fríggjadagur 31. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 17
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
On the Road again
Sjúk ættar
bond
Anne Birkefeldt Ragde, Berlinaraspirnar
Týtt: Jákup í Skemmini, Nýlendi, 2007
Norska metsølubókin
Berlinaraspirnar, ið skúgvaði Dan
Brown av fyrsta plássi, er nú
komin á føroyskum.
Skaldsøgan Berlinaraspirnar
eftir Anne B. Ragde kundi eins
væl itið Arvasyndin. Hetta
er søgan um tríggjar brøður.
Margido er gamal drongur, mið
skeiðis í fimmtiárunum og hevur
eina gravarstovu í Tróndheimi.
Á fedranna ættargarði uttan fyri
býin býr bróðirin, Tóri, saman við
gomlu mammu síni, tí forfjónaða
og ómælandi pápanum, og øllum
svínunum. Í Keypmannahavn býr
triði bróðirin, Erlendur, sum er
samkyndur dekoratørur og býr
saman við danska blaðstjóranum
Krumma.
Teir tríggir hittast, tá mamman
liggur á deyðastrá. Teir hava
ikki borið eyga hvør við annan í
óminniligar tíðir. Meðan gamla
liggur og stríðist, kemur tað fram,
at røturnar, sum brøðurnir hava
roynt at kvett, eru djúpari, enn
teir grunaðu. Nýggj bond daga
fram, sum teir als einki vistu um,
og sum frá líður vísir høvundurin
síni merkiliga fínu evni til at lýsa
ørskuna hjá vanligum fólki. Ein
sjarmerandi skaldsøga um sjúk
ættarviðurskifti, skitin mannfólk
og grísafjós.
Tá ið Berlinaraspirnar kom
út í 2004, fekk hon óvanliga
góð ummæli, fleiri virðislønir
og streyk upp á toppin á
metsølulistanum í Noregi, har
hon skúgvaði Dan Brown til viks
og lá har í 78 vikur, sum er markið
fyri, hvussu leingi ein bók kann
liggja á tí listanum.
Norski høvundurin Anne B. Ragde
koppaði Dan Brown av norska
metsølulistanum
Minnir úr
Mjørkadali
Georg Sylvest Pedersen,
Forsvaret i Mjørkadal – som jeg
husker det, 2007
Nýggjársmorgun í ár sløkti stjórin
fyri Færøernes Kommando fyri
tí seinasta hernarliga radar
skíggjanum í Mjørkadali. Harvið
var eitt serligt tíðarskeið av
– ikki minst fyri tey mongu, sum
hava gjørt tænastu í Mjørkadali
hesi mongu árini síðani 1962,
tá hernaðarstøðin byrjaði sítt
virksemi.
Ein av teimum, ið hevur gjøtt
drúgvast tænastu í Mjørkadali,
er heryvirmaðurin Georg Sylvest
Pedersen. Sum eina seinastu
heilsan til sítt arbeiðspláss og
fólkini har, gav hann herfyri út
bókina Forsvaret i Mjørkadal
– som jeg husker det.
Hóast bókin er rættiliga per
sónlig í mátanum, høvundurin
minnist tíðina í Mjørkadali, er
hon eisini eitt áhugavert søguligt
dokument. Millum annað lýsir
Georg Sylvest Pedersen sera væl,
hvussu hermennirnir royndu at
gerast partur av føroyska sam
felagnum. Eisini gevur hann nógv
forkunnug dømi um, hvat føroysku
bløðini skrivaðu um støðina, og
hvat føroyingar hildu um hetta
fremmanda hervaldið í Føroyum í
byrjanini.
Á sera væl upplagdan hátt
sigur høvundurin frá skemtiligum
skálkabrøgdum, ið hermen
nirnir høvdust at. Kortini gerst
frásøgnin ongantíð fjákut, tí hon
allatíðina setir hendingarnar í
Mjørkadali í áhugaverd politisk
og søgulig høpi.
Forsvaret i Mjørkadal fæst við
at venda sær til erindringer@frk.
fo
Forsvaret i Mjørkadal er eitt for-
kunnugt søguligt dokument
Mikudagin 5. september fer onki
minni enn ein stórhending fram
í altjóða bókmentaheiminum.
