt lestrarár byrjar. Av tí
sama plaga nógvir føroyingar at leita sær til tey tiltøkini í
Keypmannahavn, sum eru fyrst í september. Leygarkvøldið 1.
september spælir bólkurin Rok í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Bólkurin er mannaður við royndum tónleikarum, ið eru Signar í
Homrum, John Johannesen, Hans Ravnsfjall og Ólavur Enni Elisson.
Tað er dansifelagið Fótatraðk, ið skipar fyri tiltakinum.
Salt við nýggjari fløgu
Fyri knøppum trimum árum síðani trein kristiligi sangbólkurin
Salt inn á føroyska tónleikapallin við fløgu, ið hevði sama heiti
sum bólkurin. Fløgan varð væl móttikin og er framvegis javnan
at hoyra í loftmiðlunum, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi. Nú
kemur aftur ein fløga við heitinum, Salt – try again. Eins og hin
fyrra fevnir nýggja útgávan rættiliga breitt. Her eru bæði stillir,
yndisligir, popputir og slóðbrótandi acapella sangir, og so eisini
popputir og popp/rokkutir sangir við tónleiki. Salt syngja á bæði
føroyskum og enskum, og innihaldið fevnir bæði um gamlar sálmar
og sangir, umframt nýggjari tekstir.