hósdagur 30. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 167 - 30. august 2007
Eivør »bleyt og keðilig«
Hetta tykist niðurstøðan at vera, tá Politiken ummælir nýggju
fløguna hjá Eivør, »Human Child«. 2003 útgávun »Krákan«
veður viðmæld til tey, ið vilja uppliva Eivør í sínum rætta
elementi. Um nýggju fløguna sigur ummælarin: »Hver for sig
er sangene ikke kedelige, men heller ikke særprægede nok til,
at man for alvor lægger mærke til dem, og Eivørs klangrige
stemme lyder for det meste som en nedtonet version af
Annisette i spidsen for et meget søvnigt ensemble af irske
kirkemusikere. Det er lækkert nok, men alt for ensartet i
melodi, tempo og indhold.« Ummælarin kallar løgini spinkul
og heldur framleiðsluna vera ov bleyta og keðiliga.
Nýggj viðgerðarstova letur upp
Zonan kallast nýggj viðgerðarstova í zoneterapi, sum er latin upp í Havn.
Zoneterapi – ella sonuviðgerð – er ein alternativur viðgerðarháttur, ið hevur til
endamáls at geva javnvág aftur í likamið. Tað eru systrarnar Sonja Síminardóttir
og Martha Sigurstein, ið hava tikið stig til nýggja virksemið. Tær tóku í 2001
útbúgving á á Vestegnens Zoneterapeutskole, ið er ein góðkendur skúli av SAB
(Sammenslutningen af Alternative Behandlere), skriva tær báðar í tíðindaskrivi.
Eisini eru tær í gongd við víðariútbúgving frá Innowell.
um sjógvi
kapasiteturin og tænastu
støðið umborð ikki nøkt
andi. Tað uppstanda køir,
bæði í handlunum og á mat
støðunum, so tað er nakað,
vit fara at gera nakað við
nú, sigur Andras Róin.
Hann viðgongur eisini, at
kærurnar hava verið nógvar,
bæði hvat hesum omanfyri
nevnda viðvíkur, men eisini
tá tað kemur til reinførið
umborð.
Tá 13001400 ferðafólk
skulu í land og umborð, og
alt skal gerast reint í teirri
avmarkaðu tíð sum er, so
eru trupulleikar við at náa
runt allastaðni. Tað verður
so nakað, vit fara at leggja
okkum eftir at betra um,
sigur Andras Róin.
Annars skal Norröna í
dokk í oktober mánaði, og
tá er ætlanin at gera fleiri
broytingar
og
ábøtur
umborð. Fyrst og fremst
skulu stabilatorarnir umvæl
ast. Tað hevur verið ein
stórur trupulleiki gjøgnum
longri tíð, men stjórin metir,
at teir nú hava funnið fram
til eina loysn á hesum máli
num.
Haraftrat skulu umstøð
urnar betrast í handlunum
og í galluni. Handlarnir
skulu fáa størri pláss og tað
skal gallan eisini. Hetta
skal gerast á ein slíkan hátt,
at tað ikki gongur út yvir
kahúttkapasitetin.
Hetta hevur ikki verið
møguligt at gjørt fyrr, tí
pengar hava snøgt sagt ikki
verið til at gjørt hetta fyri.
Andras Róin sigur, at
arbeitt verður hart fyri at
finna eitt farmaskip at
avloysa Norrönu, meðan
hon er í dokk.
Rutukervið
Nýggi stjórin á Smyril Line
sigur, at nýggja rutan til
Skotlands hevur víst seg at
gingið væl. Fòlk hava tikið
væl ímóti hesu nýggju leið
ini, og sjálvt um roknast má
við, at tað tekur tíð at
byggja upp eina nýggja
rutu, so hevur verið útselt á
fleiri túrum til Skotlands.
Tankin aftanfyri er jú, at
vit á tann hátt skulu fáa
fleiri fólk til Føroya á veg
til Íslands, og tað hevur víst
seg at virka væl. Og fyri
fyrstu ferð hava vit havt
útselt á rutuni til Íslands.
Siglingin upp á Hetland
heldur uppat í ár, og hóast
hetlendingar sjálvandi harm
ast um hetta, so skilir het
landski nevndarlimurin í
Smyril Line væl, at vit
verða noyddir til at reka
skipið á fíggarliga forsvar
ligan hátt, sigur Andras
Róin.
Spurdur, um hann ikki
óttast fyri, at okkurt annað
felag fer at stovna rutu
millum Hetland og Føroyar
og kanska onnur lond eisini,
sigur stjórin á Syril Line, at
tann møguleikin er nærliggj
andi, men at teir so væl sum
gjørligt eru fyrireikaðir upp
á eina slíka støðu.
Viðvíkjandi
rutukervi
num hjá Norrönu sigur
nýggi stjórin, at hetta helst
verður seinasti veturin, at
Norröna fer at sigla upp á
Ísland. Tørvurin á einum so
stórum skipi er ikki til stað
ar, og tí roknar Andras Róin
við, at talan kann gerast um
at leiga eitt skip til farma
flutning.
Tað hevur ikki verið
nøktandi um veturin, men
hinvegin er tað eitt øki, sum
vit eru við at arbeiða upp,
so tað er týdningarmikið, at
vit varðveita farmakapasi
tetin á tí rutuni, sigur
Andras Róin.
Fleiri bein
Nýggi stjórin gongur – sam
bært honum sjálvum – eini
spennandi tíð í møti.
Fremsta uppgávan verð
ur at útvega felagnum fleiri
bein at standa á. Hetta er
neyðugt fyri at tryggja felag
num í framtíðini. Eitt felag
við einum skipi í rutusigling
er ikki serliga stabilt, tað
skal ógvuliga lítið til fyri at
órógva javnvágina. Og tí
mugu vit syrgja fyri, at
finna aðrar inntøkur til
felagið, sigur Andras Róin.
Hann sigur, at teir fyrst
og fremst mugu gera sær
dælt av tí, teir framman und
an duga og hava royndir
við.
Vit hava fleiri enn tjúgu
ára royndir innan ferða
fólka og farmaflutning. Og
tað mugu vit útnytta, antin
tað so verður at byrja nýggj
ar rutur ella útbyggja ver
andi rutur, sigur nýggi stjór
in.
Og har eru møguleikarnir
fleiri. Tað er jú kent, at
Smyril Line í langa tíð lá í
samráðingum
við
Fjord
Line um ein samstarvssátt
mála, sum tó ikki gjørdist
til nakað.
Vit hava í dag tvey bein
at standa á, og tey eru ferða
fólkaflutningur og farma
flutningur. Ein víðkan kann
verða fleiri rutur ella tað
kann verða fleiri skip. Tað
kann verða vit sjálvir ella í
samstarvi við aðrar. Og tað
kann verða innan tey bæði
økini vit nú eru á, ella tað
kann verða eitthvørt, sum
liggur tætt upp at tí, sigur
Andras Róin, sum nú í eina
tíð hevur virka sum stjóri,
sjálvt um hann ikki formelt
tekur við starvinum, fyrr
enn eykaaðalfundur hevur
verið og nýggjur nevndar
formaður hevur tikið við á
Smyril Line.
Andras Róin, nýggi stjórin á Smyril
Line, sær tað sum sína fremstu uppgávu
at finna felagnum fleiri bein at standa
á
Mynd Jens Kristian Vang