Halda nógv. Tá eru ikki bara 50 ár
liðin, síðani bíblian hjá sonevnda
Beatættarliðnum, bókin On the
Road, kom út á fyrsta sinni. Størri
týdning hevur tað ivaleyst, at
dagurin verður hátíðarhildin, við
at teksturin nu kemur út, soleiðis
sum høvundurin Jack Kerouac
skrivaði hann upprunaliga. Fyri
fyrstu ferð fáa lesarar sosatt inn
lit í brotini, sum forlagið strikaði í
útgávuni frá 1957.
30 metur rulla
On the Road snýr seg í stuttum
um teir báðar Sal Paradise og
Dean Moriaty, sum drøna USA
runt í bili, ávirkaðir av rúsevnum
ein stóran part av tíðini. Á veg
num møta teir hópin av løgnum
og skeivum lagnum og dyrka sex
við í so ungum gentum. Mest
týðandi í bókini er tó ævintýr
hugurin, kenslan av rótloysi og
longsulin eftir tí inniliga, langt
burtur frá Amerika í 1950unum
við tess borgarligheit og avskepl
andi materialistisku virðum. Sum
túrurin líður, verður Sal tó meir og
meir vónbrotin og ónøgdur við sítt
frælsa lív ”on the road”
On the Road er lutvíst
sjálvævisøgulig, og tað sigst, at
Kerouac skrivaði hana spontant
uppá tríggjar vikur á einum slíkum
ørligum biltúri saman við vininum
Neal Cassady. Heimafturkomin
skrivaði hann tekstin inn á eina
30 metur langa rullu av pappíri.
Teksturin bleiv seinni sýndur
fram á einum savni í New York,
men bleiv ongantíð útgivin.
Ikki fyrr enn nú, hann kemur í
bókabúðirnar undir heitinum On
the Road – The Original Scroll.
Ov vandamikil
Hóast Kerouac skrivaði bókina
longu í 1951, kom hon ikki út
fyrr enn seks ár seinni. On the
Road var stutt sagt ov vandamikil
moralskt og politiskt fyri Amerika
í 1950unum, til at nakað forlag
tordi at nerta hana. Tá tað umsíð
ir eydnaðist vinunum hjá Kerouac
at fáa eitt forlag at geva bókina
út í 1957, var tað við teirri treyt,
at ein røð av sexbrotum vórðu
strikað, umframt at allir veruligir
persónar fingu onnur nøvn. Og
tað er also ta bókina, heimurin
hevur kent og virðismett síðani.
Bókin fekk sera góð ummæli,
tá hon kom út, og ummælarar
tosaðu um, at við On he Road
hevði Beatættarliði fingið sína
heilt eyðkendu rødd.
Kerouac sjálvur toldi tó illa
nógvu umrøðuna og stóru vænt
aninar. Hann fór at drekka illa og
doyði av rúsdrekkaávum í 1969.
Brennandi løtur
Fólk eru ymisk á máli um, hvussu
stórt skaldsligt virði On the Road í
grundini hevur. Summi vilja halda,
at tað meir er fasinatiónin av
Beatættarliðnum enn góðskan
á bókini, sum hevur hildið lív í
umdøminum hjá On the Road
og Jack Kerouac. Onnur halda
seg hinvegin síggja greiðar
tráðir í bókini til tankastreymin
hjá James Joyce ella síggja
hana sum svarið í 20. øld uppá
Huckleberry Finn.
Tað verður sagt, at Kerouac
ikki átti evnini at skapa eina
samanhangandi skaldsøgu, og
at tað er ein av trupulleikunum
við On the Road. Spurningurin
er, um tað nakrantíð var hansara
ætaln at fortelja samanhangandi
søgur. Tað vóru kanska tær, hann
leitaði eftir alt sítt stutta lív, men
ongantíð fann. Í staðin fann hann
logandi intensar løtur, sum hann
skrivaði niður á sín ørliga hátt, so
tær hava brent seg inn í minni hjá
heilum ættarliðum líka síðani.
Nýútgáva
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Beatklassikarin On the Road kemur nú út
í síni upprunaligu útgávu, har burtursen
sureraðu brotini koma aftur til sín rætt
Við »On the Road«
gjørdist Jack Kerouac
best kenda røddin
hjá sonevnda Beat-
ættarliðnum
»On the Road« varð upprunaliga
skrivað á eina 30 metur langa
pappírsrullu
Tað skuldu ganga
50 ár, áðrenn upp-
runaliga útgávan
av klassikaranum
»On the Road« kom
í bókahandlarnar
Nr. 168 • 31. august 2007