hósdagur 30. august 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 30. august 2007
37
tíðindi
tjóri
Við deyða Kristoffurs
gjørdist eitt tómrúm í familj
uni, ein saknur sum kanska
kámast við árunum men
sum ongantíð hvørvur.
Sálmarnir við jarðarferð
ina vóru sum vera man á
donskum. Lat okkum enda
hesa frásøgn við seinasta
ørindi í seinasta sálmi, sum
sungin varð á grøvini:
En liden Stund,
et stille Blund,
da skal alt Mørke vige;
i Morgengry
foruden Sky
Guds Sol den ny
os hilser i Guds Rige.
Mammubeiggin
og navnin fórst
við Oliviu
Vit halda tað vera ein part
av hesi søgu at taka við
lagnuna hjá tí Kristoffer,
sum Kristoffer Kamban
varð uppkallaður eftir.
Poli í Dali, sum ommu
beiggi Kristoffer Kamban
og mammbeiggi Kristoffer
Ziska, hevur eina áhuga
verda søgu.
Poli var føddur 25. mars
1868. Sum ungur var hann
harður mótstøðumaður av
tí, sum gamli Sloan stóð
fyri, og hann plagdi saman
við øðrum at órógva úti
møtini hjá honum á Doktara
grund. Hann fór út at sigla
sum ungur, og 20 ára gamal
varð hann umvendur. Tá ið
hann kom heim aftur gjørd
ist hann ein tann fremsti
stuðulin hjá teirri tá nýggju
og lítlu brøðrasamkomuni.
Poli gjørdist ein av okkara
fremstu vinnuligu slóðbrót
arum eins og beiggin Jens í
Dali. Hann byrjaði at sigla
við fiski til Hollands, og í
1906 varð hann biðin um at
standa á odda fyri eini fiski
rannsóknarferð til Grøn
lands. Eisini royndi hann
trolveiðu undir Føroyum við
„Atlantu“, og mundi hetta
vera fyrsta trolroyndin undir
Føroyum. Fyri síni avrik
gjørdist hann riddari av
Dannebrog, tá ið Fríðrikur
8. vitjaði í Føroyum í 1907.
Hann var eisini ein av
undangongumonnunum, tá
ið mjólkaforsýningin varð
sett á stovn í 1908, og fyrsta
mjólkasølan var í húsinum
hjá Pola, Arnes Minde, sum
er niðast í Bringsnagøtu
móti Fiskimannafelagnum
og beint við dómkirkjuna.
Tað er lítið og einki, sum
kann sigast um lagnutúrin
hjá Oliviu í 1912. Áðrenn
hann fór avstað, var hann
inni hjá William Sloan at
siga farvæl, og hetta mintist
Andrew, sonur gamla Sloan,
væl. Poli ætlaði, at hetta
skuldi vera hansara seinasta
ár á sjónum, so skuldi hann
fara at starvast á landi.
Tann 9. mars 1912 legði
hann frá landi við 14 røsk
um monnum umborð. Um
páskirnar komu teir inn á
Reykjavík, og Poli talaði
trý kvøld uppí slag í Frels
unarherinum. Teir fara út
aftur, og nakrar dagar eftir
brestir eitt herviligt ódnar
veður á, og einki hoyrdist
aftur frá teimum.
Tað seinasta, sum bein
leiðis er frætt frá Pola, er
bræv, sum hann hevur skriv
að umborð á Oliviu 23.3
1912. Tað er skrivað til Aug
ust Vang í Kaldbak, sum
var
samkomufelagi
hjá
Pola. Brævið er sera drúgt,
men tað er bert um andalig
viðurskifti. Tað var endur
givið í Leirkerinum nr. 56 í
1986.
Olivia, kona Pola, var
donsk. Tey bæði áttu 9
børn. Tann elsti kallaðist
Arne, og hann doyði ungur.
Húsið Arnes Minde er tískil
uppkallað eftir honum.
Tá ið Poli var deyður,
flutti konan til New Zea
lands við børnunum.
Ein dóttir livir enn, 95
ára gomul. Hon eitur Vil
borg, og verður kallað Billy.
Sum ung gjørdist hon vakur
leikadrotning í New Zea
landi, har hon enn býr. Hon
hevur framvegis samband
við ættina í Føroyum.
Keldur:
Tormóður Djurhuus
FF-blaðið
Næstu ferð
Næstu ferð verður frásøgnin um Hanne og Jørgen Frands,
omma og abbi rithøvundan Jørgen Frants Jacobsen.
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Foreldur og systkin. Aftara rað fv. Janus, Ebba, Marius, Hanna. Fremra rað: Betti, Maria og
Hanus, Hjørdis, Rúna
Poli í Dali, slóðbrótari á sjógvi
og landi
Olivia. Við henni fórust Poli og Kristoffer
Hetta er tað seinasta, sum frættist frá Oliviu.
Kristoffer
Ziska var
mammubeiggi
Kristoffer
Kamban.
Hann
doyði eisini
blaðungur.
Hann fórst
við Oliviu í
1912.
Brot úr Glámlýsinum
Vit vilja endurgeva nøkur fáa brot úr blaðnum sum vísir,
at her hevur verið bæði skemt og álvari
Úr blaði nr 2
...Einans at skriva um eitt ella annað úr Tórshavn verður alt
ov fátæksligt. Eingin bygd í Føroyum hevur so lítið at
bjóða børnum sum Havnin. Her er so oyðið, at tað kann
ganga lang tíð av árinum, vit síggja ikki eina kráku. Vilja
vit síggja ein hampiligan havhest, mega vit fara oman á
bryggjuna og standa har, til Jákup Andrias úr Skopun
kemur, tí hann hevur ofta havhestar við.
Nei, tit eiga ta vøkru natúr; mangar staðni er so slætt
niðri við sjógvin, at einki eitur at detta niðurfyri. Tit
sleppa eftir torvi, og tað er gamalt orð, at eingin veit,
hvussu stuttligt tað er at bera torv, fyrr enn hann einki
torv eigur…
Greinin endar við eini áheitan á lesarar uttan fyri
Havnina at senda tíðindini til blaðið.
Á Suðurlandinum
Nú eru flest øll skipini farin á Suðurlandið og liggja teir nú
har yviri og baksa, pápar, synir og brøður. Heima sita
mammur, systrar og brøður. Gongur ein niðri við skipini,
tá ið teir gera til, síggjast millum menninar mangir so ung
ir og lítlir, at teir neyvan hava gingið til. Tað er kalt og
ótídligt hjá teimum, og ikki er undur í, um teir óttast, táið
skipini hella so, at alt læborðið er undir kavi og dekkið
undir líka at kappanum. Teir skulu royna at draga upp
fiskar, ið eru næstan so stórir sum menn.
(Mammurnar) vita eitt, at sjáldan koma allir aftur, ið
avstað fara. So sjáldan, at flestu menn eru tungir í huga
og álvarsamir, tá ið nærkast at faring.
Og hvat líða ikki mammur við at lata tað besta tær eiga,
menninar, og tað sárasta tær eiga, hesar ungu lítlu synirnar,
ið tær fyri bert fáum árum síðan hava sitið við á knøunum
og kelað fyri. Tær munnu bæði bløða og gráta.
Hetta gjørdist seinasta útgávan av Glámlýsinum