fríggjadagur 31. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 31. august 2007
Ikki kunnu vit siga, at Evald fer
um tey áttati hendan dag, so fattur
og spelkin; men svá er. Lættur í
sinni, góður frásøgumaður, og so
svimur hann sum selur á sundi
hvønn leygarmorgun i tí svambl
andi pensiónistahópinum í damm
inum undir skúlalonini.
Ættin
Vit eru skyldmenn, og stavar hes
in uppruni okkara úr Lamba, av
Hellunum,
úr
Garðshorni
í
Oyndarfirði og Fuglafirði. Evald
er fróðar maður og veit væl at
siga um slekt í síni heild í Fugla
firði.
Lamba Símun – Símon Johannes
sen, var langabbi okkara. Hann var
sonur Ellen Thomasdatter, f. 1788
í Lamba og Johannes (Jóannes)
Johannesøn, f. 1791 í Hvalvík.
Símun fekk sær konu úr Fuglafirði,
ið æt Marin Margretha (á Vestur)
Poulsdatter. Foreldrini hjá Marin
Margrethu
vóru
Johanna
Jensdatter, Jóhanna á Kinn f. 1810
og Poul Eliasøn, Poul á Vestur f.
1801. Jóhanna var ættað úr Lamba
og systir Janus á Kinn, sum fyrstur
setti seg niður á Hellunum(1849).
Poul var ættaður úr Fuglafirði
(Hellubókin blaðs. 28).
Símun og Marin Margretha eru
tey næstu, ið seta seg niður á Hell
unum (uml. 1860). Margretha er
systirdóttir Janus. Símun og Marin
Margretha fingu 9 børn. Triðelstur
av børnunum er Johannes (Jóannes)
Fredrik, f. 22 mai 1863. Hann er
abbi Evald í faðir ætt og varð í
Fuglafirði kallaður Jóannes í Innu
stovu. Hann var tvær ferðir giftur.
Fyrra konan var Elsebeth Johansen,
dóttir Høgna á Rætt, Høgna Gaard,
ættaður úr Garðshorni. Høgni var
beiggi langommu mína, Annu
Mariu í Tarti í Oyndarfirði. Um
framt Høgna fluttu Kristoffur og
Kristian eisini út á Hellur. Kristoffur
var gamal drongur, og Kristian
hevði konu úr Fuglafirði, sum æt
Hansina, ættað úr Toftum.
Jóannes í Innistovu
Jóannes og Elsebeth fingu tvey
børn Anna Ceciliu, f.1.sept.
1893 d. 31. mars 1941 giftist við
Sámali Hansen á Brúnni í Fugla
firði. Tey fingu átta børn. So er
tað abbi Evald, Simon Pauli f. 9.
apríl 1898, d. 12 apríl 1966 giftist
við Poulinu Eliasen á Vestur. Tey
fingu trý børn. Evald, Petur og
Johannes (Hanni)
Elsebeth doyði 13. apríl ár
1900, bert 36 ára gomul. Jóannes
giftist upp aftur við Súsonnu Mar
gretu á Vestur í Fuglafirði. Tey
fingu trý børn saman. Eliseus,
Elsebeth Mariu og Kristinu.
Súsanna Margretha var abbasystir
Evald. Sostatt giftist abbin upp
aftur við abbasystrini.
Jóannes í Innustovu og abbi,
Thomas Jóhan (fimtelst) vóru brøð
ur. Jóannes í Innustovu skuldi hava
so sera vakurt mál. Herluf Berthel
sen, sáli, segði um hann, at hann
mintist hann sita sunnudag seinra
part summardag framman fyri
stovuvindeygað upp á glopp syngja
gamla nóta. Hetta var hansara
partur av lovorðum til skaparan, ein
longsul og tráan eftir tí, ið fór at
verða betri. Hugsi, at hetta kennist
eisini úr øðrum bygdum, at fólk í
sínum lag bygdu sær eitt altar við
rondum av bílbilskari hugmynd í
orðum og sangi. Hetta stóð hjartan
um næst, men ikki so sjáldan kendu
onnur andan av hesum lag. Evald
er ikki sørur, tá ið tað kemur til
sang. Hann hevur ein ljóm í røddini,
sum ber boð um ein ljósan bariton.
Bróðirin, Hanni, sum doyði fyri
tveimum árum síðani, var millum
frægastu harmonikuspælarar her á
landi. Tá ið hann mýkti harmonik
una í tangorytmum, titaði mangt
ungmanna hjarta í kærleiksrúsi , tá
tey í dansistovuni fingu sær ein
sving om t. d. í La Cumparsita so
listaliga og kenslusamt, hann nam
við innastu streingirnar hjá teimum
ungu. Eliseus og systrarnar høvdu
so stak gott mál og tiltikið er, tá ið
Elsa Maria sang solo í Klaksvík í
Fuglafjarðar sangkóri í sínum bestu
árum, táraðu dreingirnir í Klaksvík,
tá ið teir hoyrdu góðan sang bornan
fram av kvinnurødd úr Fuglafirði.
Poulina
Mamma Evald æt Poulina og var
dóttir Johannu og Pól av Vestur.
