fríggjadagur 31. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 168 - 31. august 2007
Føroyska samfelagið
stendur í stórari skuld til
Studentaskúlan í Hoydøl
um. Tað hevði verið sonn
vannlukka, um miðnáms
skúlaútbúgvingar ikki
høvdu verið her seinastu
sjeyti árini. Lutfalsliga alt
ov fá høvdu gingið útbúgv
ingarleiðina og enn færri
av útbúnu føroyingunum
høvdu vent heim aftur á
klettarnar.
Tað hevur ómetaliga
stóran týdning, at ungdóm
urin hevur møguleika at
nema miðnám – og eisini
víðari útbúgvingar – í
Føroyum. Hetta ger, at
føroyska málið festir seg
betri, at næmingarnir skilja
ymisku fakini við føroysk
um eygum, og ikki minst
skapar hetta samfelagnum
menniskjatilfeingi av góð
ari dygd, sum ynskir at liva
og byggja upp land í
Føroyum.
Tíbetur hendi tað 1. sep
tember í 1937, at framsígg
in fólk sóu týdningin av at
stimbra undir útbúgvingar
leiðina hjá føroyska fólkin
um og harvið settu á stovn
fyrsta føroyska stundenta
skeiðið. Spurningurin er
bara, um politiski meiri
lutin er eins framsíggin í
dag?
Skúla í føðingardagsgávu
Eftir mínum tykki eiga vit,
sum sita við politisku
ábyrgdini, at nýta merkis
dagin sum høvi at koma
við tilsøgn um, at tað
beinan vegin verður farið í
gongd við at projektera og
byggja stóra og nýmótans
skúlalon oman á brendu
toftirnar av Nýggja Húsi
og allan vegin framvið
skráninginum yvir til
núverandi skúla.
Tá hesin bygningur er
liðugur, eigur núverandi
skúli møguliga at verða
rivin niður og ein nýggj og
nýmótans lon bygd afturat,
har skúlabygningurin frá
1965 stendur. Síðani eiga
báðar lonirnar at verða
knýttar saman við nútíðar
hóskandi mentanar og
samkomuhøll.
Gera vit hetta, hava vit
eftir fáum árum eitt nýmót
ans útbúgvingar og menn
ingarumhvørvi við alskyns
hentleikum bæði til skúla
brúks og til mentanarlig
og tónlistarlig tiltøk í ein
um av landsins vakrastu
náttúruøkjum.
Vit kunnu ikki framhald_
andi bjóða ungdóminum og
lærarunum verandi trongu,
ótíðarhóskandi og lívshættis
ligu karmar. Tey hava
sanniliga betri uppiborið.
Hóast skúlin sum stovn
ur nú fyllir sjeyti ár, tosa
vit ikki um ein olding, men
um menniskjans og sam
felagsins lívsfríska vár. Ein
skúli á tremur av Føroya
framtíð í besta blóma og
við virkisfýsni og trúgv
uppá eina bjarta framtíð.
Hetta kunnu vit politik
arar ikki halda fram at
køva við berum atgerðar
loysi og stríði um geograf
iska staðfesting, soleiðis at
einasta loysn framhaldandi
verður ongin loysn.
Besta gávan, sum næm
ingar, lærarar og onnur
starvsfólk, kunnu fáa her á
70 ára degnum, eru betri
karmar fyri skúlan í Hoy
dølum. Tey hava nú prógv
að sítt ómetaliga virði ígjøg
num heilan mansaldur.
Seksti ár og svikin
Rokni við, at tey á Føroya
Studentaskúla ræðast eitt
sindur føðingardagsheils
anir. Hetta skilji eg væl, tí
tað var jú júst á seksti ára
føðingardegnum í 1997, at
Sambandsflokkurin sera
snildisliga forkom ætlan
unum um nýggjan skúla í
Hoydølum. Væl at merkja
lovaði landsstýrismaðurin
samstundis skúlanum inni
vist í einum framtíðar depli
við Marknagil. Men út
meldingin hevur higartil
ikki ført til annað enn
klandur, stríð og atgerðar
loysi.
Tá vit hugsa um hetta, er
tað ikki so løgi kortini, at
tað var Sambandsflokkurin,
sum beindi fyri stásiligu
skúlaætlanini. Hetta er
flokkurin, sum var ímóti
okkara egna føroyska máli
í skúlunum, ímóti flaggi
num, ímóti vegakervinum,
ímóti føroyskum kirkju
máli, ímóti føroyskum
flogsambandi við útheimin
og sanniliga í dag eisini
ímóti at knýta landið saman
í eina kappingarføra eind
mótvegis umheiminum.
Í summar brann Nýggja
Hús á gamla Sanatoriinum.
