fríggjadagur 31. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 31. august 2007
19
tíðindi
Shell bjóðar partar
av sínum leitiloyvum
á Atlantsmótinum
til sølu og her eisini
part av lovi 009, har
Williambrunnurin
skal borast í ár. Hetta
merkir bara, at felagið
vil spjaða váðan.
Fyritøkan eigur 33%
í loyvinum og kundi
hugsað sær at átt tey
20 prosentini.
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Oljurisin Shell er ikki á veg
út úr Føroyum. Føroyski
landgrunnurin er framvegis
partur av leitistrategiini hjá
hesum eina av heimsins
størstu oljufeløgum. Tað
upplýsir ein av oddamonnu
num hjá Shell í Noregi,
Martin Ecclestone fyri Sosi
alinum. Tað er Norske
Shell, sum í dag umsitur
leitiloyvini hjá fyritøkuni á
øllum
Atlantsmótinum,
sum Føroyar, Bretland og
Ísland og eisini lutvíst Nor
eg eru partur av.
Tað hevur áður ljóðað, at
Shell var við at selja partar
av sínum leitiloyvum í bæði
bretskum, írskum og før
oyskum øki. Hesi tíðindini
verða váttað á heimasíðu
hjá Schlumberger í hesi vik
uni. Har stendur, at Royal
Dutch Shell Plc leitar eftir
keyparum til partar av fleiri
leitiloyvum í bretskum, írsk
um og føroyskum øki. Hvat
víðvikur Føroyum er talan
um loyvi 007 (Brugduøkið)
og 009, sum fevnir um Wil
liam oljuprospektið tvs.
økið, har BP, Shell og Ana
darko skulu til at bora í
oktober ella november.
Einki óvanligt
Martin
Ecclesstone
frá
Norske Shell sigur, at tað er
heilt vanligt fyri oljufeløg
at selja út av loyvum. Hetta
verður gjørt um allan heim.
Ein orsøkin er tann, at man
vil spjaða váðan meira. –Vit
hava ongar ætlanir at taka
okkum úr føroyska økinum,
og vit síggja spentir fram til
at bora Williambrunnin.
Um hann verður ein succes,
so kann hetta heilt broyta
samlaðu ætlaninar hjá Shell
í hesum økinum eins og hjá
mongum øðrum oljufeløg
um við.
Parturin hjá Shell í hesum
brunninum er 33%. Her er
talan um ein sera váðiligan
brunn (High risk well,
blaðm.) og í slíkum førum
er tað als ikki óvanligt, at tú
roynir at minka um partin
og selja út til onnur feløg,
sum kunnu hava áhuga at
vera við. Martin Ecclestone,
sum er tøkniligur leiðari
fyri leitiloyvini á Atlants
mótinum veit ikki, hvussu
nógv Shell ætlar at selja
burtur av loyvinum, men
tað vil uttan iva vera meira
ynskiligt at sita við t.d. 20%
av loyvinum, nú talan er
um ein háváðiligan brunn
tvs. at teir royna at selja
eini 13% burtur av sínum
parti. Tað er tó greitt, at um
eingin annar hevur áhuga
fyri at leypa burtur av part
inum hjá Shell so fer felagið
at varðveita síni 33%, tí her
er talan um ein brunn felag
ið hevur bundið seg til.
Økja um partin
Um so var at Shell boraði
ein brunn í einum øki, har
olja varð funnin framman
undan ella har seismikkurin
gav sera positivar ábending
ar, tá vilja 33% kanska
vera í minna lagi fyri eitt
felag sum Shell, og í slíkum
føri hevði felagið helst ver
ið sinnað til at økt um sín
part. So alt hetta við at selja
út av einum loyvi snýr seg
um eina javnvág millum
útlitini fyri succes og hvus
su stórur váði er.
Shell var við í Brugdubor
ingini á føroyska land
grunninum, sum gjørdist
turr men har tað kortini
gekk væl tøkniliga. Fyritøk
an bíðar nú eftir endaliga
úrslitinum av Brugduni og
út frá tí eins og úrslitinum
av
Williambrunninum
verða so framtíðar ætlaninar
lagdar
fyri
Føroyaøkið.
Uppá fyrispurning um Shell
fer at verða við í 3. útbjóð
ingini í vetur sigur Shell
stjórin, at hetta veldst alt
um úrslitið av William
brunninum. Tað fyriliggur
so ikki fyrr enn í komandi
ári og tí má metast sannlíkt,
at Shell verður ikki við í tí
umfarinum.
Oljurisin Shell: -Vit eru ikki
á veg út úr Føroyum
Tíðindi um at Shell selur partar av sínum loyvum á eini heimasíðu hjá Bloomberg
Jarðfeingi fór í morgun undir fund við øll oljufeløgini um framtíðina. Har var so eisini umboð
fyri Shell við.
Mynd Jens K Vang
Shell er við í Williambrunninum, sum pallurin Transocean
Rather fer at bora í vetur.
Mynd Chevron