Johanna var ættað úr Kollafirði,
úr Lonini Norðuri í Sundum –
dóttir Poul í Sundinum. Hon
doyði sum 70 ára gomul og Poul
bleiv 84 ára gamal. Poul av Vestur
var sonur Elias av Vestur. Lang
abbi mín úr Toftum í Fuglafirði,
Poul Poulsen, og hann vóru brøð
ur. Ættarbondini eru tøtt og røkka
tey, sum sagt úr Garðshorni í
Oyndarfirði, til Hellurnar, í Toftir
og av Vestur í Fuglafirði. Kanska
í hesari digitalu tíð telur hetta ikki
so nógv millum tað unga fólkið,
men slektin var eitt og alt hjá
teimum gomlu, og eg ivist onga
løtu í, at hetta ikki fer at stinga
seg upp aftur at kenna røtur sínar.
Føroysk eyðkenni, sum eru tengd
at máli og mentan okkara, eiga vit
at varða um, tí tað er hetta, sum
sigur frá, at vit eru eitt fólk. Evald
er ein av hesum monnum í bygd
okkara, sum dugur tann gamla
frásøguháttin í nýtum orðum at
bera fram sína hugsan. Við kaffi
borðið leygarmorgun á lærara
stovuni eftir pensiónistasvimjing
ina sita teir eldru og siga frá um
viðurskifti í samband við bygdar
lívið og farna sjólívið. Hetta hev
ur staðið uppá í 20 ár og er streym
urin av hesum gott íkast til okkara
mentanarrák.
Evald giftist 1952 við Jartrud
dóttir Margrethu og Jacob Larsen
– Jákup í Búrstovu av Eiði. For
eldur Margrethu vóru Hans Jakku
í Gortri frá Gjógv og Sigga, sum
var ættað úr Kollafirði. Hon var
systkinabarn
ommu
Evald,
Johannu. Sostatt vóru Jartrud og
Evald ferminingar. Tey fingu 9
børn saman. Poulu, Margarethu,
Elsebeth, Jákup Paula, Kristmar,
Kristvør, Daisie, Petry og Jónfríð.
Evald hevur arbeitt sum hand
verkari størsta partin av lívi sínum í
smiðjuni hjá Pidda – seinni Meka,
men eisini hevur hann verið á sjón
um í nøkur ár. Fyrsti túrurin var
hann við sluppini Stanley úr Vági
við Herman í Garðinum sum skip
ara. Hann var beiggi Johan Suðring,
sum búði í Fuglafirði. Hann var
giftur við Haldinu dóttir Magninu
og Óla Larsen. Hetta var 2. juni
1946 at farið varð á Suðurlandið.
Teir fiskaðu 400 skippund í 50 dag
ar og fingu teir 2000 kr fyri túrin,
og var hetta uml. 40 krónur um
dagin. Ein mánað eftir at fiskurin
varð skipaður upp, fekk Evald upp
gerðina sendandi í einum bræv
bjálva við einum kekki innaní upp
á 2000 kr. Hetta var óhoyrt tá á
døgum.
Vitin
Eftir kríggið keyptu fuglfirðingar
Vitan og sigldi Evald við Vitanum
í eini 4 ár. Fyrsta túrin á heysti í
46 fiskaði Vitin á Halanum, og
var tað mangan ótýdligt at royna
um hesar leiðir um heystið og
veturin. Kom hann av landnyrð
ingi, so varð leitað inn undir land
at kroka á Vestfirðum. Ein
íslendari, Jóhan, var skipari fyrsta
túrin. Tríggjar ferðir sigldu teir
inn undir land undan veðrinumn,
og ta einu ferðina var so nógvur
krapi í sjónum, at fuglurin gekk
eftir hesari krapakenda vatn
skorpu. Hetta hevur sæð løgið út,
men vandin lúrdi, kom hann við
vindi av norði og ilsku í sjónum,
kundi trolarin avísast eftir stuttari
løtu. Tað eru nógvar daprar søgur
um hetta, tí ráddi um at fara inn
undir land skjótast gjørligt.
Hjørdis
Evald sigldi tvey ár við Hjørdis,
og var hann við lagnutúrin, tá ið
Hjørdis brann 1954. Hetta greiddu
Hjalmar og Evald frá, tá ið Hjalm
ar fylti 75 ár 26 juni fyri tveimum
árum síðani. Taki eitt sindur aftur
íaftur hesa hending. Hjalmar var
komin til skaða umborð á Hjørdis
og hevði mist tummilin, og tí
máttu teir sigla inn við honum og
full ferð var sett á motorin. Skipið
var fult upp undir lúkurnar og
høvdu teir120 tons inni. Teir
skuldu bara gera eitt hál afturat,
so var kósin sett heim. Evald
hevði fingið til uppgávu at ansa
eftir Hjalmari, sum lá í messuni.
Hann gekk so niður at hyggja til
motorin, og einum sinni hann
gloppaði hurðini til maskinrúmið,
stóð alt í ljósum loga. Hjalmar
kom upp á bátadekkið í øllum
góðum. Eldurin breiddi seg skjótt,
og tí ráddi um at bera skjótt at.
