hósdagur 30. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 167 - 30. august 2007
tíðindi
Ráevni í Eysturgrønlandi
Grønmlendska felagið Nuna Minerals er í ferð við at kanna,
hvørji ráevni eru at finna fram við grønlendsku eysturstrondini.
Tær seinastu fimm vikurnar hava fólk hjá felagnum tikið
umleið 1.000 ymsar royndir frá Tasiilaq og suðureftir, og tær
skulu nú kannast. Jarðfrøðingurin Anders Lie, sum stendur á
odda fyri kanningunum, sigur við útvarpið í Nuuk, at nakrar av
royndunum eru áhugaverdar, og tí eru vónirnar góðar, sigur
hann.
Evropa ynskir Hillary
Í Fraklandi og Týsklandi siga gott 40 prosent, at tey vilja hava
Hillary Clinton at vinna næsta forsetavalið í USA. Tað sæst í
einari meiningakanning, sum eisini vísir, at fyrrverandi
forsetafrúan er tað best umtókta forsetavalevnið í Bretlandi, Italia
og Spania. Eisini kanadiumenn vilja hava hana í Hvótu Húsini. Í
Fraklandi og Týsklandi er Barrack Obama á øðrum plássi, og tað
er hann eisini í Kanada.
Innspræningin
av 45 milliónum
krónum sum nýggjan
partapening í Smyril
Line og umleggingin
av lánum ger, at
Smyril Line nú er eitt
trygt felag fíggjarliga.
Men størsta uppgávan
hjá nýggja stjóranum
verður at finna
felagnum fleiri bein at
standa á
FLUTNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjár kom tíðindaskriv frá
Smyril Line, har greitt varð
frá, at felagið hevði fingið
tilført nýggjan partapening,
samstundis
sum
lánini
vórðu umløgd og afturgjald
ingartíðin longd. Og sam
bært nýggja stjóranum í
fyritøkuni, Andras Róin, er
hetta júst andarúmið, sum
Smyril Line so desperat hev
ur fyri neyðini.
– Higartil hevur fyritøkan
livað frá hondini í munnin.
Við nýggja partapeningi
num og umløgdu lánunum
ber fyri fyrstu ferð í mong
ár til, at gera ætlanir fram í
tíðina, fimm ár, tíggju ár.
Og tað er ein heilt onnur
støða, sigur Andras Róin.
Upprunaliga var Norröna
fíggjað av trimum útlendsk
um bankum, tveimum týsk
um og einum hálendskum.
Við umleggingini hevur
Føroya Banki tikið yvir
lánið í hálendska bankanum,
meðan hinir báðir týsku
framvegis eru við til at
fíggja skipið. Samstundis
er lánið, sum Føroya Banki
veitir, økt úr tíggju upp í
fimtan ár.
Eik er eisini ein lánveitari,
men nú er talan um eitt sam
takslán, har bæði Eik og
undirfeløg eru við. Alt í alt
fegnast Andras Róin um, at
lánini eru umløgd, og at
báðir teir stóru føroysku
bankarnir nú eru við til at
fíggja felagið.
Eisini hava Framtaks
grunnurin og TF Holding
umlagt lán til partapening,
og tað er jú ein ovurhonds
stór hjálp, og ikki minst, at
samstarvsfelagið hjá Smyril
Line, Blue Water, er vorðin
partaeigari við 20 milli
ónum.
Samlaðu lánini í felagnum
eru knappa hálva milliard.
Vaksandi søla
Hendan kapitalinnspræning
in hevur alt at siga fyri
Smyri Line.
Higartil hevur tað verið
ein mánaður á gangin,
tríggjar mánaðir á gangin,
stutt sagt ein kampur fyri at
yvirliva. Hetta er so fyrstu
ferð tey seinnu mongu árini,
í hvussu er síðani nýggja
Norröna kom, at vit kunnu
leggja langtíðar strategiskar
ætlanir fyri fimm, tíggju ár
fram í tíðina, sigur Andras
Róin.
Í kortinum liggur, at
farmaskip skal leigast at
røkja farmaflutningin um
summarið,
nakað,
sum
longu er roynt í ár. Smyril
Blue Water, flutningsfe
lagið, sum Smyril Line eig
ur saman við Blue Water,
leigaði Hoburgen til farma
flutningin, tí Norröna stutt
sagt ikki nøktaði tørvin á
bæði farmaflutningi og bil
um hjá ferðafólkinum.
Hetta skipið fór avstað
fyri seinastu ferð fyrra
dagin.
Um veturin nøktar
Norröna so dánt tørvin á
farmaflutningi og bilum.
Vit hava jú tann positiva
trupulleikan, at tað viðhvørt
manglar pláss; tað gongur
faktist so væl, sigur Andras
Róin, sum visir á, at hóast
hetta eyka skipið hevur
siglt í summar, so hevur
verið útselt á bildekkinum
á Norrönu í samfullar tríggj
ar mánaðir.
Og tað gongur betri og
betri hjá Smyril Line. Í fjør
hevði felagið ein vøkstur í
ferðaseðlasøluni
upp
á
oman fyri 20%, og higartil í
ár er vøksturin áleið 18% á
øllum rutum.
Á tí økinum hevur ging
ið framúr, men umborðsølan
er ikki nøktandi, so nú
skulu vit inn at hyggja upp
á tað, sigur Andras Róin.
Betra tænastuna
Tað vísir seg, at tá vit hava
9001000 fólk umborð, er
Norröna siglir í trygg