hósdagur 30. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 30. august 2007
11
tíðindi
Fyrsta jarðfrøðiliga
ráðstevnan ognað
Jóannes Rasmussen,
sála varð sett í Norður
landahúsinum í gjár
Ráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Mikudagin varð fyrsta ráð
stevna
av
sínum
slag,
“Jóannes Rasmussen ráð
stevnan” sett í Norður
landahúsinum við luttøku
av umleið 50 serfrøðingum
úr nógvum londum. Tað er
Jarðfeingi, sum skipar fyri
hesi ráðstevnuni, sum hevur
til endamál at umrøða jarð
frøðiligar spurningar, sum
eru frammi í tíðini, og í hes
um føri serstakliga nógv
umrødda basaltið, ið eyð
kennir so stóran part av før
oysku undirgrundini.
Tað var landsstýrismað
urin í oljumálum, Bjarni
Djurholm, sum setti ráð
stevnuna. Hann vísti á, at
ráðstevnan er ognað okkara
mæta jarðfrøðingi, Jóannesi
Rasmussen, sála, sum má
metast at vera faðirin at
nútímans jarðfrøðivísindi í
Føroyum.
– Eg fari tí her at bera
eina serstaka heilsan til
familjuna hjá Jóannesi Ras
mussen, sum er til steðar
her í dag. Hann vísti á, at í
mong ár hevur jarðfrøði ver
ið eitt fak, sum hevur verið
knýtt at nøkrum heilt fáum
persónum. – Síðani oljuleit
ing tók seg upp á landgrunn
inum er tað jarðfrøðiliga
granskingarumhvørvið
munandi ment og víðkað.
Seinastu trý árini hevur
Jarðfeingi skipað fyri trim
um ráðstevnum við altjóða
luttøku, og har evnið hevur
verið jarðfrøðiligar kanning
ar við Føroyar.
Landsstýrismaðurin
nevndi síðani nøkur av teim
um tiltøkum, sum Jóannes
Rasmussen saman við øðr
um góðum fólkum tók stig
til. Hann tók stig til at stovn
Jarðfrøðissavnið í 1952,
Fornminnissavnið í 1955
og lærda háskúlan, Fróð
skaparsetrið í 1965. Millum
mongu arbeiði hansara er
kortlegging av Føroyum
eitt tað mest týðandi. Hetta
arbeiði varð gjørt saman
við lærumeistara hansara á
lærda háskúlanum í Dan
mark, Arne NoeNygaard.
Hetta arbeiði varð gjørt í
eini tíð, tá eingin líknandi
jarðfrøðilig kortlegging av
líknandi støðum varð gjørt
aðrastaðni og við útgerð,
sum á ongan hátt kann sam
metast við hana, sum fak
fólk í dag hava til taks.
Ein av grundleggjandi
lærdómunum vit hava frá
Jóannesi
Rasmussen
er
tann, at vitan einsamøll er
til onga nyttu. Tað er bert tá
tú kanst brúka hesa vitan í
gerandisdegnum og við at
lata onnur fáa innlit í hana,
at hon verður virðismikil.
Nettupp hetta livdi hann
upp til við at skriva nógvar
ritgerðir, undirvísa á lærd
um háskúlum ymsa staðni í
heimi og ikki minst í sínum
ráðgevandi
arbeiði
fyri
landsstýrið. Hann varð fak
maðurin, sum umframt at
savna vitan gjørdi hesa liv
andi til og fyri onnur í sam
felagnum
eisini
segði
Bjarni Djurholm.
Hann vísti á, at tað er í
hesum anda, at henda fyrsta
ráðstevnan av sínum slag
verður hildin. At granskarar
og
serfrøðingar
kunnu
koma saman og fáa lut í og
brúka ta vitan, sum finst á
økinum, her serstakliga inn
an vulkanska økið.
Landsstýrismaðurin
greiddi frá, at síðani mið
skeiðis í 90unum hava ver
ið gjørdar kanningar í sam
bandi við kolvetni í undir
grundini, og júst nú verður
so seinasta hond løgd á 3.
útbjóðingarumfarið á land
grunninum.
– Úrslit og vitan, sum
verða løgd fram á eini tílík
ari ráðstevnu, hava alstóran
týdning fyri at kunna gera
framstig, soleiðis at vit bet
ur skilja jarðfrøðiliga útvik
lingin í hesum økinum.
Tað er tryggjandi og gott
at síggja, at so mong av
tykkum hava valt at koma
til Føroya at vera við á hesi
ráðstevnu og eg fari at takka
fyrireikarunum her m.a.
Jarðfeingi og tey góðu folk
har fyri at hava tikið hetta
skilagóða stigið.
Ráðstevna um undirgrund
Fleiri av heimsins leiðandi basaltgranskarum eru við á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum
Frá ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum