Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 19 Hevur tú ynski um at búgva mitt í Havnini, er hetta rætta ognin til tín. Her er talan um eini góð og vælhildin sethús í veðurgóða og hugnaliga umhvørvinum í Torfinsgøtu í vesturbýnum. Ein deilig íbúð er í kjallaranum, eitt sera gott grundøki er til húsini eins og eitt parkeringsøki eisini hoyrir til. Tað er stutt til vøggustovu/barnagarð, skúla, frítíðarskúla, arbeiðspláss og innkeypsmøguleikar. Hóast stutt er til miðbýin virkar alt so friðsamt. Sethúsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini er gongd, baðirúm, køkur og stova. Køkurin og hvítvørurnar eru frá 2002. Køkurin er hvítur og hvítvørurnar eru av stáli. Á loftinum er ein gongd og fimm kømur. Øll hava innbygd skáp. Trý av teimum eru stór og rúmlig. Bæði í miðhæddini og á loftinum eru veggir og innhurðar málað hvít og øll gólvini eru av parket. Gólvini í øllum húsinum vórðu skift í 2000. Íbúðin í kjallaranum hevur eina gongd, baðirúm, eitt kamar og køk og stovu í einum. Tá tú kemur inn í gongina fært tú eina kenslu av einum sponskum stíli við tað at veggirnir í gongini eru úr betong, sum eru málaðir hvítir og á gólvinum eru klinkur í reydligum liti. Í staðin fyri at hava ein hurð millum durin og gongina, er valt at hava hetta opið. Hetta ger íbúðina bæði rúmligari og ljósari. Íbúðin gevur tær nógvar møguleikar - eitt nú at leiga út ella at hava gott pláss til gestir, sum skulu gista. Eisini er hon vælegnað til tannáringar, sum hava brúk fyri egnum pláss,i ella bara tað at hava nóg mikið av plássi í sínum egna húsi. Umframt íbúðina er eisini ein vaskikjallari. Aftan fyri húsini er ein stórur og hugna- ligur urtagarður við fleiri stórum flottum trøum og runnum og hugnaligum krókum og skotum. Her eru nógvir møguleikar hjá teimum, sum hava grønar fingrar. Í hesum veðurgóða urtagarði kanst tú njóta nógvar góðar løtur saman við familjuni og vinfólki. Húsini eru vælhildin og standa í veðurgóða og hugnaliga umhvørvinum í Torfinsgøtu í vesturbýnum. Tað er stutt til miðbýin, skúla, vøggustovu/ barnagarð og handlar. Hóast stutt er til miðbýin virkar alt so róligt. Tú fært meira at vita um ognina við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Fakta: Byggiár: 1947 Hæddir: 3 Stødd innan: 170 fermetrar Grundøkið: 485 fermetrar Prísuppskot: kr. 2.450.000 Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Sethús við íbúð í vesturbýnum í Tórshavn Íbúðin í kjallaranum