Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 30. august 2007 13 viðmerkingar Av onkrari orsøk hava and­ støðuflokkarnir ikki fingið boðini um, at Útvarp Før­ oya longu er farið at senda vanligu valsendingarnar, har politisku flokkarnir sleppa at gera sínar egnu framløgusendingar við propagandatilfari. Vanliga er lutakast um raðfylgjuna hjá flokkunum, og helst er onkur sam­ skiftistrupulleiki atvoldin til, at bert landsstýris­ flokkar og landsstýrismenn hava møtt á tí fundinum, har lutur er kastaður. Bert í hesi vikuni hava tríggir landsstýrismenn fingið tillutað fría mikro­ fon at greiða frá, hvussu nógvar og góðar ætlanir teir ætla at fremja teir fýra mánaðirnar, ið eru eftir av teirra embætistíð, og sum teir ikki hava framt tey fýra árini, teir hava sitið. Og sum so vanligt í val­ sendingum, er talan um at lova eina rúgvu, sum bert kann setast í verk, í kom­ andi valskeiðum. Alt gott um tað. Og skulu vit trúgva útsagnu­ num, so fara nógv fleiri góð mál at verða loyst í heyst, enn í øllum undan­ farnu samgonguárunum tilsamans. Bjørn Kalsø sigur seg hava sligið nevan í borðið á einum afturlatnum sam­ gongufundi um eina íløgu í sínum valdømi, sum annars ongin fyrr hevur hoyrt um nakra ósemju um. Men sjálvandi skal Bjørn hava loyvi at siga sínar søgur og kveikja sítt veljarabakland í eini val­ sending hjá sínum flokki. Hans Pauli Strøm skal nú fyri minst sjeyndu ferð orna bústaðarmálini, við eini loysn, ið fyrstu ferð var borin fram sum stór­ tíðindi fyri trimum árum síðani. Og har onki enn er komið á borðið, sum kann viðgerast sakliga og við neyðugu tíðarumstøðunum. Men eisini Hans Pauli eigur at sleppa at tosa frítt í eini valsending hjá javnaðarflokkinum. Og Bjarni Djurholm hevur havt sína minst átt­ andu sending um gransk­ ingarparkina, sum nú skal byrja í 2009 – altso tá helvtin av næsta valskeiði er runnið. Djurholm vil nú sjálvsagt loysa alt, ið hann og landsstýrið ikki hava gjørt, meðan teir hava havt møguleikarnar og ábyrgd­ ina. Slíkt eigur sjálvandi at bera til at siga, tá talan er um valsendingar hjá fólkaflokkinum. Tað einasta, ið undrar við hesum valsendingum, er, at tær verða sendar í sjálvum tíðindasendingu­ num. Talan man helst vera um eitt mistak, tí flokkar­ nir ella landsstýrismenninir standa vanliga sjálvir fyri at lesa valrøðurnar inn á band. Var talan um tíðindir, so høvdu landsstýrismenn­ ingir sjálvsagt verið hildnir til svars fyri sína ábyrgd, meðan teir hava sitið fyri forsømdu málunum. Andstøðuflokkar og komandi valevni kunnu bert gleðast um, at val­ sendingarnar hjá sam­ gonguflokkunum og landsstýrismonnum eru avgreiddar. Nú skuldi ríkiligt høvi verðið at fingið javnvág í politiska tilfarið, tá lutakast hevur verið fyri tey, ið enn ikki hava fingið ókeypis senditíð. Valsendingarnar í Útvarpinum byrjaðar Høgni Hoydal Løgtingsformaðurin hevur loypt øði í grindina. Hettar tí hann hevur lagt uppskot fram um at gera Føroyar til eitt valdømi. Tingfólk eru fyri og í móti. Ein leggur beinanvegin til merkis, at tey, ið eru fyri hesu broyting, koma úr miðstaðarøkinum, og hví mann tað vera?? Er tað ikki tí, at tey vænta sær ein vinning við hesi broyting – at nú – siga tey – skulu vit sleppa av við “lokalpolitikk”. Men er nakra staðni so nógvur lokalpolitikkur, sum júst í miðstaðarøkinum. Verður tosað um mál uttan fyri miðstaðarøkið – so eru fólk lokal – men verður tosað um mál í miðstaðarøkinum, er tað ikki lokalmál – nei, tá er tað heildin, sum tosað verður um, og fær vinning. At galdandi lóg treingir til broytingar er ongin ivi um. Tað síggja vit av ting­ mannabýtinum – har flokk­ ur við flest atkvøðum, ikki hevur flest tingmenn, og tað kann ikki verða rætt. Men hvørja ferð Jacob Vestergaard er farin í holt við at gera broytingar, er hann sligin á fingrarnar – og biðin um at halda seg burtur frá hesum. Nú kemur so Edmund Joensen, sum ketta upp úr høvdatrog – beint áðrenn nýtt val skal haldast – og vil gera allar Føroyar til eitt valdømi. Her