Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 167 - 30. august 2007 Stutt Sagt Nógv fátæk í USA Tað gongur tann rætta vegin við amerikanska bú­skapinum, men nógvir amerikanarar hava ikki fingið nakran ágóða av framburðinum, skrivar Ritzau. Ein nýggj kanning avdú­kar, at 36,4 mió. amerikanarar liva í fátækradømi. Tað er eitt sindur minni enn undan­ farin ár, men framvegis umleið 12 prosent av øllum fólkinum í USA og svarar til fólkatalið í stat­ inum Kalifornia. Í USA verður ein persónur, sum forvinnur minni enn 58.000 krónur um árið, mettur at liva í fátækra­ dømi. Hjú­n við børnum verða roknað at vera fátæk, um tey forvinna minni enn 76.000 krónur um árið. Skifti í Svøríki Fólkaflokkurin í Svøríki hevur gjørt av at skifta for­ mann á landsfundinum, sum verður tíðliga í næsta mánað. Tá fer nú­verandi formaðurin, Lars Leijon­ borg, frá, og næstformað­ urin, Jan Björklund, tekur við. Formansskiftið ávirk­ ar eisini svensku stjórnina, tí Fólkaflokkurin hevur gjørt av, at Jonas Björk­ lund skal taka við sum ráðharri í skú­lamálum, og at Lars Leijonborg verður ráðharri í gransking, um­ framt at hann skal hava ta politisku ábyrgdina av teimum lærdu háskú­lunum í Svøríki. Fredrik Rein­ feldt, forsætisráðharri, hevur góðkent broyting­ ina. Ikki tapt enn Hóast flestu amerikanarar ásanna, at tað hevur ikki gingið eftir vild í Irak, halda 54 prosent, at krígg­ ið er ikki tapt enn. Tað vísir ein meiningakanning. Kanningin vísir, at 45 prosent halda, at verandi ætlanir hjá USA virka eftir ætlan, meðan 49 prosent siga, at tær virka ikki. 34 prosent av teimum spurdu siga, at USA fer ikki at vinna kríggið í Irak. 39 prosent halda kortini, at USA kann vinna, men at irakar mugu átaka sær ábyrgdina av trygdini fyrst. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Bara helmingurin av teimum, sum koma í líkhúsini í Bagdad, verða skirásett. Hini hava einki navn (Reyði Krossur). útlond Alt ov lítið verður gjørt fyri at finna tey mongu, sum hvørva, tá kreppur taka seg upp ymsastaðni kring heimin, sigur Altjóða Reyði Krossur Dagurin í dag er Dagur Teirra Horvnu, og í tí sambandi hevur Altjóða Reyði Krossur almanna­ kunngjørt eina frágreiðing, sum er alt annað er hugaligur lesnaður. Kring heimin sita fleiri milliónir avvarðandi, sum hava mist ein ella fleiri av sínum næstu, men sum ikki kunnu fáa at vita, hvat er vorðið av teimum. Tey hava tí onga grøv at vitja, men í besta føri eina ellan annan minnisvarða, sum tey kunnu leggja blómur við. Altjóða Reyði Krossur sigur, at bara í Irak eru 375.000 fólk horvin tey seinastu 25 árini. Í dag er støðan so syndarlig í Bag­ dad, at bara helmingurin av teimum, sum doyggja, fáa eitt navn í skrásetingina. ­ Vit hava fingið tøl frá líkhú­sunum í Bagdad, og tey vísa, at teir seinastu átjan mánaðarnar hava lík­ hú­sini fingið 22.000 lík, sum einki navn høvdu, ella sum navn ikki kundi setast á, sigur Pierre Krähnenbühl á høvuðsskrivstovuni hjá Altjóða Reyða Krossi. Fleiri tú­sund fólk hvurvu í borgarakrígnum í Balkan­ londunum í nítiárunum, og framvegis eru tað umleið 17.000, hvørs lagna er ókend, og sum eingin veit um at siga. Altjóða Reyði Krossur vísir á, at tey avvarðandi kunnu fáa ymsar trupulleik­ ar av, at teirra kæru hvørva. Millum annað kunnu tey hava ilt við at fáa pensjón, og í øðrum føri sleppa tey ikki at selja tað, sum tann horvni átti. Tað hevur regnað óvanliga illa í Danmark í summar, so summarið er eitt tað vátasta í meiri enn 100 ár Teir seinastu tríggjar mánaðarnar hevur tað regnað so illa í Danmark, at veðurmenninir máttu aftur til 1980 fyri at finna eitt summar við líka nógvum regni. Teir hava eisini kannað, nær tað triðvátasta summarið var, og tá noyddust teir heilt aftur til 1874, sigur DMI. Hóast august ikki endar fyrr enn í morgin, so benda tølini á, at tað hevur regnað 310 millimetrar síðani tann 1. juni. Í 1980 var tilsvarandi talið 323. Tað eru kortini ikki allir danir, sum hava fingið líka nógv regn í summar. Landa­ frøðiliga hevur býtið verið rættiliga ójavnt, sigur DMI, sum eisini vísir á, at hóast óvanliga nógv regn er komið niður, so hava tað kortini verið nógvir turrir dagar. Avleiðingin av tí er so, at tað hevur regnað óvanliga illa summar dagar. Tað nógva regnið í summar og serliga tað grova regnið hevur gjørt stóran skaða. Ein orsøk er, at kloakkirnar eru ikki gjørdar til at taka ímóti tí nógva vatninum. Samstundis siga veðurfrøðingarnir, at broyt­ ingarnar í veðurlagnum fara helst at geva uppaftur meiri regn, og tí eru fleiri kommunur í ferð við at leggja størri rør. Fólk í túsundatali hvørva Avvarðandi hjá nógvum túsund hava onga grøv at vitja, men í besta føri ein ella annan minnisvarða at leggja blómur við Vátasta summarið í 27 ár Soleiðis sá út á motorvegnum norðan fyri Keypmannahavn tann 1. juli