Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 167 - 30. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Eik Banki hevur um vikuskiftið há­tíðar­ hildið, at 175 á­r eru liðin síðan fyritøkan varð sett á­ stovn. Umframt móttøku í høvuðssætinum í Havn var veitsla fyri umleið 800 fólkum úr øllum Eik­samtakinum í Ítróttarhøllini á­ Há­lsi Fyritøka Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fríggjadagin 24. august var al­menn móttøka hjá Eik Banka í høvuðssætinum yv­ iri við Strond. Orsøkin var, at fyritøkan hevði 175 ára stovningardag fríggjadagin. Nevndarformaðurin, Frith­ l­eif Ol­sen, og forstjórin, Marner Jacobsen, fl­uttu fram røðu. Havnarkórið undir l­eiðsl­u av Ól­avi Hátún sang. Marner Jacobsen hevði eina sera áhugaverda røðu við nógvum søgul­igum upp­ l­ýsingum um bankan. Hann segði m.a.: Í dag eru 175 ár l­iðin síðani, at fyrsta innskotið var gjørt í Færø Amts Sparekasse, fríggja­ dagin tann 24. august 1832. Innskjótarin var Cathrine Marie Johannesdatter úr Hval­vík – nevnd jómfrúin – og setti hon 29 ríkisdál­ar og 48 skil­l­ingar inn í sil­vur­ myntum. Hetta var 17 ár eftir, at dunið frá kanónunum hjá Napol­eon tagnaði, so tað er ikki sørt, at vit merkja søg­ unar veingjasús, nú vit hátíðarhal­da 175 ára dagin hjá Eik Banka. Tað var und­ ir Napol­eonskrígnum, at staðfest var tann 5. januar 1813, at danska ríkið var bankarott – sonevndi státs­ bankarotturin. Ov nógvir peningaseðl­ar vóru prentaðir, uttan at nak­ að virði l­á aftanfyri. Í 1818 – fjúrtan ár fyri stovningina av Sparikassanum – fáa vit so danska National­bankan, sum fekk einarætt at geva út pengaseðl­ar – men drúgv tíð gekk, áðrenn pengaseðl­­ arnir aftur fingu sama virði sum gul­l­­ og sil­vurmyntir. Júst av hesi orsøk er vert at geva gætur, at Cathrine Marie Johannesdatter setir inn 29. ríkisdál­ar og 48 skil­l­­ ingar í sil­vurmyntum – og al­tso ikki í seðl­um. Tað var ikki fyrr enn í 1845, at fól­k sl­uppu at veksl­a um frá seðl­­ um til­ sil­vur til­ kurs pari. Fyrstu sparikassarnir Teir fyrstu sparikassarnir í heiminum sóu dagsins l­jós í Týskl­andi uml­eið 1770. Í 1796 verður ein Sparikassi stovnaður í Kiel­, ið var høv­ uðsstaður í Hol­stein, sum tá var danskt hertogadømi. Kongur hevði tá tvær krún­ ur, eina sum danskur kongur og eina sum norskur kongur. Harumframt var hann her­ togi í Sl­esvík og Hol­stein. Fyrsti Sparikassin í konga­ ríkinum Danmark kom í 1810 á góðsinum Hol­steins­ borg í Sorø amti. Tá hugsað verður um fl­utningsmøgu­ l­eikarnar tá, er undrunarvert, at Føroyar l­ongu 22 ár seinni fingu sín fyrsta Sparikassa. Ísl­and fekk til­ samanberingar sín fyrsta Sparikassa í 1858 – nevndur Sparnaðarsjóð búl­ausra í Skútustaðahreppi, men hann datt niðurfyri l­ongu 6 ár seinni. Síðani kom Sparisjóður Múl­asýsl­nu í 1868, men hann datt niðurfyri l­ongu í 1870. Loksins kom so Sparisjóður Reykjavíkur og Nágrennis – stytt Spron – í 1872, og er hann el­sti peningastovnurin í Ísl­andi í dag. Sum kunnugt eigur Eik Banki 10% í Spron. Atfinning móti Einahandlinum Uttan samanbering størsta fyritøkan í Føroyum um hetta mundið, tá Sparikassin verður stovnaður, er Konga­ l­igi Einahandil­in. Al­l­ur út­ og innfl­utningur fór um­ vegis hann, og fól­k høvdu kontrabók og nýttu hann tískil­ sum banka. Men rent­ ur fingu tey ongar. Stovnsetingin av Færø Amts Sparekasse kann tí fat­ ast sum eitt sl­ag av atfinning at einahandl­inum. Teir fýra ið tóku stig til­ hann; amtmað­ urin Til­l­ish, provsturin Niel­s Johnsen Struer, fútin Christi­ an Pl­öyen og sorenskrivarin Niel­s Hunderup – al­l­ir dansk­ ir embætismenn – vóru frí­ handil­smenn. Sparikassin fekk tí eisini sítt at dragast við, tí Einahandil­in vil­di ikki taka ímóti innskotum frá hon­ um til­ rentu. Tí bl­eiv tað til­, at handil­in setti innl­ánini frá Sparikassanum í ríkiskassan. Kapping um rentu Sparikassin l­æt fitt av bók­ um fyrstu árini – og mundi tað hel­st koma væl­ við. Eisini skrivaði Sparikassin – dul­nevnt – út eina kapping um eina føroyska gram­ matikk í 1846. Einasti, ið menn vita um, sum hevði