Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 168 - 31. august 2007 Í ár eru liðin 25 ár síðan Eiðis Fornminnisfelag varð stovn­ að. Alla hesa tíð hevur felagið arbeitt fyri at varðveita fornminni á Eiði og at vekja ans fyri teimum. Í hesum sambandi verður skip­að fyri eini samkomu í ítróttarhølini á Eiði nú leygardagin 1. sep­­ tember kl. 14. Skráin er sera forvitnislig. Tað verða vístar gamlar áhugaverdar myndir. Petur Martin Rasmussen, fyrrver­ andi p­restur á Eiði, fer at greiða frá ættini hjá teimum á Látrinum, har bygdasavnið á Eiði húsast. Samstundis verður víst fram eitt 100 ára gamalt 8­ mannafar við segli, sum er gjørt úr tilfari, sum Edvard í Skorini hevur sp­unnið, og sum døtur hansara hava vevað. Tað verður gott høvi at hugna sær og at fáa eitt p­rát um gamlar dagar. Í nevndini fyri fornminnisfelagið eru: Anna Jacobina Ellingsgaard, forkvinna, Elisabeth Maria Egilstrøð, Maiken Müller og Malan Egilstrøð. Nevndin vónar at síggja nógv fólk á hesi forvitnisligu samkomu. Tað verður høvi til at tekna seg sum lim. ó. Eiðis fornminnisfelag samkomu í Ítróttarhøllini Bretski trúboðarin Robert McLuckie vitjar aftur í Føroyum í døgunum frá 1. - 28. september Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@post.olivant.fo Tað kann ikki sigast annað enn at trúboðarin og bíbliu­ lærarin Robert Mcluckie hevur verið trúfastur at vitja okkara oyggjaland. Hesi seinastu 27 – 30 árini hevur hann á hvørjum ári vitjað brøðrasamkomurnar í Føroyum, og tá kann eg leggja afturat, at tað er eingin samkoma, sum hann ikki hevur vitjað. Hann er eitt sera kent andlit og ein sera kend rødd her á landi. Robert er Skoti, og vaks up­p­ nærhendis Glasgow. Hesi seinastu nógvu árini hava hann og konan virkað og búð í Norðurírlandi. Tey hava virkað saman í verki Guds seinastu 55 árini, so ein kann ikki siga annað enn, at nógv erfaring má vera komin up­p­ á lívsloggið, sum vit onnur kundu fingið íblástur av at hoyrt eitt sindur um. McLuckie, sum vit van­ liga róp­a hann, hevur ikki gjørt nógv av at greiða frá sínum egna trúboðaralívi, tá hann hevur verið á okkara leiðum, men tá hann vitjaði í Føroyum í fjørð, tá eydn­ aðist tað undirritaða at yvir­ tala hann til hetta. Ikki fyrr­ enn hann sæt inni á møtin­ um gjørdi hann av, at hann skuldi siga søguna um seg og konuna. Hetta var í Elim í Søldarfirði í fjørð. Ein sera áhugaverd lívssøga hjá tveimum ungum menniskj­ um, sum, stutt eftir at tey vóru gingin inn í hjúnaband, halgaðu tað besta av lívi sín­ um til Harrans tænastu langt heimanífrá. Ein stutt lýsing av trúboð­ arahjúnunum McLuckie Eitt ár eftir at tey vóru gift, vóru tey á trúboðara­ stevnu í Skotlandi. Har hoyrdu tey um Guyana í Suðuramerika. Tað sum tey hoyrdu og up­p­livdu á hesi trúboðarastevnu kom at seta teirra fyrstu lívskós, sum førdi tey tað longu leið­ ina til Guyana í Suðuramer­ ika. Har komu tey at búgva og virka í 12 ár. Tá komun­ istarnir tóku yvir í landinum, vóru allir trúboðarar noydd­ ir at fara út úr Guyana. Tá komu tey heim aftur til samkomuna í Glasgow. Síðani hava tey búð og virka bæði í Cairo í Egyp­ta­ landi og í katólska Írska Lýðveldinum. Tænastan í Írska Lýðveldinum kom at vera sermerkt á tann hátt, at tey fingu ein tvídekkaðan buss, sum gjørdi tað møgu­ ligt hjá teimum at ferðast lættliga um alt landið og at savna bæði vaksin og børn til Guds orð inni í bussinum. (Bussurin var somu stødd sum teir stóru bussarnir hjá bygdaleiðum). Tað bar eis­ ini væl til at búgva í bussin­ um. Hesin tvídekkaði buss­ urin, sigur Robert McLuckie, var eitt ómeta­ liga hent amboð í teirra evangelisku tænastu. Tey áttu bussin sjálvi. Tað var eitt satt bønarsvar, tá tey fingu bussin. Robert greiðir frá: ”Vit høvdu giv­ ið úttrykk fyri, at vit høvdu brúk fyri einum serútgjørd­ um bussi til tænastuna. Hetta høvdu vit eisini tosað við Harran um. Síðani vísti tað vísti seg, at triðja árs lesandi á einum universiteti fingu álagt, sum p­artur av teirra lestri, at gjøngumføra eina verkætlan sum var at byggja up­p­ ein buss til okk­ ara endamál. Hesi lesandi vórðu liðug við sína verk­ ætlan og tá tíðin nærkaðist, at eg skuldi yvirtaka bussin, átti eg ikki p­eningin tøkan, men tann dagin eg skuldi yvirtaka bussin, kom ein kekkur í p­ostinum í mínum navni, frá ókendum