fríggjadagur 31. august 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 31. august 2007
3
lýsingar
Løgfrøðingar til Innlendismálaráðið
Innlendismálaráðið søkir
eftir tveimum løgfrøðingum.
Høvuðsuppgávurnar eru ráðgeving,
málsviðgerð og lógarsmíð á teimum
økjum, ið ráðið umsitur.
Talan er um fakliga spennandi og
fjølbroytt størv, har góðir møguleikar
eru fyri viðkomandi eftirútbúgving,
Eisini verður møguleiki fyri at
arbeiða hjá øðrum viðkomandi
myndugleikum og stovnum uttanfyri
Innlendismálaráðið.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt
embætisprógv, og vera væl fyri
málsliga. Eisini vænta vit, at tú
hevur góð samstarvsevni, arbeiðir
sjálvstøðugt og miðvíst. Lesandi, ið
vænta at verða liðug í næstum, eru
vælkomin at søkja.
Løn og setanartreytir vera sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og BLF.
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Vilt tú hava meira at vita, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við
Rúna Joensen, aðalstjóra, á telefon
358080.
Umsóknir við CV, prógvum o.ø.
skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 10. september 2007
kl. 12:00.
Umsóknir skulu sendast til:
Innlendismálaráðið
Tinganes
Postboks 159
110 Tórshavn
Í Innlendismálaráðnum starvast í løtuni 15 fólk. Innlendismálaráðið
umsitur m.a. lógarmál, kommunumál og umhvørvis-, lendis- og náttúrumál.
Tel 35 80 80, Faks 35 80 85, Postboks 159
110 Tórshavn imr@imr.fo, www.imr.fo
InnlendIsmálaráÐIÐ
Starvslýsing
sansir.fo