Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 31. august 2007 15 Fannhard Skorðadal, Norðragøtu, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið 29. august, 65 ára gamal. Kistan kemur í Gøtu kirkju fríggjadagin kl. 16. Jarðarferðin verður lýst seinni. Eirikur Dam, Streymnes, ættaður úr Kvívík, fer til gravar fríggjadagin 31. august kl. 14 úr Hvalvíkar kirkju. Sálmabókin verður nýtt. Tey ið vilja minnast Eirik, kunnu lata eina peningagávu til Kirkjuna ella Missiónshúsið, konta í peningastovninum. Martin Eliasen í Fuglafirði, vanliga nevndur Martin í Beitinum andaðist í heiminum mikudagin, 70 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum syndu samkenslu og hjálpsemi, tá góða elskaða mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Maria Hansen Vestmanna ættað úr Sørvági andaðist og var jarðað. Tøkk til tykkum á Røktarheiminum Mørkini fyri góða umsorgan og røkt, ta tíðina hon var hjá tykkum. Tøkk til Bjarna Bæk. prest. fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Tøkk øll tit, sum bakaðu og tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri heilsanir, kransar, blómur og peningagávur til kirkjuna og missiónshúsið. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk. Børnini við familju Í døgunum 1. –15. septem­ ber hevur Elsa Bech, snið­ gevi, málningaframsýning á Café Jinx á Áarvegnum í Havn. Talan er um eina heldur øðrvísi framsýning. Elsa er inspirerð av einum stíli, ið kallast »shabby chic«. Tað er ein stílur, har alt skal síggja gamalt og rátt út. Henni dám­ ar t.d. at blanda alt millum himmal og jørð saman, líka frá betongi til gomul bíbilsk útklipp, og síðan antin akryl máling ella olju máling út yvir. Eisini arbeiðir hon við strukturum og samanseting­ um av evnum við sínum egna serstaka málningastíli. Elsa hevur eisini eina heima­ síðu: www.elsabech.dk Elsa Bech framsýning á Café Jinx Katrina var fødd 4. januar í 1928. Foreldrini vóru Jóannes Johannesen á Heimara Valinum í Svínoy, sum gift­ ist við Minu Rasmussen í Haralds­ sundi. Tey áttu 4 børn, sum vóru Berg­ ar, Sunnva, Símun Pauli og Katrina. Katrina var ógvuliga góð við bygdina. Hon fór burtur at tæna til Kunoyar í húsinum Árnastovu, har var hon í nøkur ár. Síðani kom hon aftur til Haraldssunds. Katrina fór eisini á háskúla í Havn, tað var summarið 1951, tá vóru tey 39 fólk. Hon giftist við Ingvald Justesen frá Norðdepli, og keyptu tey húsini suðuri við Garðin, har tey fluttu inn. Tey fingu trý børn, men tað eina doyði. Tey høvdu so tveir synir, sum Katrina hevði heima, meðan maðurin var burturi við línubátum, har hann forvann sær pening til konuna og synirnar. Katrina bleiv tá heima og passaði uppá synirnar. Katrina var eisini í valstýrinum í mong ár her í Haraldssundi. Eisini var hon í bindi­ klubbanum, sum tær 8 konurnar høvdu saman í mong ár, og Katrinu dámdi væl at koma í bindiklubb. Húsini suðuri við Garðin, vóru sostatt sunnasta húsið í bygdini, men hon treivst væl at vera sunnast í bygdini og var sostatt ikki bangin at vera einsamøll. Eg var ofta inni hjá teimum, hon var blíð at koma inn til men um so var, at tað var langt ímill­ um at eg var inni á gólvinum, segði hon altíð: »Tú ert til, og nú væntaði hon ikki, at hon fór at síggja meg aftur, og tá hon hevði sagt hetta, so flenti hon og spurdi meg um eg visti nøkur tíðindir at fortelja; »Katrina var altíð í góðum lag tá eg kom inn, hon segði at hon sá ongan uttan meg. Eitt árið um vetrartíð var nógvur vindur, og mamma mín ringdi til Katrinu og bað hana koma heim til okkara, tí tað var nógvur vindur. Ein maður var og vitjaði okkum og hann fór eftir henni at leiða hana heim. Hetta var um 11 tíðina um kvøldið og vit sótu og spældu kort ímeðan tað ringasta av vindinum leikaði í. Vit sótu uppi til uml. kl. 2. Tá fór hon suður aftur á Garðin, tá var veðrið við at batna. Jú hon sat ofta við kortum í hondini og legði kabal. Eg minnist oftani at Karl Klettskarð, sáli, var inni hjá Katrinu og las bløðini, sum hann ikki helt, jú eg síggi hann fyri mær, tá eg kom inn á gólvið suðuri við Garðin. Ja, hetta eru minni, sum eg havi um Katrinu Justesen, og vil eg við hesum minnast hetta tíðarskeið. Guð vælsigni tey nærmastu, og takki eg fyri hennara tíð, ímeðan hon var hjá okkum. Breið tínar náðiveingir, og Jesus, yvir meg, lat hvíld hjá tær meg finna, mín allan lívsins veg. Veit tú mær ráð og megi, og lat meg dag og nátt, av tíni náði liva, til síðsta andadrátt. Friður verður við minninum um Katrinu Justesen. Andrass Jacobsen, Haraldssund Minningarorð um Katrina Oluffa Petrina Justesen fødd 4. januar 1928 · deyð 12. august 2007 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Fannhard Skoradal Norðragøta andaðist á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið 29. august 65 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju leygardagin kl. 14. Familjunnar vegna Sølva Mai-Britt, Anton, Jan, Sólfríð og Harda Fríggjadagin 31. august 2007 kl. 17 letur listakvinn­ an Rannvá Holm Mortensen upp framsýningina »Heyst­ ferð« í »Art Gallarí Step­ hanssons Hús« á Konga­ brúnni í Havn. Á framsýningini eru 15 ymiskar litríkar myndir, sum tær flestu eru málaðar í ár. „Tað eru so nógvir møguleikar í myndum, og tað er júst hetta, sum er so dragandi“ sigur Rannvá Holm Mortensen. Heystferð í Stephanssons Húsi Fríggjadagin 31. august kl. 17 verður fernisering í »Art Gallarí Stephanssons Hús«, tá listakvinnan Rannvá Holm Mortensen letur upp framsýningina »Heystferð« Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801