fríggjadagur 31. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 31. august 2007
Vikuskifti
14
Eitt morgunbros, frá eini ungmoy
- við andliti sum minnir um
nýsprotna baldursbrá - tað er
heilsan, Noreg gevur okkum, tá
vit koma upp um níggjutíðina
ein morgun í miðjum juli, á
veg inn eftir Bergensfjørðinum
umborð á einum av skipunum
hjá Color Line. Sólin bræðir
tað seinasta morgunsirmið
burtur, fura og grann fetta sær
rankar á á nesjum, heyggjum
og skergarðsoyggjum, bátar
liggja uppdrignir undir húsum og
neystum, sethúsini, mong teirra
við svalum oman móti bláum
víkum og sólgyltum lundum,
líkjast slottum, og verksmiðjur,
kirkjur og brúgvar, hongdar upp
ørandi millum tindar og berg,
bera boð um bjartskygni og trúgv
á framtíðina. Víst er hon verd
at heilsa uppá, henda frúgvin,
við (hugsi eg) skjótt 2.000
oljumilliardum á bundnari kontu!
Bergen og Havnin
At koma til Bergen er næstan
sum at koma heim. Tað var
Jørgen-Frantz Jacobsen, sum,
við tí fyndugu elegansu, sum
var honum so lík, helt fyri, at
Havnin í grundini bara var ein
minni útgáva av Bergen, tí her
í Bergen eru, sum í okkara lítla
høvuðsstaði, tvær vágir, og sum
Bergen hevur sítt Norðnes, hevur
Havnin sítt Tinganes. Taka vit nú
søguna og bókmentirnar uppí, so
er at kalla hvør blettur í Bergen
heimakunnugur, Hákunarhøllin,
Mariukirkja, Bryggjan og ikki
minst Hansa-fornminnissavnið,
sum fyrst og fremst vinmaður
Hans Andriasar, Christian Koren
Wiberg, listamálari, arkitektur og
fornfrøðingur, legði nógv arbeiði
í at byggja út og gera til eitt
virðiligt savn.
Eg fari við lunnabreytini niðan
á fjallið Fløyen, 300 metrar uppi
yvir býnum, har ferðafólk kunnu
keypa sær postkort ella njóta
eina máltíð í matstovuni, og aftur
sendir býurin mær eitt bros, hesar
ferð fjarari og meira romantiskt,
sáldað gjøgnum dreymatár,
farandi og komandi, av mjørka og
sirmi.
Eins andaliga viðføri fargar
tað upplivaða, og nú síggi eg
Sigmund í Hoyvík sála, skipandi
Margretu kvæði, tá dansurin
gongur av tí besta. Dulvitskan
hevur rakt snórabeint, tí í
einki annað verk enn hetta
er býurin Bergen ristur so
týðiliga, sjóvarmáli, kongsborg,
myrkastova, Mariukirkja, Norðnes
og, fyrst og fremst, tann politiska
støðan sum hon var í Noregi um
ár 1300, tá ið kuggar úr Lübeck
førdu vín henda vegin og fóru
avstað aftur fullfermdir við
turrum fiski, og tá ið Bergen var
størsti havnar- og handilsbýur
í Norðuratlantshavi og Noregs
kongsbýur og høvuðsstaður.
Margretu kvæði
Eirikur Magnusson, kongur í
Noregi, ger av at senda sína ungu
dóttur til fremmand lond at verða
“moykongur”. Eyðun Hestakorn
og Ingibjørg, sum eru fylgisneytar
hjá gentuni, gera av at selja hana
sum træl til Blálanda, t.e. Afrika.
Greivin av Blálondum keypir
hana, men tá hann frættir, at hon
er “av kongakyni”, ger hann av
at gifta seg við henni. Tey liva
saman og fáa ein son, men so
eina náttina droymir Margreta ein
løgnan dreym:
Meg droymdi, í Norðnesi
har var vaksin viður,
hjørturin við sítt fagra horn,
hann spældi for bergið niður.
Greivin ræður dreymin og sigur, at
hetta merkir, at Margreta kemur
heim og verður brend. Margreta
fer, sum drigin av lagnuni, heim
aftur til Noregs. Faðir hennara er
deyður, og bróðirin Hákun er nú
kongur í Noregi. Hon sigur, hvør
hon er, tvey vitnir vátta tað hon
sigur, men Eyðun Hestakorn ber
so í bandi, at annað vitnið, fostra
hennara Ása Tistilsfrú, gongur
frá sínum orðum, og úrslitið er,
at Margreta verður fongslað og
seinni brend á Norðnesi. Eyðun
fýrir hana sjálvur øvuga av hesti
út á bálið. Barnið, hon hevur átt
í myrkastovu, klývur hann sundur
“í lutir tvá”, og síðani “kastar”
hann eisini tað “út á bál”. Eisini
meistarin Eingilbrekt, sum er
álitið hjá Margretu, verður av
Eyðuni dripin og blakaður á bálið.
Eyðun Hestakorn er soleiðis
frá byrjan til enda meistari
fyri vanlagnuni hjá Margretu.
Og ikki bara tað, hann er sum
heild tann stóri svíkjarin í
okkara bókmentum og kann
samanlíknast við eitt nú Gýðin
jall, Ásmund Kellingarson og Kálv
Lítla. Vísan leggur, tá hon skal
lýsa, hvat hetta illmenni troystar
sær at gera, ikki fingrarnar
ímillum:
Tóku tey frúnna Katrina
løgdu undir høgindi blá,
Eyðun og frúgvin Ingibjørg
tey settust omaná.
Hvør var Eyðun
Hestakorn?
Men hvør var Eyðun Hestakorn?
Svarið er: Hann er søguligur
persónur og var ein tann mest
týðandi maðurin í norskum
politikki í seinnu helvt av 13. øld.
Hann æt Audun Hugleiksson,
varð føddur um 1240 og átti
tilkomin nógva jørð í Norðfjørði
og Suðurfjørði. Á Hegranesi í
Jølster átti hann seturgarð, og
har bygdi hann borg úr gróti, sum
sambært útgrevstrum var 21-22
metrar long og 12-13 metrar
breið. Umframt Álv Erlingsson var
Audun Hugleiksson einasti maður
í Noregi, tá ið kongur sjálvur er
undantikin, ið átti slíka borg.
Eyknevnið Hestakorn kom antin
av tí, at Audun var so ríkur, at
hann gav sínum rossum havra
at eta, ella av hestakorni, einum
serligum slag av skatti, sum
bøndur um Oslo-leiðina máttu
rinda til skansan Akershus.
Á døgum Audun Hugleikssonar
høvdu tveir kongar av Sverra-
ættini valdið í Noregi, Hákun
Hákunarson (1204-63) og sonur
hansara Magnus Lógbøtari
(1238-80). Eirikur kongur rópti
Audun “sín frænda”, helst tí at
Inga, mamma Hákun Hákunarson,
og Audun í Borg, abbi Audun
Hugleikssonar í kvennlegg,
vóru skyld. Hákun og Magnus
Eyðun Hestakorn
Valdið og listin III.
Greinarøð
Hanus Kamban
Hákunarhøllin, bygd liðug í 1261