Bjargingabátarnir vórðu lyftir av
bátastólinum við gilsinum, sum
varð lagdur um koppin á spælin
um. Tíbetur gekk motururin á
Hjørdis, so manningin fekk brúkt
spælið. Spælið var reimdrivið og
kundi brúkast so leingi, eldurin
ikki hevði brent reimarnar. Hjalm
ar leyp niður í tann fyrsta bátin og
kom væl undan lopinum. Evald lá
ímillum bátin og eina tunnu, í tí
teir settu bakborðsbát á sjógvin.
Hann meislaði seg eitt sindur,
men slapp væl frá hesum – Tú
kanst ætla, at øll keysin var næst
an sum gløðandi jarn, og var hetta
í evstu løtu, at teir fingu bátarnar
settar á sjógvin, sigur Hjalmar.
Steingrim Petersen meistari
hevði frívakt, og lá og svav í
kamarinum frammi í keysini.
Evald fór ígjøgnum royk og eld
og fekk vakt mannin og so báðir
útaftur. Teir vóru ikki álvuligir á
at líta, tá ið teir aftur komu í
ljósmála. Báðir skoldaðir um
andlitið. Hetta má sigast at vera
eitt satt bragd, ið Evald útinti, tí
stigu teir við síðuna av ristverk
inum, sum var at ganga eftir frá
messuni og fram í kamarið, fóru
teir í tann logandi deyðan. Tíbetur
bjargaðust allir. Tá ið neyðarkall
varð sent út, var tað hoyrt í Íslandi
fyrst. Ein beiggi Sofus í Rituvík
var við Egili Reyða, sum var eitt
av teimum fyrstu skipunum, sum
kom til Hjørdis. Tvey doriu skip
komu
eisini.
Faðir, Theodor
Johannesen, gekk upp á eitt teirra
og sendi neyðarkall fra hesum
skipum og tað var tað, sum íslend
ingar hoyrdu.
Smiðjan
Sum sagt, fór Evald í smiðjuna
eftir at hava siglt við Vitanum.
Manna millum hevur hann gott
orð á sær frá hesari tíð. Hann tók
sær væl av lærlingunum. Verfaðir,
Erling á Støðini(deyður 1987),
helt nógv av Evaldi og hann av
honum, og munnu teir mangan
hava staðið við essuna og amboltin
og fingið glóðheitan málm at
renna saman. Handverkið er nógv
broytt síðani hesar dagar, og fáír
eru teir í dag, ið megna hetta hand
verk. Hetta var teirra lutur at fara
um jarnið og snikka tað til, so tað
fekk sítt skap og skuldi passa til
umstøðurnar, sum tað var roknað
til. Sluppirnar skuldu t. d. hava
nýggj jarnknø, sum vóru upp
undir bjálkarnar og niður á bond
ini. Hetta skuldi gerast neyvt, tí
hetta var ein partur av festinum
millum skrokk og dekk. Einir
tríggir boltar skuldu festast í bond
ini og dekkið. Ofta vóru tað tveir,
ið sleggjaðu og eisini skuldi dunk
ast niður á øks fyri at fáa jarnið
av, og mátti øksin kølast av eftir t.
d. tvey duk.
Eisini sveisaðu teir ofta olju/vatn
tangar til sluppirnar, og tá ið liðugt
var at sveisa, settu teir eitt rør í
spunslholið einar tveir metrar høgt
fyri at leggja tangan undir trýst og
so varð vatn fylt á, til rørið var fult.
Soleiðis sóu teir, um tangin var
tættur ella lak. Summir hildu, at eitt
tveytumma rør munaði betur enn
eitt tumma rør, men so er ikki. Tað
var hæddin, sum gav trýstið. Synd
at siga, at tað var gott fyri heilsuna
at sveisa hesar tangarnar. Ein
seymur skuldi leggjast uttan og ein
innan. Roykurin hekk um sveisarar.
Hesin heski roykur mundi vera
svárur fyri háls og lungu. Nú er
annað bedatt, tá ið um trygdina
ræður, og alt er vorðið til tað betra,
tá ið um trygdina ræður.
Ikki so sjáldan komu enskir
trolarar inn á Fuglafjørð at bøta
um t. d. ketlarnar. T. d. valsaðu teir
rør til ketlarnar, sum vóru sett inn
í holini í ketlunum. Hetta var eitt
spennandi smíð, sum er farið í
søguna.
Tá ið sildasmiðjan varð bygd,
munaði hetta væl um smiðju
arbeiðið. Tá ið sama virkið bygdi
ísvirkið bað Andreas Lava, sáli,
Evald um at koma at passa hetta
virkið. Hetta gjørdi hann líka til
1996, tá ið hann fór frá vegna
aldur. Hetta, sum eg her havi
skrivað er ein partur av tí, sum
Evald hevur upplivað á síni ævi.
Tað kundi verið nógv annað at
trivið í, men fari at lata tað liggja
og ynskja skyldmanninum til
lukku við teimum 80 árunum.
Frits
Evald Johannesen 80 ár 3. septembur
17
nøvn