Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman umborð Nr. 168 • 31. august 2007 Jákup Mørk blaðmaður jakup@sosialurin.fo Óskiljandi einskiljing Agurkutíðin verður tað rópt, tá miðlarnir yvir eitt tíðarskeið ikki hava nakrar veruligar søgur at takast við. Ofta er summarið tiltikið í so máta, og helst var tað hetta fyribrigdið, sum gjørdi seg galdandi hjá Útvarpinum. Framhaldssøgan um listaverkini í Føroya Banka tóktist í øllum førum verið týdningarmesta stórmálið seinastu 10 árini, so stórt rásarúm, sum hetta fekk á FM-bandinum. Málið endaði við, at tað almenna fyri eina enn ikki ásetta upphædd keypir verkini úr nú partvíst einskilda bankanum. Og tað var ein loysn, sum langt ífrá hóvaði øllum politikkarum, sum hildu listaverkini vera fólksins ogn. Kundi tó hugsað mær at vita, nær hesi gjørdust fólksins ogn. Ella við øðrum orðum. Hvussu nógv rindaði landið fyri listaverkini, tá Føroya Banki kom á almennar hendur? Mær vitandi var hetta ikki við til at trýsta prísin uppeftir ta ferðina. So eg havi ilt við at skilja, hví landið nú skal fáa endurgjald fyri nakað, sum tað ongan tíð hevur átt! Hinvegin fekk landið eitt partafelag bíliga til keyps. Bíliga, tí eftirtíðin hevur prógvað, at tað vóru óreellar niðurskrivingar, sum viðførdu bankakrakkið. Eitt krakk, sum landið eisini fekk endurgjald fyri. So eftir at hava fingið í bæði posa og sekk vildi landið nú eisini hava listaverkini sum dessert. Skilji tann, ið skilja vil. Skal leisturin fylgjast, kunnu vit bara ímynda okkum, hvat næsta einskiljingar- kravið verður. Kanska at fáa goymsluna hjá Atlantic av tollfríum til útlutan millum allar føroyingar, áðrenn hendan verður keypt av útlendingum, sum bara vilja forvinna pening við at selja hana. Kalla Mohr segði tað so væl. »Einskiljing er nakað, sum bara ein skilir.« Eg skilji tað ikki! Tíðin, tá ungin flýgur út av rókini, er ein sera spennandi tíð hjá monnum, sum reka havhestaveiði. Menn sláa seg saman og leggja seg eftir at taka fugl til húsbrúks – og aðrir, sum royna at tjena sær nakrar eyka krónur hesa tíðina Tíðin rundan um mánaðarskiftið august/ september er vanliga besta tíðin til tøku av havhesta- unga á sjónum. Nær ungin fer á sjógv, av- hongur av, nær búfuglurin er lagstur, og hvussu búningin hevur verið. Veðrið man eisini spæla inn, nær ungin flýgur út av rókini. Men tá ið tíðin er komin, fer hann. Okkurt árið kundi tú gera ein góðan dag longu 23. august, og onnur ár sást ikki fuglur á sjónum fyrr enn eftir 26. august. Í dag er 31. august, og nú skuldi fuglurin í øllum førum verið byrjaður at koma á sjógvin. Og tað er hann eisini. Fyrr í hesi vikuni frættist, at menn høvdu gjørt smáar hav- hestadagar, har teir høvdu fingið út við 100 fuglar á bátin. Tað er ikki stórur fongur, um tú ert á leiðunum, har nógvur fuglur vanliga flýgur niður úr berginum – ella, har fuglur eftir rákinum plagar at savnast. Miðskeiðis í hesi vikuni frættist eisini, at menn høvdu fingið út við 200 fuglar á bátin. Og tá byrjar at líkjast… Okkurt er tó, sum bendir á, at fuglurin er heldur seinur á veg í heyst – og kanska er talið á rókunum ikki so stórt, sum tað plagdi at vera, tá fuglurin hevði tað best. Skulu vit trúgva fuglafrøðing- um, sum á ávísum plássum telja havhestareiður, verður heystið í ár kanska lakari enn undanfarin ár. Í fjør heyst ljóðaði heldur einki serligt frá fugli, og menn mettu, at talið av havhesti á rókunum er minkandi. Ein orsøk til, at minkingin í stovninum kanska ikki merkist so ógvuslig, kann vera, at so ómetaliga nógvur havhestur hevur verið til. Vit skulu bara heilt fá ár aftur