fríggjadagur 31. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 168 • 31. august 2007
Vikuskifti
bygdu um hetta mundið upp eina
modernaða umsiting, har brúk var
fyri lógkønum embætismonnum.
Av lógkønastu
monnum
Audun Hugleiksson fekk skjótt
sess sum ein tann fremsti
ráðgevarin hjá Magnusi Lóg
bøtara. Magnus setti 1274 í
gildi landslógina, eina felagslóg
fyri sítt land, eina ta fyrstu
av sínum slag í Europa, og
Biskupa søgur rópa Audun “hinn
vitrasta mann til landslaga”.
Nógv bendir á, at Audun eisini
var málkønur, helst hevur hann
fingið løgfrøðiliga útbúgving
uttanlanda, og kanska hevur
hann dugað latín. Sum kongsins
ráðgevi kom Audun serliga
at arbeiða við lógarmálum,
seinni við fíggjarmálum og
uttanríkispolitikki. Hann fekk
við tíðini mong fín heiti, verður í
1276 nevndur stallari og í 1277
barónur.
Eirikur Magnusson, føddur
1268, kongur 128099, var ikki
meira enn eitt barn, tá hann
tók við sum kongur, og Audun
var ein av hansara verjum og
ráðgevarum. Borið varð nú so í
bandi, at Eirikur skuldi giftast við
Margretu, dóttur Aleksandur III,
kong av Skotlandi. Kongaligar
giftur vóru altíð lið í politiskum
ráðagerðum, og á henda hátt fekk
Eirikur rætt til Skotlands trúnu,
umframt at skotar máttu lata
eina stóra heimafylgju. Eirikur
og Margreta giftust í 1281, men
Margreta doyði longu í 1283,
og dóttir teirra, sum eisini æt
Margreta, var nú arvingi til bæði
Skotlands og Noregis trúnu.
Eitt nýtt atlantsveldi
Nú verður ein nýggj, ólíka
stórfingnari ætlan klakt, ein
stórpolitisk ráðagerð, sum fatar
um tey trý atlantsríkini Skotland,
Noreg og Ongland. Tann blað
unga Margreta Eiriksdóttir
skal taka við sum moykongur í
Skotlandi og skal samstundis
verða trúlovað við Edvardi,
soni Edvard I, sum seinni, sum
Edvard II, verður kongur í Ong
landi. Í kortunum liggur ein
spildurnýggj ensknorskskotsk
samgonga. Meistarar fyri hesi
ætlan eru Edvard I av Onglandi
og verðinsmaðurin, tann víð
farni, mál og lógkøni Audun
Hugleiksson.
Men henda ætlan varð av
ongum, tí á veg til Skotlands
doyði Margreta í Orknoyggjum
á heysti 1290. Og aftur broytist
tað politiska bílætið: Norðmenn
kanna sær Hebridurnar (sum
vóru glopnar teimum av hondum
við friðinum í Perth í 1266),
umframt arvarætt til ta skotsku
krúnuna og tað ið eftir var av
heimafylgjuni hjá Margretu
Aleksandersdóttur, og teir halda
seg ikki fáa nóg dyggan stuðul
í summum av hesum málum
frá Edvardi I. Frakland fer nú at
nærkast Noregi, og ein nýggj
fronskskotsknorsk samgonga
sær dagsins ljós. Eina ferð enn er
Audun Hugleiksson virkin aftan
fyri leiktjøldini, hesa ferð saman
við Filip IV, kongi av Fraklandi.
Hongdur á Norðnesi
Frakland og Ongland klandraðust
um hetta mundið um landspartin
Guienne í Suðurfraklandi.
Audun Hugleiksson fór til París
í 1295, og eftir samráðingar
millum hansara og Filip IV
varð tann 22. oktober 1295
sáttmáli undirskrivaður millum
partarnar. Aftur fyri at fáa 30.000
sterlingpund skuldu norðmenn
útvega Fraklandi 300 skip og
50.000 hermenn, at ráða yvir fýra
mánar á hvørjum ári.
Partarnir plikta seg somuleiðis
til at hjálpa hvør øðrum, um
kríggj skuldi brostið á, og her
verður týðiliga sipað til Ongland
sum fígginda. Audun nevnir seg
í hesum sambandi kongsins
“baro, consiliarius, secretarius
ac nuncius et procurator”. Hetta
merkir, at hann ikki bara var
ráðgevi hjá kongi, men kongsins
handgingni trúnaðarmaður.
Hann var um hetta mundið eisini
skattmeistari hjá Eiriki kongi.
Sáttmálin varð undirskrivaður
og er varðveittur á skjalasavni í
París. Eisini varð samráðst um, at
Hákun hertogi skuldi giftast við tí
fronsku greivadóttrini Isabellu av
Joigny, og at skotar skuldu lata
Eiriki kongi jørð og góðs, hann
metti seg at eiga í Skotlandi.
Hetta var krúnan á tí diplo
matiska virkinum hjá Auduni
Hugleikssyni. Av avtaluni við Filip
varð einki, uttan tað at Audun
fór heim við einum forskoti upp
á 6.000 markar í sterlingvirði.
Søgufrøðingar hava undrast
stórliga á henda sáttmála, á at
Filip læt seg yvirtala og á, at
Audun var so framligur at gera
avtaluna, tí Noreg hevði ongan
møguleika at halda hana.
Fýra ár seinni doyði Eirikur
kongur. Tann nýggi kongurin,
Hákun Magnusson, var ein
sterkari persónsmenska enn
beiggin, ráðaríkur, umhyggin
eisini í smálutum, kanska eisini
hevnissamur, í 1299 var Audun
Hugleiksson, kongsins frændi og
mætasti ráðgevari, fongslaður,
tann 2. desember 1302 varð hann
hongdur á Norðnesi, og síðani
var hansara góðs inndrigið av
krúnuni.
Kvæði og krimisøga
Orsøkina til hesa hending
kenna søgumenn ikki, men tað
er greitt, at Hákun miðsavnaði
tað politiska valdið og hevði
eftirlit við stórmonnum og
embætismonnum. At verða
hongdur bar vitnisburð um
vanæru, og kanska var Audun,
sum tann føroyska Eyðuns ríma
vil vera við, skuldsettur fyri í
sínum fíggjarligu atgerðum at
hava kraddað meira enn sámiligt
var inn undir seg sjálvan.
Margretu kvæði er í grund
ini ein krimisøga, har høvuðs
persónurin, Eyðun Hestakorn,
➘
Her, á Hegranesi í Jølster, stóð borgin hjá Auduni Hugleikssyni. Gerhard Fischer, sum stóð fyri útgrevstrinum, tók
myndina í 1934
Á hesum stað á Norðnesi bleiv Eyðun Hestakorn hongdur, sambært íslendskari frásøgn tann 2. desember 1302