fríggjadagur 31. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 168 - 31. august 2007
Føðingar
Í morgin 1.september verð
ur pápi okkara Martin Juul
Jarnskor 70 ár. Pápi er son
ur Pólinu, ættað úr Leirvík,
og Joen Paula Jarnskor, van
liga kallaður Palli í Køkin
um,
úr
Norðragøtu.
Mamma, Henny Djurhuus,
ættað av Selatrað, og pápi
komu saman, tá ið mamma
var arbeiðsgenta á Høga
bólið í Runavík. Tey giftust
í november mánaði í 1958,
sama dag sum elsta barnið,
ið er John f. 1958, fór til
dópin, og búðu vit tá hjá
ommu og abba. Trongligt
var, við tað at fastir okkara
Eyðna við manni og einum
barnið búði í kjallarinum
og omma og abbi, mamma
og pápi við 4 børnum,
umframt áðurnevnda John
eisini Anita f. 1959, Dánjal
f. 1961 og Pauli f. 1965, øll
húsaðust í ovaru hæddini.
Men alt gekk fínt, tí sum
tikið verður ofta til, har
hjartarúm er, er eisini húsa
rúm. Tá ið Pauli var nakrar
mánaðar gamal, keyptu tey
húsini hjá Petur Jakku í
Blásastovu inni í Kongsbø.
Tey húsini blivu niðurtikin
fyri umleið 56 árum síðani.
Dánjal bygdi upp nýggj hús
á somu grund, og búgva
mamma og pápi nú í kjallar
anum. Har hava tey tað gott;
ikki er ein dagur farin, uttan
at vit børnini ella ommu og
abbabørnini koma at vitja;
ikki bert eina ferð, men
kanska tvær til tríggjar ferðir
um dagin. Altíð eru tey so
blíð, tað skulu tey eiga. Er
ikki køka á borðinum, ja so
er bara at fara í køliskápið, tí
har er bæði turr grind og turr
ur fiskur, so svong fara vit
ongantíð útaftur úr Kongs
bø.
Pápi hevur altíð havt
tokka til dýrini, serliga var
tað neytini á ungum árum.
Sum 12 ára gamal var hann
tarvapassari í Norðragøtu,
har 45 kýr gingu, so tá ið
brúk var fyri tarvinum, so
var pápi altíð til staðar; jú
mín sann, hann fekk 20 kr.
fyri hvørja kúgv, sum fór til
tarvs. Tað eina árið vann
hann sær heilar 840 kr.,
sum hann nýtti til at keypa
eitt 4mannafar.
Ikki hava bátarnir verið
fáir, sum hann hevur verið
við. Fyrsti túrurin var við
Fagranes í Vági í 1953.
Sluppini Jóhannu vart tú við
í 1954. Í 1955 vart tú við
Gøtunesi, sum tíverri brann
niður. Í 1956 vart tú við tí
kendu
sambandssluppini
Agnas Louise, har ímillum
annað vinskapurin við løg
tingsformannin
Edmund
Joensen upprann. Í 1956 vart
tú eisini í Íslandi við Eyst
uroyingi, umframt tú eisini
vart við Gulenni. Heim
afturkomin tann 4.febr. í
1961 søkti tú um kjans sum
lastamaður á Skálaberg. Ikki
gekk so gott, men tá ið tú
tosaði við Kaj Johannesen,
skipara, gjørdist tú glaður, tí
hann fortaldi, at slíkar pannu
køkur, sum hann hevði fingið
frá mammu tíni, hevði hann
aldrin smakkað, so tað gjørdi,
at tú fekst kjansin. Tit fóru
avstað 6 marts í 1961. Í 1967
var tað Finnur Fríði, sum
Øregaard, sáli, var reiðari á,
síðani Geyti Reyði og Sjúrður
Tollaksson hjá Eivind Han
sen, sála, her úr Gøtu. Ja, vit
kundu nevnt nógv afturat.
Í 1997 legðist pápi uppá
land, har hann í eina tíð
arbeiddi á Harenga. Eisini
royndi hann mangt, millum
annað goggufiskarí og at
taka tara og igulker, men í
dag er tað aftur goggufiskarí
ið, sum hann tekst við. Hann
var í skúla í Danmark áðrenn
hetta, í 195657, í Haslev
Højskole, har hann millum
annað fekst nógv við at spæla
hondbólt. Ítrótturin liggur
nevniliga hjartanum nær,
serliga fótbólturin.
Vit eru 7 systkin, og hava
vit øll spælt bæði hondbólt
og fótbólt, men ongantíð
hava vit hoyrt tey grenja
um allar taskurnar, sum
plagdu at liggja í gongini;
tað var mestsum bara ein
sjálvfylgja, og altíð vóru
venjingarklæðini rein og
turr dagin eftir. Fyrst og
fremst er tað GÍ, hann fylgir
við, men eisini hyggur hann
nógv at Barcelona, Man
chester United og AaB, har
abbasonurin Súni hevur
sína dagligu gongd. Nú er
hann eisini farin at hella
eitt sindur til Sundalagið,
har hann heldur seg eiga
eitt sindur í einum leikara,
og hevur hann, sum mong
øtast inná, tikið KÍF fram
um STÍF.
Tá ið abbi okkara fór í
1979, gjørdist pápi grinda
formaður í Norðragøtu. Tað
starvið hevur hann enn, og
gongur hann upp í tað við
lív og sál. Manga góða
lykkju hevur hann latið úr
hondum, og mong eru tey,
bæði nær og fjar, sum hava
fingið uppí pottin ella í
kaggan frá honum, tá grind
hevur lagt beinini í Gøtu.