í tíðina, tá menn, sum tóku havhest á báti, høvdu sínar bestu dagar. Fingu rættir fuglamenn færri enn 300 havhestar ein langan dag, hildu teir seg hava fingið ov lítið. Og onkur fekk heilt upp í einar 800 havhestar í ein dag! Svartfuglurin – lomvigi, álka og lundi – hava seinastu árini verið í minking, og rita og terna hava havt tað rættiliga shit. Sambært fuglafrøðingum og teimum, sum eygleiða fuglin, er orsøkin stutt og greitt hin eina – nebbasildin! Semja tykist vera um, at tað er føðin, sum vantar. Føðin er ov langt úr landi og fuglurin, ið veiðir mat til sínar pisur, forsýnar fyrst seg sjálvan – og síðan pisurnar. Nógv orka fer til ferðing út á havleiðirnar og tá fuglurin, sum skal bera pisuni føðina, brúkar so nógva orku, er eisini hugsandi, at hann etur meira. Á longu ferðini heimaftur kann sildberin eisini verða jagstraður av øðrum fuglum, eitt nú kjógva og skúgvi, so eingin nebbasild er eftir, tá hann situr uttanfyri holu ella reiður sítt. Lundaárið miseydnaðist full- komiliga, og hóast ábendingar eru um, at havhesturin eisini er í minking, er framvegis so stórt tal til av hesum fugli, at lítið man vera at ivast í, at nógvir túsund ungar verða veiddir á báti teir næstu 10-12 dagarnar. Hópur av monnum kring landið gera framvegis fitt við hesa veiði, og vanligt er, at teir sláa seg saman um at taka og reinsa fuglin. Hjá nógvum er hetta í fyrsta lagi ein spurningur um at fáa sær nakrar feskar havhestaungar í frystiboksina ella í lakaílatið - og so eru tað teir, sum saman royna at tjena sær nakrar eyka krónur hesa tíðina. Nógv arbeiði er av at fáa fuglin til høldar. Fyrst eru tú á báti ein langan dag, og tá tú kemur heimaftur, standa royting, svíðing og reingerðin fyri. Er nógvur fuglur tikin, eru hetta langir dagar, men tað hevur lætt um, at menn fyri fleiri árum síðan fingu sær roytingarmaskinur – og summir eisini eru farnir at vaska fuglin í eini vanligari blandimaskinu, sum riggar sera væl til endamálið. Tú bindur handklæði um “armarnar” inni í maskinuni, fyllir nakrar pøsir av heitum vatni í og eitt sindur av sotu. Síðan blakar tú einar 30-35 havhestaungar við avskornum veingjum, beinum og høvdi inn í maskinuna – og eftir heilt fáum minuttum eru teir líka berir og reinir sum vælvaskað barnarumpa. Nógvar ymiskar søgur knýta seg til havhestaveiði, bæði góðar og minni góðar. Í sínari tíð doyðu fleiri fólk, serliga barnakonur, av hav- hestasjúku, og mær er fortalt, at Vágur var serligt hart raktur. So nógv fólk doyðu av hesi sjúku eitt heystið, at fløggini veittraðu á hálvari stong í vikur. Ein søga er eisini, tá suður- oyingar byrjaðu at eta havhest aftur. Tey vistu jú ikki, um fuglurin kundi etast, tá fólk kundu doyggja av herviligari havhestasjúku. Ein gomul kona, sum kortini lá til at doyggja, gjørdist partur av hesi ætlan. Tey kókaðu havhest og góvu henni at eta, samstundis sum tey av og á hugdu inn til hennara fyri at vita, um hon var á lívi. Jú, hin gamla bæði andaði og hevði tað gott! Í gomlum døgum tóku teir eisini havhest í berginum, og eisini at hesum ferðum munnu vera knýttar nógvar søgur av ymiskum slagi. At taka havhest á sjónum í góðum líkindum er eitt spæl. Hetta eru sera hugnaligir dagar og ómetaliga góður avvekslingur til ein vanligan gerandisdag. At taka havhest á báti At taka havhest á sjónum í góðum líkindum er eitt spæl. Hetta eru sera hugnaligir dagar og ómetaliga góður avvekslingur til ein vanligan gerandisdag. Á myndini er havhestabátur við tveimum monnum staddur í góðveðri norðanfyri Mynd: Vilmund Jacobsen Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo