hósdagur 30. august 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 30. august 2007
39
tíðindi
l íverksetari
– Eg var til ein fyrilestur,
har tann sum helt fyrilesturin
segði, at tú var tann einasta
forðingin fyri at fara í
gongd.
- Hetta gav mær eitt spark
í eitt ávíst stað. Tá fór eg av
álvara undir verkætlanina
hjá mær, sigur Evald.
Hann gjørdi eina lýsing
av ætlanini – eina virkisætl-
an sum tað eitur – og fekk
góða ráðgeving frá Rana
Nolsøe í Íverksetarahúsi-
num. Hesin dámdi ætlanina
beinanvegin.
- Ja, Rani segði beinleiðis
við meg: “Altso, Evald.
Hvat bíðar tú eftir? Hetta er
simpelthen perfekt! Far í
gongd beinanvegin!”, greið-
ir Evald frá.
Eftir hesi lovandi orðini
legði hann síðani virkisætl-
anina fyri fíggingarstovnin
og fekk ikki óvæntað játtan
til at fara í gongd.
– Pápi mín heitti kortini á
meg um at bíða eitt sindur,
men nú var tíðin so búgvin.
– Í dag kann eg bara stað-
festa at ætlanin hevur verið
sera væl móttikin.
- Paintball er væl umtókt í Føroyum, slær Evald
fast, her hann er farin í paintball-búnan. Øll
familjan hjálpir honum í ætlan síni, m.a. vaskar
omman búnarnar fyri hann
Mynd: Høgni Thomsen
”
Tann fyrsta dagin var lítið og einki
fólk, tí veðrið var so ólagaligt. Hetta
gav eitt dundrandi undirskot, so tú
skilir at her stóð eitt sindur á mær
(Evald Johannesen, íverksetari)
”
Rani segði beinleiðis við meg: “Altso,
Evald. Hvat bíðar tú eftir? Hetta
er simpelthen perfekt! Far í gongd
beinanvegin!
(Evald Johannesen, íverksetari)
”
Vit báðir vóru í somu støðu, tí vit bara
ynsktu at sleppa í gongd
(Evald Johannesen, íverksetari)