Søkin hevur hann altíð ver
ið, og í mong ár hevur havt
dunnur og gæs, so teimum
nærmastu nýtist ongantíð at
hugsa um, hvaðani jóla
døgverðin skal koma.
Sum áðurnevnt eru vit 7
systkin,
umframt
John,
Anitu, Dánjal og Paula, eis
ini Magni f. 1968, Henning
f. 1972 og Unn f. 1977. Á
várið 1967 mistu mamma
og pápi tó eina dóttur. Abba
børnini er 13 í talið, tað
elsta 26 ár og tað yngsta 1,
og tey fyrstu langabbabørn
ini eru á veg, og tað frøist
hann stórliga yvir.
Hesi seinnu árini hava
hann og mamma verið nógv
úti um landoddarnar og
ferðast, einamest hevur tað
verið í Íslandi, har tey hava
ein stóran vinaskara. Serliga
til oyggjarnar, har Gisli við
familju býr, er tað, tey fara
yvir at ferðast. Gisli var
eina tíð venjari í GÍ í Gøtu,
og búði hann tá hjá ommu
og abba. Hetta sambandið
teirra millum hevur verið
einastandandi
gott,
og
minnast vit á nógvar góðar
løtur saman við tykkum og
Gisla, men eisini nógvum
øðrum úr oyggjunum.
Góði pápi, verpápi og
abbi. Vit ynskja tær hjarta
liga tillukku við degnum, og
vit vóna, at tú fært ein góðan
dag. Vit gleða okkum til at
hátíðarhalda dagin í morgin
saman við tær og mammu.
Alt tað besta ynskja
Børn, svigerbørn og
abbabørn
Martin Juul Jarnskor 70 ár
12. august fingu Harriet Niclasen og Kim Kambskarð,
Trongisvágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og
vigaði 4200 gr.
21. august fingu Kristina Jacobsen og Esmar Joensen,
Hvítanes, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
4100 gr.
21. august fingu Diana Heinesen og Høgni Nielsen,
Fámjin, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2840
gr.
21. august fingu Fríðbjørg og Dánjal Jørgin Djurhuus,
Strendir ein son, Hann var 48 cm. langur og viga›i 2980
gr.
25. august fingu Anngerð og Niels Pauli Hammer,
Hvalba, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3950
gr.
25. august fingu Jónleyg og Egil, Sandavágur, ein son.
Hann var 57 cm. langur og vigaði 4150 gr.
25. august fingu Bernhard H. og Jóhanna Sofía Petersen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3500 gr.
26. august fingu Nelia og Jan Erik Niclasen, Leirvík,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr.
26. august fingu Daisy og Olaf Simonsen, Vestmanna,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3550 gr.
26. august fingu Jóna Djurhuus, Skála og Árni Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3725 gr.
27. august fingu Jenny W. Poulsen og Mortan Zacharias
sen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
4300 gr.
28. august fingu Sirikit og Eiler Jacobsen, Hoyvík, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3950 gr.
29. august fingu Birita Clementsen og Ragnar Olsen,
Tórs havn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3600 gr.
30. august fingu Beatriz Palmor og Adol Rasmussen,
Fuglafjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
4300 gr.
20. august bleiv Fríði stóribeiggi til hesa fittu
diddu. Hon vigaði 3925 gram og var 53 cm
long. Foreldrini eru Jana Jacobsen og Signar
Djurhuus Kollafjørður
20. august fekk
Hanna eina
lítlasystur. Hon
vigaði 3680 gr og
var 51 cm long.
Foreldrini
eita Elinborg
Mortensen og
Niklas Samuelsen
Prógv
8. august fekk Lív Gregersen, Norðragøtu, prógv sum
BA í International erhvervsøkonomi i engelsk og medier
á Syddansk Universitet i Odense.
27/8 tók Jan Guttesen, Tórshavn, Cand.merc. F.I.R við
Handilsháskúlan í Keypmannahavn.
Tann 28. august 2007 fekk Ann Dahl Hansen prógv
sum cand. Teol. Hon hevur lisið sjálvlestur við tilknýti
til Aarhus Universitet.
Tann 17. august 2007 hevur Jeanette Ottosen, Hoyvík,
lokið sær prógv sum lærari á Frederiksberg seminarium,
keypmannahavn.
70 ár
1. september verður Martin Juul Jarnskor, Norðragøta,
70 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík
frá kl. 18 við døgurða, kaffi og køkum, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
80 ár
3. september fyllir Evald Johannesen í Fuglafirði 80 ár.
Opið hús við morgunmati verður í Siloa leygardagin 1.
september kl. 11.00.
90 ár
Sunnudagin 2. sept. fyllir Jensina Jespersen, Hov 90 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Brúdleyp
Leygardagin 1.9.07 kl 12 giftast í Prestagarðinum í Kví
vík Suna Jørgensen og Leif Thomasen. Døgurði verður
fyri innbodnum. Opið verður í Glæmuni frá kl. 19.
Leygardagin 1. september kl. 15.00 giftast í Vágs kirkju
Helen Hjelm og Hans Jákup Debess, Vágur. Veitslan
verður í VBhúsinum kl. 19.00.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 2. september hava hjúnini Nicolina og Páll
Poulsen silvurbrúdleyp. Tey verða burturstødd.
nøvn