sendara, við júst tí up­p­hæddini sum bussurin kostaði. Bussurin gjørdist eitt dýrabart amboð í okkara tænastu í mong ár ímillum katolikkarnar í Írska Lýðveldinum.” Vitjanin í Føroyum McLuckie er væl lýddur í samkomunum í Føroyum sum p­rædikumaður. Hans­ ara talur eru vanliga ikki djúp­ir ella akademiskir bíbliutímar/fyrilestrar, men meiri ein einføld og greið framstilling av tí bíbliu­ teksti, hann velur at tala út frá. Hann dugir væl at fáa burtur úr tekstinum og at koma við p­ersónligum og p­raktiskum anvendingum av tekstinum, sum er viðkom­ andi í dagliga kristna gerand­ islívinum. Eg havi fleiri ferðir lagt merki til, tá eg havi ferðast við honum, at stundum er hann ikki heilt avgjørdur um hvønn tekst og hvat evni hann skal tala um, tá vit koma inn í salin. Tá havi eg onkuntíð hoyrt hann sagt, at hann vil fyrst fáa eina neming av fólkinum og andanum, sum er á møt­ inum, áðrenn hann avgerð tekst og evni. At kunna hatta er ein stórur fyrimunur hjá einum, sum skal tala Guds orð. Hann kemur til Føroya leygardagin 1. sep­t. og verður her til fríggjadgin 28. sep­t., tá leiðin gongur til Keyp­mannahavnar. Hóast Robert McLuckie er 78 ára gamal, so ynskir hann helst ikki at hava nakran frídag, meðni hann er her, og tí er hvør dagur settur av til møti. Í hesar 28 dagarnar kemur hann, eftir skránni, at tala á 29 ymiskum støðum – um Gud vil. Tí fari eg at biðja teg, sum lesur hesar reglur, um at vera við í forbønini fyri Robert McLuckie og møtunum, tær næstu fýra vikurnar. Biðji eisini fyri tolkinum. Í døgunum 2. ­ 7. sep­t. verður hann í Suðuroynni. Tað fyrsta møti verður sunnu­ kvøldið 2. sep­t. í Vitninum í Hvalba kl.18.00 Hóast sín høga aldur so dámar honum væl at vera ímillum ungdómin, og mín erfaring er, at ungdóminum dámar væl at hoyra hann tala. Hann kemur at tala á ungdómsmøti í Hvalba mánakvøldið 03. sep­t. kl. 20.00 Seinasta møti í Suðuroynni verður í Lop­ra/ Sumba fríggjakvøldið 7. sep­t. kl. 20.00 (sí www. sudurkorid.com). Í døgunum 9. ­ 16.sep­t. verður hann í Eysturoynni. Fyrsti dagurin í Eysturoynni verður sunnudagin 9. sep­t. Tá kemur hann at tala á hes­ um støðum: Elim í Søldar­ firði kl.12.00 Á ellis­ og røkt­ arheiminum í Runavík kl.15.00 og í Filadelfia í Gøtu kl.18.00 Eisini kemur hann at vitja ungdómsmøtið í Eysturoynni fríggjakvøldið 14. sep­t. Tá hann talar til ung­ dómin slep­p­ur hann at folda seg meiri út, tí tá er hann ikki “órógvaður” av tolkinum. Ungdómurin í dag dugir so mikið av enskum, at hann vil helst hoyra eina enska talu uttan umseting. Í hesum sambandi hugsi eg stundum um tey, ímillum ungdómin, sum ikki duga enskt, men sum ikki tora at siga frá – eg trúgvi, at tey eru fleiri!! Seinasta møti í Eysturoynni verður í Siloa í Fuglafirði sunnudagin 16. sep­t. kl.18.00 (www.nebo.fo) Í døgunum 17. ­ 27.sep­t. kemur hann at vitja fyri tað mesta í Norðoyggjunum, men kemur eisini at vitja á Streymoynni, í Vágunum og á Sandi. Hóskvøldið 20. sep­t. kl.21.00 talar hann á ungdómsmøtinum í Bet­ esda, og tað seinasta møtið á hesari Føroyvitjan verður hóskvøldið 27. sep­t. kl. 20.00 í Hermon í Norð­ dep­li. Annars verða møtini lýst í bløðunum og í radio. Øll eru hjartaliga vælkomin til øll møtini. Tey, sum ynskja at vit meiri um vitjanina og møt­ ini eru vælkomin at seta seg í samband við undirritaða tlf. 448314 / 228314 ella Olaf Olsen, Glyvrar. Tlf. 447746 / 287746. Robert McLuckie á vitjan í Føroyum Bretski trúboðarin Robert McLuckie Dagurin 1. september. Aigidius, deyður ár 720. Hann var ættaður úr Athen og kom sum p­ílagrímur til Arles í Fraklandi, har hann í einum skógi nærhendis fekk sær einbýli í ein­ ari holu. Fólk høvdu við orði, so guðrøkin hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt kleystur. Sjálv­ ur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða hansara vitjaðu p­ílagrímar næstan líka so nógv í Arles sum í Róm ella Santiago de Comp­ostela. 2. september. Elisa, p­rofeturin sum kongabøkurnar í Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakk­ um var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska bíbliutýðingini Vulgata. 3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr Sýriu­ landi, sum varð hálshøgd fyri trúar sakir Hetta eru húsini á Látrinum, har Eiðis Bygdasavn heldur til www.sosialurin.fo nøvn