hósdagur 30. august 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 167 - 30. august 2007
tíðindi
Hóast Evald
Johannesen bert er
19 ára gamal, hevur
hann longu megnað
tað, sum mong onnur
bara droyma um:
At stovna sína egnu
fyritøku - í hesum føri
til paintball. Tíðin
hevur síðani prógvað,
at hetta var ein røtt
avgerð, tí paintball
er sera væl umtókt
millum manna
Íverksetari
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Regin Dalsgarð,
hann var mín fyrimynd,
sigur ungi klaksvíkingurin.
Hesin Regin stovnaði í
2005 fyritøkuna ISUUS
Mobile sum tekur sær av at
veita kundunum ymiskar
tænastur umvegis SMS-boð-
skipanina.
- Hann gav mær góðan
íblástur. Hann var ungur,
akkurát sum eg, men tordi
kortini at fara í gongd. Vit
báðir vóru í somu støðu, tí
vit bara ynsktu at sleppa í
gongd, greiðir Evald íðin
frá.
Evald slapp á eitt skeið
fyri íverksetarar, og her
kom hann í samband við
onnur fólk sum gingu við
sama ynski sum hann. Hetta
hjálpti honum veruliga í
gongd.
- Eftir skeiðið mentist eg
munandi og fekk nýggjan
íblástur, - ja, eg føldi meg
simpelthen tilreiðar at full-
føra spennandi ætlanina, ið
hevði ligið alt og leingi í
skuffuni, sigur hann við ein-
um brosi.
Evald gongur í løtuni á
Tekniska Skúla í Klaksík,
hóast hugurin helst er meiri
yvir í nýggjar ætlanir sum
íverksetari.
Spennandi
verður
at
síggja, hvat framtíðin hevur
at bjóða Evaldi og øllum
hinum fólkunum, ið ynskja
at fara í gongd við ymiskar
spennandi verkætlanir.
- Eg havi eina aðra stóra
og spennandi ætlan í høvdi-
num. Men tað er ov tíðliga
at siga nakað um hana enn!
avdúkar
ungi
virkisfúsi
klaksvíkingurin.
Trúðu uppá tað
Í mangar mátar er Evald
ikki øðrvísi enn so mangir
aðrir javnaldrar hansara.
Ein einstakur munur er
kortini á honum og øðrum
19 ára gomlum klaksvíking-
um: Hann hevur í mong ár
ynskt at gerast íverksetari,
stovna egna fyritøku og síð-
ani fara undir eitthvørt slag
av vinnuligum virksemi.
Tann stóri spurningurin
var, hvussu ein fór undir
slíkt, hvussu ein útvegaði
sær fígging og hvussu ein
skuldi fáa onnur at trúgva
uppá hetta frálíka hugskot-
ið.
Tíbetur fyri Evald og
spennandi ætlan hansara
við paintball-hugskotinum
var Íverksetarahúsið sett á
stovn í Klaksvík. Hetta var
av avgerandi týdningi fyri
hann, tí fólk kring landið
hava í summar kunnað stutt-
leika sær við hesi “ítrótta-
greinini”.
– Tað tók sína tíð, men tá
hugskotið umsíðir gjørdist
veruleiki, var tað ótrúliga
stórt fyri meg, sigur ungi
íverksetarin við Sosialin.
Eg forðaði
Tað var longu fyri eini
tveimum árum síðani at
Evald av álvara ætlaði at
lata hugskotið gerast veru-
leiki.
Hetta kravdi sum vera
man nakað av honum per-
sónliga. Men sum ein rættur
íverksetari vildi hann ofra
bæði tíð og kreftir fyri at
røkka sínum máli.
19 ára gama
Frá undirskoti
til succes
Ætlanin hjá Evaldi snúði seg um at skipa ein
rullandi paintball-vøll. Hetta hugskotið var roynt
áður av øðrum við ikki serliga góðum úrslitum,
men hetta legði hann einki í.
- Eg hevði hug at fáa tað at bera til, greiðir hann
álvarsamur frá.
Við eini fullfíggjaðari ætlan legði hann íðin til
brots í summar, fyrstu ferð á norðoyastevnuni í
heimbýnum Klaksvík við rullandi og rættiliga
kostnaðarmikla hugskoti sínum.
Men her fekk hann kortini at sanna, at hóast
hugskotið er gott og hóast hann brennur 100 %
fyri tí, er ikki vist at viðskiftafólkini gera tað
sama.
- Tann fyrsta dagin var lítið og einki fólk, tí
veðrið var so ólagaligt. Hetta gav eitt dundrandi
undirskot, so tú skilir at her stóð eitt sindur á
mær.
- Tíbetur var fult av fólki dagin eftir - leygardag
- og tey hildu á at koma heilt fram til týsdagin. Og
tú kanst ætla, at tað var ein glaður maður sum
pakkaði alt saman hetta kvøldið, sigur Evald við
einum stóru brosi.
Hann hevði í fyrsta lagi prógvað fyri sær
sjálvum, at hann var á rættari leið.
Síðst, men ikki minst hevði hann fingið so mikið
væl av peningi inn, at tað bar til at gjalda ein part
av láninum niður.
Síðani hava Evald og paintball-vøllur hansara
verið á sæð á fleiri stevnum í summar.
Paintball til
meginøkið
Stóra ynskið hjá Evaldi Johannesen er at fáa ein
paintball-vøll á einum føstum staði. Nærliggjandi
hjá honum er at velja eitt stað á meginøkinum.
Fyri Evald er nevniliga eingin ivi um, at hetta
hugskot hansara er komið fyri at vera. Tað er ikki
einans á stevnunum, at hetta frítíðarítrivið er væl
umtókt.
Tað gongur nærum ikki vika, at ikki onkur
fyritøka ella bólkur spyrja seg fyri hjá honum at
bíleggja sær tíð til ein paintball-dyst.
- Tær vilja gera alt fyri at sjóða starvsfólkini
saman - teambuilding, veitst tú!
Við rullandi útgerð síni er einfalt at koma kring
landið, men ynskiligt hevði verið at havt hetta á
einum og sama staði.
Í roynd og veru er umsókn send til eina
kommunu um at fáa eitt slíkt øki, heldur enn sum
nú at nýta ruskøki ella grótbrot kring landið.
Sum skilst á Evaldi er henda kommunan
positivt sinnað fyri hesum hugskotinum.
ORÐ
Snorri Brend
MYNDIR
Høgni Thomsen
Norðoyggjar
- At eg frá byrjan av skrivaði eina góða virkisætlan,
hevur havt stóran týdning fyri gongdina. Við henni
havi alla tíðina havt rætta fokusið og hindrað
mær sjálvum í at gera óneyðugar feilir, sigur Evald
Johannesen
Mynd: Høgni Thomsen