ætl­anir at kappast fyri at vinna virðisl­ønina uppá 100 ríkisbankdál­ar, var V. U. Hammersheimb – men onki uppskot kom inn og tískil­ var virðisl­ønin l­atin Amtsbókasavninum. V. U. Hammersheim var annars ein av stjórunum í Færø Amts Sparekasse frá 1868 til­ 1878. Hann var annar føroyingurin sum tók sæti í stjórnini. Tann fyrsti føroyingurin í stjórnini var Hans Christopher Mül­l­er, sum gjørdist stjóri í 1857. Eftir at Einahandil­in varð tikin av í 1856 komu handl­­ arnir kring l­andið. Harvið fekk Sparikassin herda kapping. Rentan í Sparikass­ anum var 3%, meðan rentan sum handl­arnir l­okkaðu við var 5­6% p.a. Tey fáu, sum áttu jørð, settu hana sum veð, l­ántu pening og settu peningin í handl­arnar – so “rentuarbitraga” er eitt gam­ al­t fyribrigdi í Føroyum. Meginparturin av jørðini í Føroyum um hesa tíðina var kongsjørð – og hon kundi tí ikki veðsetast. Men við l­óg frá 19. januar 1863 fingu traðarmenninir í Tórshavn l­oyvi at keypa sínar traðir til­ ognar, og teir fl­estu tóku av. Harvið gjørdust teir óal­s­ menn. Stutt eftir megnaðu trappubrøðurnir í Havn at reisa kapital­, so teir kundu keypa sær eina l­ítl­a sl­upp, Fox, sum teir fóru til­ Ísl­ands við. Hvørt hetta var við l­án­ um, har teir veðsettu ognina, vita vit ikki við vissu – men óhugsandi er tað ikki. Síðani komu sl­uppurnar ein fyri og onnur eftir. Sethúsafígging byrjar Í 1880 kom fyrsta sparikassa­ l­ógin, sum m.a. hevði við sær, at Sparikassin kom undir al­ment eftirl­it. Innanríkis­ mál­aráðið skul­di hava umsjón við øl­l­um sparikass­ um, og hartil­ skul­di Spari­ kassin nú hava tveir rokn­ skapargrannskoðarar at eftir­ kanna roknskapir Spari­ kassans. 50 ár eftir stovningina, í 1882, gjørdi Sparikassin avtal­u við Det kongel­ige octroierede al­mindel­ige Brandassurance­Kompagni um veðhavaral­ýsingar – sol­eiðis at Sparikassin kundi tryggja sær, at hús vóru tryggjað til­ eina og hvørja tíð, samstundis sum Sparikassin veitti trygd fyri tryggingargjal­dinum. Eftir hetta kom rættul­igt gl­ið á útl­án móti veð í set­ húsum, og gjørdist hetta høvuðsvirkisøkið komandi gott 100 árini – heil­t fram til­ fyrst í nýtiárunum, tá banka­ og sparikassal­ógin 1. januar 1994 javntsetti før­ oyskar bankar og spari­ kassar. Frá Føroya Sparikassa til Eik Nógv vatn er runnið í ánna síðani stovnanina av Færø Amts Sparekasse. Amerik­ anska fræl­siskríggið var 30 ár eftir stovnanina, tveir heimsbardagar hava verið, fól­k er sett á mánan, og Færø Amts Sparekasse skifti fyrst navn til­ Føroya Spari­ kassi og síðan – 18. decem­ ber í fjør – til­ Eik Banki. Tað sum eg her havi nevnt er tí bert ein brotpartur av tí, sum kundi verið sagt. Zakarias Wang, stjórnmál­a­ frøðingur, er í gongd við at skriva søguna um Eik Banka, sum ætl­andi verður útgivin seinni í ár. Eg ivist ikki í, at bókin kemur at standa sum ein virðil­igur varði á l­eiðini. “Ongin fer so við eikini, at hon ikki fl­ýtur, verður sagt. Lat okkum vóna at hetta eisini hel­dur stikk komandi 175 árini”, endaði Marner Jacobsen røðu sína. Alt samtakið til hátíðarhald Leygardagin hittast tey mongu starvsfól­kini í Eik­ samtakinum, og um kvøl­dið var veitsl­a í Ítróttarhøl­l­ini á Hál­si fyri uml­eið 800 fól­k­ um. Hetta vóru starvsfól­k við maka úr øl­l­um Eik­sam­ takinum, sum nú er rættil­iga stórt: Eik Banka P/F í Før­ oyum, Eik Bank Danmark A/S, SkandiaBanken A/S, Privestor og FinansNyt í Danmark. Eisini vóru umboð frá Investra í Dan­ mark, sum Eik eigur 29 prosent av, og Spron í Ís­ l­andi, har ognarparturin hjá Eik er uml­eið 10 prosent í. Í sambandi við veitsl­una varð m.a. eitt sera vakurt fýrverk l­eygarkvøl­dið. Føroya elsta fyritøka 175 á­r Nevnd og stjórn á trappusteininum. M.a. sæst nr. 2 frá vinstru C.C. Danielsen, nevndarlimur og stjóri í Færø Amts Sparekasse 1911-1935 Frederik Ferdinand Tillisch, amtmaður og kommandantur í Føroyum 1830-1837. Hann tók stig til at stovna Eik Banka, fyrrverandi Føroya Sparikassa og Færø Amts Sparekasse Stórur áhugi var fyri einari elektroniskari framsýning við søguligum myndum, ið lýsa 175 ára søguna hjá Eik