Hetta var ein vanlukka, tí
samstundis sum skúlin
misti burturav framman
undan avmarkaðu hølis
viðurskiftunum, mistu
skúlin, næmingar og lærar
ar stór virði av skapandi
list bæði innan tónleik,
málningalist og annað,
sum ikki ber til at endur
gjalda. Enn meira harmiligt
var tað, at oman á hesa
vanlukku, var neyðugt at
stríðast í fleiri vikur við
núverandi sambands
mannin í fíggjarmálum,
sum steyrrætt setti seg
ímóti at finna pening til at
endurgjalda ein part av
missinum. Aftur her kenna
vit svara afturhaldið.
Depil og Hoydalar
Tíbetur eydnaðist fyrr í ár
umsíðir at finna endaliga
semju um nútímans
umstøður til Tekniska
Skúla og Handilsskúlan í
einum Depli í Marknagili.
Serliga gott er hetta fyri
Tekniska Skúla, sum alt ov
leingi hevur húsast í ótol
andi og púrasta ótíðarhósk
andi hølum. Somuleiðis er
hetta eisini gott fyri
handilsskúlan, sum líðandi
var vorðin alt ov lítil.
Hóast ætlanin uppruna
liga var at hýsa studenta
skúlanum í sama depli,
hevur stór faklig og poli
tisk mótstøða verið ímóti
hesum. Tí er avgjørt, at
depilin í staðin skal inni
halda báðar áðurnevndu
skúlar, men at møguleiki
skal vera fyri at byggja
studentaskúla uppí depilin.
Depilin er stórt framstig
fyri skúlaskap í Føroyum.
Men tað ber til at sam
starva og lesa lærugreinir
hvør hjá øðrum, sjálvt um
fysisku karmarnir ikki
liggja júst á sama stað. Tí
er onki annað enn politisk
ur tvørleiki, sum forðar
fyri, at nýggjur studenta
skúli kann byggjast í
Hoydølum. Og eru ynski
seinni um at flyta skúlan í
Depilin, ber uttan trupul
leikar til at brúka nýggja
skúlan í Hoydølum til
ítróttar og mentanar
háskúla, ella enntá at hýsa
stórum parti av Fróðskapar
setrinum í Hoydølum.
Venda vanlukku til lukku
Hóast talan var um van_
lukku, tá ið Nýggja hús á
gamla Sanatoriinum brann,
nú hølisviðurskiftini eru so
trong, ber væl til at um
skapa hetta til vinning í
framtíðini.
Latum okkum við polit
iskari ábyrgd fáa vent hesi
vanlukku til lukku. Tað
gera vit við at steðga
atgerðarloysinum, bróta
upp um armar og fara
undir projektering av
nýggjari skúlalon tvørtur
yvir brendu toftunum av
døkku sjúkdómstíð føroy
inga. Lat okkum venda
døprum útlitum til bjarta
vón, nú Føroya Studenta
skúli hátíðarheldur at hava
rokkið heilan mansaldur.
Hjartaliga tilluku við sjeyti
ára degnum!
Tillukku Hoydalar – vit skylda tær føðingardagsgávu
Tað er ein av súlunum undir framburði
og vælferð í Føroyum, sum í hesum
døgum heldur sín sjeyti ára føðingardag.
Stundentaskúlin í Hoydølum hevur í
ein mansaldur lagt grundstøðið undir
útbúgvingarleiðina hjá túsundtals
føroyingum, sum hvør í sínum lag hava
lagt sítt klípi í menningina av landi okkara.
Nú er upp á tíðina, at samfelagið lønar
skúlanum aftur
løgtingsmaður
www.john.fo
John
Johannessen
Stutt um søguna:
• 01.09. 1937 Skúlin byrjar sum 2 ára málsligt
studentaskeið, í 1947 eisini matematisk linja.
• 1959 varð umskipað til tríáraskúla.
• 1972 kom samfelagsgrein.
• 1973 kom náttúrufrøðigrein.
• 1974 HF-skeið. Í Hoydølum við undirdeildum í Suðuroy
og Klaksvík. Eftir hetta vaks trýstið á skúlan nógv og
okkurt árið, var næmingatalið um 530. Tí byrjaði skúlin við
Gøtugjógv eisini í 1980.
• Hølisviðurskifti: fyrstu árini hevði skúli truplar umstøður,
men í 1946 varð flutt í VBV (VandBygningsVæsnet) við
Skansan.
• 1962 varð flutt niðan í Hoydalar, har gamla Sanatoriið
varð umvælt til skúla.
• Um somu tíð var byrjað at byggja nýggjan skúla har,
hann var liðugur í 1965.
FAKTA
Studentaskúlin í hoydølum fyllir 70 ár í dag
Savnsmynd