fríggjadagur 31. august 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 168 - 31. august 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Kjak hevur tikið seg
upp, um Edmund
Joensen sum løgtings
formaður hevur loyvi
at leggja uppskotið
um Føroyar sum eitt
valdømi fyri ting.
Men sambært fleiri
løgfrøðingum og
politikarum, sum
Sosialurin hevur
prátað við, er hetta
orðklúgvarí og
paragrafryttarí
POLITIKKUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Bara løgtingslimir, lands
stýrislimir og løgmaður
hava loyvi at leggja uppskot
til lógtingslógir fyri ting. Tí
kann Løgtingsformaðurin
ikki leggja framm uppskot.
Hetta segði Sjúrður Ras
mussen,
løgfrøðingur,
í
samrøðu við Norðlýsið í
gjár.
Sosialurin hevur tosað
við fleiri løgfrøðingar um
málið, ikki allir vilja úttala
seg alment, men semja er
um, at hetta kjakið bara er
eitt stríð um orð.
Annfinn V. Hansen, løg
frøðingur sigur, at tinglimir
ofta leggja mál framm
vegna onkran bólk, og tá ið
tosað verður um okkurt lóg
aruppskot, kann verða sagt,
at til dømis tjóðveldisflokk
urin hevur lagt uppskot
fram. Men flokkurin hevur
ikki lagt uppskotið framm,
men ein tinglimur úr flokki
num.
Hetta er heldur ikki fyrstu
ferð, at tingformaðurin hev
ur lagt uppskot fyri ting.
Bæði Edmund Joensen og
Finnbogi
Ísaksson
hava
sum tingformenn lagt upp
skot fyri ting vegna for
mansskapin. Í mars í 2006
legði Edmund Joensen upp
skot fram um broyting í
Tingskipan Føroya Løg
tings. Uppskotið sigur, at
tingmaðurin legði uppskotið
fram vegna formansskapin.
Finnbogi Ísaksson legði eis
ini uppskot fyri ting, tá
hann var tingformaður. Í
2000 legði hann fram upp
skot til løgtingslóg um sam
sýning og eftirløn til Løg
tingsins umboðsmann.
Formansskapurin
gevur tyngd
Í grein fjúrtan í Tingskipan
Løgtingsins er útgreinað,
hvørji mál formansskapurin
kann og skal viðgera. Hetta
eru mál av stórum ella
grundleggjandi týdningi og
ávís onnur mál, eitt nú
hægri fyriskipaðir spurning
ar viðvíkjandi løgtingsar
beiðinum og lønarviður
skifti hjá løgtingsmonnum.
Í mei í ár viðgjørdi for
mansskapurin
uppskotið
hjá Edmundi Joensen um
Føroyar sum eitt valdømi.
Ein meiriluti samtykti at
heita á løgtingsskrivstovuna
um at fyrireika eitt uppskot
til løgtingslóg um Føroyar
sum eitt valdømi.
Sosialurin hevur prátað
við teir fýra limirnar í for
mansskapinum,
Edmund
Joensen, Óla Breckmann,
Hergeir Nielsen og Vilhelm
Johannesen.
Teir
síðst
nevndu vóru ímóti, at heita
á løgtingsskrivstovuna at
fyrireika
lógaruppskotið.
Men orsøkin til hetta var
ikki, at teir hildu, at for
mannskapurin løgfrøðiliga
ikki kundi viðgera ella
leggja slíkt mál fyri ting.
Edmund Joensen legði mál
ið fyri formannskapin, og
málið var viðgjørt sum onn
ur mál.
Edmund Joensen sigur, at
hann legði málið fyri for
mannskapin fyri at fáa
atgongd til embætisverkið
hjá
løgtingsskrivstovuni.
Hetta helt hann ikki vera
nakað løgið í. Annfinn V.
Hansen metir, at Edmund
Joensen valdi hesa loysn
fyri at fáa eina vekt aftan
fyri uppskotið. Hetta var
hansara politiska val, og
onkur kann halda hetta vera
eitt skeivt politiskt val. Men
ólógligt er tað ikki, stað
festir Annfinn V. Hansen.
Fyri sjálvan seg
Hóast málið hevur verið til
viðgerðar í formannsskapi
num, og ein meiriluti í for
mannsskapinum – Edmund
Joensen og Óli Breckmann
– heitti á løgtingsskrivstov
una, at fyrireika uppskot til
løgtingslóg, so legði Ed
mund Joensen ikki uppskot
ið fram vegna formanns
skapin, men vegna seg sjálv
an. Uppskotið til løgtingslóg
sigur, at tingformaðurin
leggur fyri tingið vegna
sjálvan seg.
Edmund Joensen sigur, at
hann gjørdi hetta, tí at
semja var ikki í formann
skapinum. Hergeir Nielsen
undrast hinvegin yvir, at
uppskotið ikki sigur vegnað
formannskapin, tá ein meiri
luti var fyri at fyrireika upp
skotið. Men hann væntar, at
hetta er eitt taktiskt spæl.
Politiskir eygleiðarar og
serfrøðingar hava undrast
yvir, at løgtingsformaðurin
velur at fara inn í eitt
spreingifimt mál sum hetta.
Hetta er ikki siðvenja,
hvørki her ella aðrastaðni.
Bæði Hergeir Nielsen og
Vilhelm Johannesen hildu
tað heldur ikki vera rætt, at
formannskapurin
legði
fram eitt uppskot, sum so
stór ósemja er um.
Tey lógaruppskot, sum
formannskapurin hevur lagt
framm áðrenn hetta málið,
hava snúgva seg um máls
øki, sum ongin landsstýris
maður hevði ábyrgd fyri,
sum til dømis tingskipanin
og umboðsmaðurin. Val
skipanin hoyrir undir máls
øki hjá Jacob Vestergaard,
landstýrismann í innlendis
málum.
Men Edmund Joensen
heldur fast um, at tað var
rætt at leggja málið fyri
ting. Og hann undrast yvir,
at ein løgfrøðingur, sum
hjálpti Finnboga Ísaksson,
at leggja mál fyri ting vegna
formannskapin,
nú
skal
siga, at ein tingformaður
ikki kann leggja mál fyri
ting. Hetta má vera tekin
um, at tað ikki er so lætt at
vera ímóti sjálvum upp
skotinum, heldur hann.
Eg má bara fegnast um,
at mótstøðan nú er vorðin
eitt stríð um petitessir, sum
ikki eru til, sigur hann.
Ein løgfrøðingur sigur, at Edmund Joensen ikki kann leggja
uppskot framm sum løgtingsformaður. Aðrir løgfrøðingar
halda hetta vera eitt stríð um orð, sum onki hevur við
løgfrøði at gera. Sjálvur fegnast Edmund Joensen um,
at mótstøðan ikki hevur annað enn greinaríðing og
smáar orðatulkingar sum mótargumentir
Nú ríða menn
á greinum