eru ongan kanningar gjørdar, hvat hettar fer hava at týða fyri framtíðina. Vit hoyra, hvat er hent í Grønlandi, og løgi skuldi tað verið, um ikki sama skilið verður í Føroyum. Kanska ikki við fyrsta val – men aftan á annað og triðja val er heilst sikkurt, at miðstaðarøkið verður yvirumboðað. At smáu flokkarnir ynskja hettar, er ikki so løgi, tí her síggja teir ein vinning, sum vil gera, at teir hava nógv at siga – helst alt ov nógv at siga ­ í landsins stýri. Men eitt skulu tingfólk vita. Og tað er, at verður hendan broyting gjørd, vendist ikki aftur. Tá fáa vit Føroyar sum eitt valdømi í allar ævir. Tí tey, ið tá eru vald, vilja ikki hava eina broyting aftur – og harvið saga ta grein, ið tey sjálvi sita á, burtur. Sjálvt um tað vísir seg, at tað var skeivt farið fram. Hettar eiga tingfólk at hugsa um – og ikki sam­ tykkja hettar uppskot nú. Her má fyrst gerast ein rættiliga umfatandi kann­ ing – so vit ikki føra okk­ ara land út í størstu ódemo­ kratisku skipan nakran tíð. Her vendist ikki aftur. Tað vendist ikki aftur! josa@post.olivant.fo Jógvan E. ósá At gera niðurstøður langt aftan á ein ítøkiligan bjargingartilburð er ómakaleyst og lætt. Betur hevði tó verið við uppbyggjandi og undirbygdum uppskotum um betringar Í grein í Dimmu tann 28. august 2007 “Varandi umhvørvisdálking við Flesjarnar” tileinkisger Alfred Olsen, løgtingsmaður, alla ta føroysku bjargingarskipanina. Hetta verður gjørt við lemjandi inngangi í greinini, umframt seks punktum, sum eru so negativ og lítið undirbygd, at eg ikki ætli mær at brúka orku at viðgera tey. Skal bara heilsa Alfredi Olsen, at skuldi tað hent, at Alfred kom illa fyri á floti og varð noyddur at senda út neyðarkall, so hevði bjargingarskipanin, sum hann heldur so hánt um, við Brimli, Tjaldrinum, tyrlu, bjargingarfeløgum, allari hugsandi útgerð og aðrari sjálvbodnari hjálp, komið honum til hjálpar við stuttum skotbrái. Óteljandi dømir eru um slík væleydnað bjargingarátøk, sum okkara bjargingarskipan hevur megnað til UG. “Takk fái tit, sum eru við til slík átøk og mangan vága lív fyri at bjarga øðrum. Takk fyri tykkara dirvið og vilja”. At ikki okkurt onkuntíð kundi verið handfarið øðrvísi, skal eg lata vera ósagt, tí í bjargingararbeiði skulu avgerðir takast skjótt, og hartil er grundarlagið at taka avgerðir út frá mangan lítið undir sjálvum átakinum. Atlit mugu sjálvandi eisini altíð takast til fólkini, sum skulu vera við í átakinum. At gera niðurstøður langt aftaná ein tilburð, soleiðis sum Alfred Olsen ger í sínari grein, er altíð lætt. Men eg má siga, at tað kemur óvæntað, at Alfred Olsen nýtir henda framferðarhátt. Tí fari eg at heita á Alfred, mín góða starvsfelaga, ikki í samgongu, men í Sambandsflokkinum: “Lat vera við at spilla eina skipan út, sum tú veit riggar væl og hevur bjargað mongum mannalívi. Bjargingar­ og tilbúgvingarskipanir kunnu og skulu tó altíð eftirmetast og mennast. Kom tí heldur við uppbyggjandi uppskotum – konstruktivum kritikki ­ og mæl til loysnir og framtíðar menning, heldur enn at koma við niðurgerandi lítið undirbygdum grenji, sum bara kann bróta niður heldur enn at byggja upp. Tí, sum gamla orðatakið sigur: “Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga”. Eg kann leggja afturat, at umrøddi tilburðurin við Flesjarnar verður, sum Alfredi kunnugt, í løtuni gjøgnumgingin og kannaður í Fiskimálaráðnum. Niðurstøðurnar frá hesi kanning koma vónandi at greina, hvat tað var, sum hendi í tíðarskeiðinum frá tí, at russiski trolarin Olshana á kvøldi 2. august sendi út neyðarkall, til hann morgunin eftir 3. august sakk. Kanningin fer vónandi eisini at staðfesta, um tær avgerðir, sum vórðu tiknar í samband við bjargingina, við teimum fortreytum, sum tá vóru, vóru rættar ella ikki. Vónandi kann kanningarúrslitið eisini vera við til at menna ta føroysku bjargingar­ og tilbúgvingarskipanina. “Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga” – Alfred Olsen! landsstýrismaður BJørn Kalsø