Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 167 - 30. august 2007 At gera Føroyar til eitt valdømi er skaðiligt fyri fólkaræðið, tí tað tvingar veljararnar at atkvøða ímóti teirra sannføring. Skulu Sandoyingar vissa sær umboð á Løgtingi, noyðast teir allir at sláa manngarð um Gerhard Lognberg, øll vágafólk noyðast at velja Marjus Dam og allir vágbingar mugu taka lógvatak saman um Hendrik Old Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Verða Føroyar eitt val­ dømi fer tað at tvinga nógv­ ar veljarar til at velja ímóti teirra sannføring. Tað staðfestir Kári Peter­ sen, búskaparfrøðingur og politiskur eygleiðari. Hann sigur at tað eru rættiliga stórir vansar við at gera Føroyar til eitt val­ dømi. Verða Føroyar eitt val­ dømi, fer tað at vera mun­ andi torførari hjá øllum teimum smáu valdømunum at fáa umboð á Løgting. ­ Tað merkir, at vilja sand­ oyingar, vágafólk, suður­ oyingar, norðstreymoyingar og norðoyingar vissa sær umboð á Løgtingi, noyðast allir veljararnir at sláa mann­ garð um eitt einasta val­ evni. Kári Petersen sigur, at skulu sandoyingar vissa sær umboð á Løgtingi við Før­ oyum sum einum valdømi, noyðast teir at sláa mann­ garð um Gerhard Lognberg og at velja hann. Gerhard Lognberg varð fyrst valdur í Sandoy á seinasta vali og bara við at allir sandoyingar semjast um at velja hann, hava teir møguleika at fáa umboð á Løgting. Eisini onnur øki í landi­ num eru í somu støðu, at tey noyðast at semjast um at savna allar atkvøðurnar um eitt og sama valevni fyri at vissa teirra øki eitt umboð á Løgtingi. Kári Petersen sigur, at tað eru bara veljararnir í Suður­ streymoy og í Eysturoy, sum sleppa undan hesi kníp­ uni. Skaðiligt fyri fólkaræðið Hann heldur, at tað er bein­ leiðis skaðiligt fyri fólka­ ræðið, at vit fáa okkum eina valskipan, sum tvingar fólk til at atkvøða ímóti sínari sannføring fyri at tryggja sínum øki umboð á Løg­ tingi. Hann sigur, at ein avleiðing av hesum er, at vit fara at atkvøðubýtið ímillum flokkarnar fer at vera nógv skeivari enn tað er nú. ­ Vit hava eitt sindur av tí nú, at fólk velja persónligt, heldur enn politiskt. Soleið­ is hava ávís valevni av per­ sónligum ávum altíð fingið nakrar atkvøður, sum flokk­ urin tey umboða, ikki høvdu fingið, tí at veljararnir vilja hava umboð úr sínum øki á Løgting,. Tað er væl kent, at fugl­ firðingar slóu manngarð um Signar á Brúnni tann tíð tað var, tí tað, sum taldi mest, var at fáa fuglfirðing á Løgting. Tað sama gjørdi seg galdandi hjá Jógvan I. Olsen á Toftum og seinast, vit sóu hetta av álvara, var tá ið Kollfirðingar tóku lógvatak saman um Jákup Suna Joensen at vissa sær ein kollfirðing í Tórshavnar Býráð. ­ Hesa gongdina fara vit nú eisini at fáa upp í lands­ politikk. ­ Men gera vit Føroyar til eitt valdømi, fer hetta at sláa ígjøgnum av álvara, tí skulu smærru valdømini hava umboð á Løgtingi, noyðast tey at velja taktiskt og at taka seg saman um eitt valevni. ­ Vágum verður ein stórur partur av veljarunum tving­ aður at velja skeivt, tí tey vita, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava kanska ongan møguleika, so einasti møguleiki at vissa sær umboð á Løgtingi, er at sláa manngarð um ant­ in Marjus Dam ella Jørgen Niclasen. Í Sandoy veit velj­ arin, at Gerhard Lognberg hevur bestan møguleika at verða valdur, so vilja sand­ oyingar tryggja sær umboð á Løgtingi, noyðast tey øll at semjast um at velja javn­ aðarmannin. ­ So siga vit tað