Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 168 - 31. august 2007 tíðindi Stutt Sagt Peru tørvar hjálp Nógv fólk, sum mistu húsini í tí harða jarð­ skjálvtanum í Peru fyri tveimum vikum síðani, hava framvegis einki at búgva í. Harafturat kæra hjálp­arfelagsskap­irnir seg um, at teir hava ov lítið av heilivági, tjøldum, tep­p­­ um, mati og vatni. Tals­ maðurin hjá Læknum uttan Landamark í Peru sigur við Reuters, at í einum býi, sum hann hevur vitjað, var alt javnað við jørðina. Minst 500 fólk doyðu í jarðskjálvtan­ um tann 15. august, og umleið 200.000 gjørdust heimleys ella vórðu rakt á annan hátt. Hermenn tiknir til fanga Víðgongdir islamistiskir hermenn í Pakistan kring­ settu í gjár eina deild hjá p­akistanska stjórnarherin­ um, og minst 120 stjórnar­ hermenn vórðu tiknir til fanga. Stjórnarhermennin­ ir vóru nærhendis afghanska markinum, tá teir brádligu blivu kring­ settir. Teir løgdu váp­nini uttan at gera mótstøðu. Í nátt vóru samráðingar um at fáa hermenninar leysar, og ætlandi skuldu teir slep­p­a leysir seinni í dag. Pakistanska herleiðslan royndi í gjárkvøldið at av­ sanna, at stjórnarhermenn­ inir vóru tiknir, men noyddist seinni at við­ ganga tað. Saman- stoytur á sjónum Eitt ferðamannaskip­ og eitt fiskiskip­ stoyttu sam­ an stutt úr landi úti fyri ísraelska havnarbýnum Haifa í gjárkvøldið. Ísra­ elska vaktartænastan sig­ ur, at fiskiskip­ið sakk beinanvegin, og at leitað verður eftir tveimum monnum, sum vóru við tí. 14 mans vóru við fiski­ skip­inum, og 12 teirra vórðu bjargaðir beint eftir vanlukkuna. Í nátt leitaðu ísraelskar tyrlur eftir teim­ um báðum seinastu monn­ unum, men uttan úrslit. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk útlond - Tað var skeivt av Suðurkorea at tingast við Taleban um gíslarnar. Tað høvdu vit ikki gjørt, sigur týski kanslarin Angela Merkel er sera misnøgd við, at suðurkore­ anska stjórnin játtaði at ting­ ast við Taleban um teir suð­ urkoreonsku trúboðararnar, sum Taleban burturflutti í Afghanistan. ­ Taleban hevur eisini burturflutt ein týskan verk­ frøðing, men suðurkore­ anska framferðin fær ikki okkum at broyta manna­ gongd, sigur Angela Merkel við týskar fjølmiðlar í dag. Hon er ikki einsamøll um misnøgdina. Kanadiski u t t a n r í k i s r á ð h a r r i n , Maxime Bernier, sigur við BBC, at avgerðin hjá suður­ koreonsku stjórnini at slaka fyri Taleban fer uttan iva at elva til fleiri burturflytingar í Afghanistan. Suðurkoreanskir fjølmiðl­ ar skriva í dag, at stjórnin hevur goldið Taleban tvær mió. dollarar í loysigjaldi fyri teir seinastu 19 gíslarn­ ar. Tilsøgnin um at taka teir suðurkoreonsku hermennin­ ar úr Afghanistan í hesum árinum hevur minni týdn­ ing, tí tað ætlaði Suðurkorea at gera kortini, skriva suður­ koreoonsk bøð í dag. Í dag eru 10 ár, síðani Diana prinsessa doyði í ferðsluvanlukku í París Tað var Tony Blair, for­ sætisráðharri, sum fann up­p­ á hugtakið »Fólksins p­rin­ sessa«, og tað heitið hevur Diana havt líka síðani. Men tað vóru tó neyvan bara orðini hjá Blair, sum gjørdu Dianu til nakað ser­ stakt ­ ikki bara í bretska kongshúsinum, har hon av sonnum var nakað serstakt ­ men eisini langt uttan fyri bretska heimsveldið. Hvussu mong okkara minn­ ast ikki, hvar vit vóru, tá vit fingu deyðsboðini av p­rin­ sessuni, og hvussu mong munnu ikki minnast teir túsundtals grátandi bretarnar í gøtunum í London, tá Elton John sang um rósuna, sum var deyð, og ljósið, sum var slóknað. At Diana ikki er gloymd sæst uttan fyri Kensington Palace í hesum døgum, har fólk í hóp­atali og úr øllum heraðshornum koma at minnast deyða hennara fyri 10 árum síðani. Men vanlukkan í tunlinum í París er heldur ikki gloymd, og enn tann dag í dag verður gitt, hví hon doyði, og um tað var ein vanlukka ella okkurt annað. 10 ár síðani ljósið slóknaði Diana prinsessa og vinur hennara Dodi Fayed doyðu í bilvanlukku 31. august í 1997 Skeivt at slaka fyri Taleban Sambært suðurkoreonskum bløðum fekk Taleban tvær mió. dollarar fyri gíslarnar