Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 167 - 30. august 2007 Sosialurin Trapputing í Miðla­ húsinum um eitt valdømi mánakvøldið Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðMerkiNgAr Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Mánakvøldið klokkan 20 skipar Miðlahúsið enn einaferð fyri Trapputingi. Aktuella málið, sum kemur til viðgerðar hesaferð, er Føroyar sum eitt valdømi. Hetta at skipa fyri trapputingi, er eitt koncept, sum vit eru sera fegin um, tí vit eiga ongantíð at undirmeta týdningin av livandi orðaskiftinum, har fólk við ymsum sjónarmiðjum sleppa framat mikrofonini og fáa onnur fólk í tal. Júst málið um Føroyar sum eitt valdømi er eitt viðbrekið og kenslusamt mál og háaktuel, nú tingið fer undir at viðgera tað týsdagin. Argumentini fyri og ímóti snúgva seg als ikki bara um miðstaðarøkið kontra útjaðaran. Tað eru eisini fólk í útjaðaranum, sum ganga inn fyri einum valdømi, og fólk í miðstaðarøkinum, sum eru ímóti. Harumframt eru tey, sum siga, at eitt valdømi fer at hava við sær, at tað verða bert vælútbúgvin og miðlavand fólk, sum tá verða vald, meðan vanligi føroyingurin í útjaðaranum fer ikki at verða sæddur ella hoyrdur í einum valstríði, tíansheldur valdur. Og so eru eisini tey sum siga, at eitt valdømi fer at gagna javnstøðuni, so fleiri kvinnur verða valdar. Altso at verða ein fyrimunur fyri javnstøðuna, ið sum kunnugt hevur sera trong kor her á landi. Fyri Miðlahúsið sum kjakforum hevur tað alstóran týdning, at allar áskoðanir fáa rúmd. Tí er tað okkum ein heiður at leggja pall til livandi orðaskifti um aktuell mál, sum vónandi fáa rúmd í øllum fjølmiðlum. Vónin er, at Trapputingið um eitt valdømi mánakvøldið er við til at leggja lunnar undir orðaskiftið í løgtinginum týsmorgunin. Eitt av endamálunum við Trapputinginum í Miðla- húsinum, sum er ein táttur, ið vit fara at menna, er nettupp at geva okkara fólkavaldu politikarum høvi at hoyra, hvat vanligi føroyingurin heldur um eitt mál ella eitt lógaruppskot, sum tingfólk so dagin eftir skulu til at umrøða í tí veruliga tinginum, løgtinginum. Vit vóna, at Trapputingið kann vera eitt íkast ella eitt forum, har vit megna at byggja brýr millum vanliga føroyingin og landsins ting. Har øll sjónvarmið og argument koma fram. Kann hetta so hava við sær, at tingfólk eru betri ílætin til tað veruliga orðaskiftið á tingi, so hava vit rokkið málið: at brúka Miðlahúsið sum fólksins meiningsforum. Øll hava vit gagn av at siga okkara hugsan, og ikki minst hava vit øll gagn av at hoyra áskoðanina hjá øðrum. Eisini um eitt valdømi. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Enn eina ferð verður tosað um at løgtingsval skal fara fram áðrenn valskeiðið er at enda komið Í móðurmálsorðabókini verður undir orðinum ótíð nevnt val í ótíð. Defini­ tiónin er val uttan fyri regluliga tíð. Men viðvíkj­ andi allari greinini ótíð verður víst til úrtíð. Har stendur formurin val í úrtíð at týða val uttan fyri vanliga tíð, ótíð. Tann, sum er kønur í at lesa orðabøkur, skilir, at her er høvuðsformurin val í ótíð. Tað sæst av tí, at tað verður víst frá val í úrtíð til val í ótíð, men ikki øvut. Tað sum hevði verið ynskiligt hesum greinum viðvíkjandi, hevði tó verið at víst á, at formurin val í úrtíð hevur ein annan týdning enn val í ótíð. Týdningurin av orðinum úrtíð er heilt greiður á føroyskum. Úrtíðin er hon, sum kemur aftaná at tann vanliga tíðin er farin. Tí er úrtíðargjald hægri enn vanlig tímaløn. Gongur vanliga arbeiðstíðin til kl. 16.10, fær tann mein um tíman sum arbeiðir yvir. Eitt val í úrtíð er tí eitt val eftir at vanliga valskeiðið er farið. Hetta kemur sjáld­ an fyri, men sum eg geri vart við í mínari Stjórn­ málafrøði, hendi tað í Noreg, at tað stórting, sum varð valt í 1936, ikki slapp heim fyrr enn nýval var hildið í 1945. Hetta valið var sostatt eitt val í úrtíð. Øðrvísi er um valið verður hildið áðrenn valskeiðið er at enda komið. Tá er talan um eitt val í ótíð. Hví er tað so vanligt at hoyra, at fólk tosa um val í úrtíð, tá tey í veruleikanum meina við eitt val í ótíð? Tað vit her hava, er eitt úrslit av tí málsliga fyri­ brigdi, sum vit nevna fyri ræðslan fyri grannamáli­ num. Hava vit eitt heimligt orð, sum líkist tí, ið granna­ málið hevur, so hava vit lyndi til at firnast við at nýta tað heimliga orðið, tí hildið verður, at tað líkist ov nógv tí í fremmanda­ málinum. Málsliga sæð er okkara grannamál danskt, og av tí at danir siga, at eitt val sum verður hildið áðrenn valskeiðið er runnið at enda, er eitt “valg i utide”, vilja tey, sum fegin vilja tosa føroyskt rætt og reint, heldur velja eitt annað orð, sum líkist donskum minni. Tá verður lítið hugsað um, at tey ryggbróta móðurmálið av tí at tey halda seg royna at verja tað. Tað eru nógv dømi um hetta sama fyribrigdi á føroyskum, og sjálvt um tey eru løgin, so eru tey øll somul eitt prógv um, at føroyingar hava eitt livandi málsligt medvit og fegin vilja verja sítt egna mál. Men her er talan um málsligt kríggj, og í slíkum kemur fyri, at skaði stendst av vinaligum eldi. Val í ótíð ZAKARIAS WANg Sum nevnt í viðmerking míni til Bjørn Kalsø, lands­ stýrismann, var eg í Fin­ landi, tá samgongufundurin var, so sjálvur kann eg bara, út frá teimum frá­ greiðingum eg havi fingið, gera mær mínar metingar av kjakinum av málum, sum komu fyri. Hinvegin er tað ein ósiður at leka út, og ikki minst at leka út fyri útvarp­ inum av samgongufundi, hvat hvør hevur sagt, so hesir kunnu geva skeiva mynd av málinum og sleppa at seta kílar inn í hetta umráðandi mál og hesa nú so skinklutu samgongu. Onnur orsøk til at eg komi við hesi viðmerking er, at Fólkaflokkurin hevur givið boð um, at vit standa aftan fyri bygging av Trygdarmiðstøðini, og sum Bjørn eisini vísti á at eg geri, sum einki er meiri enn nátúrligt fyri ein borgarligan politikara. Vit kunnu fegnast um, at landsstýrismaðurin nú hevur lagt málið á borðið, tí hetta er sjálvsøgd íløga fyri sjóvinnutjóð, sum Føroyar eru og samstundis lúka altjóða krøv. Trygdarmiðstøðin fyri sjófólk sjálvssøgd íløga fyri sjóvinnutjóð løgtingsmaður JógvAN vIð KELdU