er ov nógvur lokalpolitikkur á Løgtingi nú, verður tað nógvar ferðir verri, tá ið Føroyar verða eitt valdømi, sigur Kári Petersen. ­ Veljararnir fara at verða noyddir at taka púra ósaklig atlit, tá ið teir velja. Ístaðin fyri at velja eftir sínari sann­ føring, noyðast teir at velja taktiskt fyri at tryggja sín­ um øki umboð á tingi. Verða Føroyar eitt val­ dømi, fara løgtingslimir kanska at føla, at teir standa í størri “skuld” til lokalu veljararnar og noyðast sostatt at føra enn meiri lokalpolitkikk, enn teir eru skuldsettir fyri at gera nú. Spurningurin er so, hvussu veruleikakent tað er, at veljarar í einum øki kunnu semjast um eitt ein­ stakt valevni? ­ Tað er ikki til at siga. Men tað einasta eg veit er, at vilja tey ymsu økini hava umboð á Løgtingi, noyðast tey at gera tað. Tað merkir, at valskipani tvingar veljar­ an at taka eina avgerð, sum er ódemokratist, tí tey sleppa ikki at atkvøða eftir sínari hugsjón. Órímiligir fyrimunur Kári Petersen sær eisini ein annan vansa í at gera Før­ oyar til eitt valdømi og tað er, at teir løgtingslimir, sum eru nú, fáa ein heilt órími­ liga stóran fyrimun. ­ Nýggj valevni fara ikki at fáa eitt bein til jørðina, hvussu skilagóð tey so enn eru, tí veljarin noyðist at satsa upp á tey tryggu kort­ ini og tað eru teir løgtings­ limirnir, sum longu eru. Teir vita, at atkvøðurnar til eitt nýtt valevni, eru púra farnar fyri skeyti. ­ Samstundis verður tað torført at sleppa við ódugna­ ligar løgtingslimir, tí velj­ arin fer ikki at tora at skifta út, men følir seg noydd at atkvøða fyri tí trygga. – Eisini tað er ein bági fyri fólkaræðið, tí tað tekur ein part av dynamikkinum úr politikkinum og forðar fyri, at nýggir politikarar sleppa framat. ­ Sum valskipanin er nú, ber tað til at fáa nýggj val­ evni fram, tó hóast tað ikki fær nóg mikið av atkvøðum, koma atkvøðurnar listanum til góðar kortini og tí eru tað eitt afturstig fyri fólka­ ræðið, at gera Føroyar til eitt valdømi, sigur Kári Petersen. Tvingar fólk at velja skeivt Verða Føroyar eitt valdømi er tað skaðiligt fyri fólkaræðið, tí tað fer at tvinga nógvar veljarar at velja fyri flokkum, sum teir als ikki taka undir við. Tað fer eisini at gera tað nógv torførari at sleppa av við ódugnaligar politikarar og tað verður næstan ómøguligt hjá nýggjum, skilagóðum valevnum, at sleppa framat í politikki Ninna sýnir fram á Hafnia Allan september mánaði verður listaframsýning í forhøllini á Hotel Hafnia. Tað er eitt nýtt navn í føroyskum listahøpi, Ninna Steinø av Tvøroyri, ið er fødd í 1968, sum sýnir fram. Tað, hon hevur at sýna fram, eru 14 vatnlitsmyndir. Talan er um abstraktar málningar og installatiónslist og framsýningin hongur uppi allan september mánað og hon verður verður sosstatt at síggja frá leygardegnum at rokna. Trygd fyllir 75 ár Í sambandi við, at tað í ár eru 75 ár síðani Trygd varð stovnað, skipar tryggingarfelagið fyri einum læruríkum og undirhaldandi seinnaparti 3. september frá klokkan 13 til 15 fyri innbodnum gestum í Norðurlandahúsinum, skrivar Trygd í tíðindaskrivi. Á skránni verður tónleikur við Brekku Brothers og Brandi Enni, dansiframførðsla við Vígdis, meðan Jákup Veyhe og Kim Hansen standa fyri undirhaldi. Harafturat fer Jens Carsten Nielsen frá Copenhagen Business School at halda ein fyrilestur um branding. Trygd vísir á, at fyrilesturin er rættiliga aktuellur fyri Føroyar, nú stig verða tikin til at gera landið sjónligt á heimskortinum.