Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 16 verður lagdur undir morð, svik, barnamorð, trælahandil og at svørja falskan eið. Umframt at sipa til søgulig og politisk viðurskiftir, er kvæðið bygt upp rundan um ein søguligan kjarna, ta “følsku Margretu”, eina gentu úr Lübeck, sum kom til Bergen í 1300, segði seg vera ta sonnu Margretu og varð brend saman við manni sínum á Norðnesi í 1301. Vísan er eitt frálíkt dømi um, hvussu listin megnar at spegla verulig viðurskiftir aftur, á sín serliga hátt, og hóast hon í staklutum ikki er eftirfarandi. Í roynd og veru ber kvæðið prógv um misnøgd millum tað vanliga, fátæka fólkið við eitt ríkis- og kongsvald, sum í hesum tíðarskeiði legði tungar byrðar og høgar skattir á almúguna. Sambært norskari lóg hevði kongur bara rætt til at skriva fólk út til hertænastu, tá ið tað galt landsins verju. Nettup avtalan við Filip IV, um at lata einum fremmandum landi norskar hermenn fyri vinning, var, um hon var kend, prógv um, at myndugleikarnir framdu lógarbrot. Almúgan ger í vísuni upp við bæði Hákun kong og, serstak- liga, landsins mæta og ríka uttanríkisráðharra. Tann hvíti hjørturin, ella einhyrningurin, var í miðaldar kvæðaskaldskapi eitt ikon. Í miðjuni á vísuni stendur myndin av Margretu, tí sakleysa hjørtinum, sum verður við undirlutan í einum skitnum politiskum leiki um vald og vinning. Gjørdi tvítak av manninum Spell, at tað ikki ber til at gera eina tíðarferð og sleppa at uppliva, sitandi í steinboga, fundirnar millum Filip IV og Eyðun Hestakorn. Hvat ótu og drukku teir, hvat mál varð talað, hvussu vóru teir klæddir, hvussu var teirra eygnabrá? Eingin ivi man tó vera um, at teir hava skilt hvønn annan sera væl. Eyðun var løgfrøðingur, og Filip, ellivti og seinasti kongur av Capet-ættargreinini, skapti eisini í Fraklandi eina umsiting av løgfrøðingum. Báðir følast merkiliga modernaðir, snildir, hálir, kraddutir, Audun helst tann dámligari maðurin, stórtøkin, sjarmerandi, ikki sørur fyri megalomani, Filip (28 ár yngri enn Eyðun) ein ivaleysur teokratur, eirindaleysur og ísakaldur. Filip IV, sum við svikum beindi fyri tempulharrunum og soleiðis framdi eina av søgunnar stóru og ræðuligu beistagerðum, skuldi, sum navnið sigur, vera stak vakur, høgur, við ljósum holdi, av bestu veiðimonnum. Skal ein trúgva okkara Eyðuns rímu, var Eyðun Hugleiksson heldur ikki fyri ongum, hvørki hvat útsjónd ella persónligum yndi viðvíkir. Eftir at hann var hongdur, læt kona hansara (sum tó æt Gyrid og ikki, sum vísan vil vera við, Ingibjørg) sambært einari føroyskari vísuuppskrift gera eitt tvítak av viði av manninum til at ugga seg við: Hon smíðar sær mann av adaltræ og letur í Eyðuns klæði, tað var mær av sonnum sagt, til songar gingu tey bæði. Út um verøld og heim Til seinast skal verða nevnt, at henda viðgerð í høvuðslutum byggir á greinar eftir tann norska søgufrøðingin Knut Helle og eftir kvæðagranskaran Svale Solheim. Hesin seinni sær Margretu kvæði sum vitnisburð um ta bílæti, almúgan hevði av myndugleikunum, og um, hvussu henda sama almúga evnar til eina øðrvísi, subversiva mynd og útlegging av søguligum og politiskum hendingum og av gerðunum hjá søguligum persónum. Hóast hetta ivaleyst er rætt, haldi eg sjálvur, at Margretu kvæði fyrst og fremst er dømi um skaldskap á høgum støði, um meistaraligar dramatiskar yrkjaragávur og um, sum dreymarnir vísa, ta floygdu surrealismu, sum ger skilarúm millum ta góðu og ta sublimu listina. Hetta, tað skaldsliga virðið, hevur eftir mínum tykki størri týdning enn teksturin sum søgulig kelda, hóast eisini tað er partur av heildini. Tá ið Sigmund í Hoyvík skipaði hetta kvæðið, megnaði hann, við keipum og andlitsbragdi, við sínum evnum til at undirstrika tey háleittastu ørindini og við at varðveita tann spenning millum sjónleik og tign, millum frælsi og tamarhald, sum eyðkennir góðan dans, at fáa ein at føla seg fluttan “út um verøld og heim”. Hákun Magnusson, sonur Magnus Lógbøtara, var kongur í Noregi frá 1299 til 1319. Henda høggmyndin, sum sæst í skrúðrúmsinngongdini í Stavanger dómkirkju, verður hildin at vera av honum Baróninnsiglið hjá Auduni Hugleikssyni, prentað í tí fransk-norska sáttmálanum frá 1295