Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 167 - 30. august 2007 Protokollin yvir tey, sum eru jarðað í gamla kirkjugarði er eitt áhugavert skjal. Her eru nógv kend nøvn, eisini slík, sum ikki hava fingið gravstein. Men fyrst og fremst lýsir protokollin, hvussu nógv livialdurin er broyttur. Vit hava hugt eftir tølunum fyri 1907, ella júst fyri 100 árum síðani. Hetta ár vóru 21 jarðarferðir. Átta av hesum vóru fólk undir 20 ár. Av hesum vóru tvey deyð­ fødd. Tað vóru bert trý, sum vóru yvir 70 ár. Eitt av hes­ um var Marin Mohr í Hoy­ vík, sum gjørdist 90 ár, sum má hava verið ein sera høgur aldur tá í tíðini. Miðalaldurin fyri tey grivnu var 37 ár, sum kanska er umleið helvt­ ina av tí, hann er í dag. Í kirkjugarðinum eru eis­ ini nógv ung, sum ikki fingu møguleikan at gera seg galdandi. Hesa ferð fara vit at umrøða ein ungan drong, sum doyði knapt 17 ára gamal, men sum kortini hevur eina søgu. Talan er um Kristoffur Kamban, sum var føddur 30/9 1916. Hann doyði 26/8 1933 og verður jarðaður tríggjar dagar seinni. Hann var sonur Hanus Kamban, lærara í Havn (f. 8/3 1879 d. 1/4 1946) og Mariu Kamban, fødd Ziska (f. 9/5 1885 d. 4/8 1952). Hanus og Maria høvdu sjey børn nevniliga: Elisabeth (Betti), gift Andreassen (f. 2/10 1908 d. 30/9 1985); Hjørdis, gift Djurhuus (f. 27/4 1910 d. 3/7 2006); Johanna, gift Ziska ( f. 25/9 1911 d. 3/12 2004); Janus Kamban (f. 10/9 1913); Elseba (Ebba), gift Petersen (f. 30/1 1915); Kristoffur (Stoffa) Kamban (f. 30/9 1917 d. 26/8 1933) Hans Marius (Mara) Kamb­ an (f. 11/11 1919 d. 7/10 1986). Harumframt høvdu tey í fostur Irenu (Rúnu) Rasmus­ sen, dóttir Lisu og Sofus (hjá Stinu) Rasmussen, ið sum lítil smágenta misti mammu sína. Kristoffur var uppkallað­ ur eftir mammubeiggja sín­ um Kristoffur Ziska, ið 18 ára gamal gekk burtur í 1912, við sluppini Oliviu, sum mammubeiggi hansara, hin navnframi Napoleon í Dali átti og førdi. Evnaligur drongur Kristoffur hevði sum barn haft sponsku sjúkuna og kom hann seg ongantíð rættiliga av sjúkuni. Hann var lættur av lyndi og skemtingarsamur, og tað lá væl fyri hjá honum við tí bókliga. Í realskúlanum gekk hann í klassa við Regin Dahl, Jens Guttesen, Leivur Jóan­ esarson og Ebbe Müller, meðan genturnar vóru Ása Christiansen, Helena Enni­ berg, Inger Højgaard, Inge Lützen, Hanna Poulsen, Aase Ringberg og Ingeborg Zachariasen. Av hesum liva tríggir av næmingunum enn. Tær eru Ása Christiansen, gift Mich­ elsen, Ingeborg, gift Ras­ mussen og Aase Ringberg. Hon er dóttir amtmannin, sum tá var í Føroyum, Hjalm­ ar Ringberg. Aase flutti aft­ ur til Danmarkar, men hjart­ að lá eftir í Føroyum. Hon tosar føroyskt, er limur í Før­ oyingafelagnum í Ballerup og ferðast javnan higar. Í 2004 skipaði hon á Hot­ el Hafnia fyri eini 70­ára samkomu fyri tey, sum fingu realprógv í 1934. Tá vóru fimm eftir av flokkin­ um. Umframt tær tríggjar eisini Regin Dahl, sum búði niðri og Hanna við Høga­ dalsá. Men júst tann dagin samkoman skuldi vera, gjørdist Hanna illa sjúk og doyði nakrar dagar seinni. Regin doyði fyri kortum. Fóru at geva út skúlablað Hetta var ein livandi klassi við einum sera góðum sam­ anhaldi millum dreingirnar, sum í 1933 fóru undir at geva út skúlablaðið Glámlýsi, tí sum sagt verður í inn­ ganginum til fyrsta numm­ arið av blaðnum: Nógv halda tað vera stórt spell, at skúlabørn ikki hava sítt egna blað, tí tað er jú eitt og annað, sum tey vildu ført fram og sum kanska ikki hevði verið so væl hóskandi at komi fram við í øðrum bløðum. Av Glámlýsi kom bert út 1. árg. numrini 1, 2 og 3. Bløðini vórðu prentaði á prentsmiðju B. Z. Jensens, sum var mammubeiggi Kristoffurs og hevði til húsa í grannahúsinum í Jónas Broncksgøtu. Sum útgevari stendur felagið Glámlýsi, og eru bløðini til skjals á Landsbókasavninum. Sum árið leið sjúklaðist Kristoffur, og kom hann um summarið niðan á Sanatori­ ið at liggja. Tað gekk skjótt tann skeiva vegin og longu tann 26. august doyði hann haruppi bert 16 ára gamal. Nakað eftir at Kristoffur var deyður, sóknaðist Ras­ mussen lækni á Eiði eftir næsta nummari av blaðnum, sum hann helt vera eitt áhugavert tiltak. Her mátti mamman svara Rasmussen sum var, at “redaktørurin” ímeðan var deyður og jarð­ aður, so frá hansara hond komu ikki fleiri bløð. Av systkjunum hjá Krist­ offuri eru á lívi Janus og Ebba, sum bæði eru farin væl uppum tey níti. Ebba veit at siga, at vin­ mennirnir komu nógv sam­ an og vitjaðu teir Kristoffur dúgliga á Sanatoriinum. Teir vóru kátir dreingir og høvdu ilt við at yvirhalda vitjunartíðirnar, so viðhvørt mátti talast at. Einaferð hon í seinri árum á Havnargøtum kom á tal við Jens Guttesen, kom tosið inn á vinmannin Stoffa, og fortaldi Jens henni tá, at hann varð biðin at bera, tá ið Kristoffur fór til gravar, og hevði mamma hansara til høvið keypt honum klædning. Hetta var fyrstu ferð hann var í tílík­ um klædnabúnað og føldi hann seg í honum sum rætt­ an mann. Janus veit at siga frá, at hann fór niðan at vitja bróð­ urin saman við Kristinu Kristiansen úr Gøtu, sum tey kendu, og sum var foto­ grafur. Tað var ætlanin at taka eina mynd av Kristoff­ ur, men var hann seingjar­ liggjandi, tá ið tey komu, og valdu tey at lata vera. Janus sigur eisini frá, at fáar dagar, áðrenn hann doyði, kom Kristoffur oman at vitja: Vit spákaðu okkum ein túr yvir á Skansan og sótu har og prátaðu saman um mangt og hvat. Ikki vardi tað meg, at hann hevði so stutt eftir. Kristoffur Kamban: Doyði 16 ára gamal sum blaðst Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Kristoffur saman við vinum: F.v. Gunnar Isholm, Kristoffur Kamban, Marius Ziska, Bent Restorff, ókendur Gravsteinurin Kristoffur var ein vakur unglingi