Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 • 31. august 2007 Vikuskifti 21 Sethús – Víkavegur 29, Kvívík Húsini eru í 2 hæddum á 118 fermetrar – í alt 236 fermetrar. Grundøkið er um 900 fermetrar. Byggiár: 1978. Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Í erva er inngongd, durur, gestawc, gongd, baðirúm, hjún­ arrúm við útgongd til altan, 2 kømur, matarkøkur við trappugongd til niðastu hædd og borðsstova / stova. Í neðra er inngongd, gongd, goymslurúm, 2 stór kømur, vaskirúm, fýrrúm / goymslurúm og stór garaga. Húsini standa í sera náttúruvøkrum um­ hvørvi í fremstu røð oman til sjógvin og hava eitt heilt einastandandi útsýni yvir víkina, sundið og út á fjørðin. Har er hugnaligt, friðarligt og barnavinaligt. Stutt er til handil, barnagarð og skúla, og so tekur tað bert 20 min. at koyra til Havnar. Prísuppskot: kr. 1.200.000. Sethús – Perskonugøta 25B, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum – niðasta á 95 fermetrar, miðhæddin á 100 og ovasta á 85 fermetrar – í alt 280 fermetrar. Grundøkið er 437 fermetrar. Byggiár: 2001. Talan er um eini sera snøgg og væl bygd Norðseturhús úr góðum tilfari. M.a. eru vindeygu og hurðar úr mahogni og gólvini úr ask­plank. Í miðhæddini er inngongd, hjallur, grovkøkur / vaskirúm, køkur / alrúm / borðsstova, durur, gongd, baðirúm, borðsstova / stova, trappugongd upp/niður. Í ovastu hædd er trappugongd / alrúm / stova, stórt hjúnarrúm, 2 kømur og baðirúm við gosbað og brúsu. Í niðastu hædd inngongd, fýrrúm / kjallararúm og sjálvstøðug íbúð í gerð. Har er inngongd, køkur, gongd, baðirúm og kamar. Húsini standa í veðurgóðum, hugnaligum og náttúruvøkrum umhvørvi nær mið­ býnum. Friðað øki er omanfyri og stutt er til dagstovnar, skúlar, Handilsskúlan, Sjúkrahúsið, handlar o.m.a. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Íbúð – Bókbindaragøta 2, Tórshavn Íbúðin er ovast í einari hædd á 48 fermetrar + ovasta loft / goymslurúm. Har er inngongd, trappugongd, gongd við útgongd til altan við nakað av útsýni, kamar, baðirúm og køkur / borðsstova / stova við sjónligum bjálkum og høgt upp í tróður. Íbúðin liggur sera væl fyri í veðurgóðum umhvørvi mitt í býnum, har stutt er til alt. Prísuppskot: kr. 1.000.000. Sethús – Gaddavegur 10, 455 Nes Húsini eru í 2 hæddum ­ hvør hæddin 130 fermetrar ­ samlað búvídd 260 fermetrar. Grundøkið er 584 fermetrar. Byggiár 1990. Húsini standa omanfyri vegin, men tú kanst ganga beint inn frá vegnum bæði oman/ og niðanfyri. Partur av niðari hæddini er innrættaður sum íbúð. Í erva er durur, 2 baðirúm, gongd, køkur, grovkøkur, hjallur, stova, hjúnarrúm og 3 kømur. Í íbúðini í neðra er køkur/­ stova, 2 stór kømur, gongd, og baðirúm. Umframt hetta er kjallararúm/­fýrrúm, goymslurúm og garaga. Lagaðurgarður við suðroyargróti er runt húsini. Húsini standa nær við hagan, og ánna og tað er sera barnavinarliga umhvørvi. Sethús – Kambsdalur, Fuglafjørður Húsini eru í 2 hæddum á 97 fermetrar ­ í alt 194 fermetrar ­ umframt ein garaga á 45 fermetrar og ein tilbygningur á 35 fermetrar. Grundøkið er 566 fermetrar. Byggiár: 1993. Fleiri umvælingar eru gjørdar frá 2000 til 2007. M.a. er øll niðasta hæddin gjørd av nýggjum, garagan er gjørd í 2006, og gólvini í gongini, køkinum og stovuni eru skift. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur, stova, og hjallur. Í niðastu hædd eru 3 kømur, hjúnarrúm, goymslurúm, vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm og ein stór garaga við arbeiðsrúmi. Hartil er ein tilbygningur, sum er bjálvaður og við hita, ið er nýtiligur til ítrivsrúm. Garður við runnum er runt húsini, og ein terassa er omanfyri húsini. Húsini standa í friðarligum og barnarvinarligum umhvørvi. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Tvíhús – Heygsgerði 18B, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd 213 fer­ metrar. Grundøkið er 248 fermetrar. Byggiár: 1989. Húsini eru so við og við dagførd og í góðum standi. Í miðhæddini er inngongd, durur, gongd, hjúnarrúm, 2 baðirúm / vaskirúm, køkur og stova við útgongd til svala. Í ovaru hædd er trappugongd, og 2 kømur. Niðara hædd er ein sjálvstøðug íbúð. Har er inn­ gongd, durur, gongd, 2 kømur, baðirúm, køkur og stova. Húsini standa sera væl fyri mitt í Tórshavn nær við dagstovnar í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi við sera góðum útsýni og sólargangi. Sethús – Heimatún 10, Eiði Húsini eru í 3 hæddum ­ samlað búvídd uml. 126 fermetrar, umframt 2 úthús og ein hjallur. Grundøkið er 246 fermetrar. Byggiár 1950’ini. Húsini standa mitt í bygdini beint við handilin. Í miðhæddini er gongd, køkur, kovi og 2 stovur. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm og 3 kømur. Í niðastu hædd er kamar (skrivstova) kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Janstovugøta 22, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum. Niðara hædd er um 35 fermetrar og ovara er um 30 fermetrar ­ í alt um 65 fermetrar. Grundøkið er 255 fermetrar. Ognin liggur í miðbýarøki við byggistigi á 0,5. Byggiár: 1930’ini. Húsini eru dagførd so við og við. Í neðra er inngongd, durur, bryggers, køkur og stova. Í erva er trappu­ gongd, baðirúm, wc og 2 kømur. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi í miðbýnum nær við handlar, SMS, skúlar, dagstovnar, ítróttarøki, viðarlund o.m.a. Prísuppskot: kr. 1.600.000. Íbúð – Blómubrekka 44-1, Tórshavn Íbúðin, sum er 78 fermetrar, er nýggj, snøgg og væl hildin. Hon liggur í niðastu hædd, og er tí eisini væl egnað til rørslutarnað. Betondekk er millum hædd­ irnar, so har hoyrist so gott sum einki ímillum. Har er inngongd, durur, gongd, baðirúm, 2 stór kømur, køkur / borðsstova / stova. Íbúðin liggur sera væl fyri nær miðbýnum og stutt er til handil, dagstovnar og sera gott busssamband (1­2­3). Har er veðurgott, barnavinaligt og friðarligt, og nakað av útsýni er oman yvir býin. Prísuppskot: kr. 1.600.000. Randarhús – millum Gilja 83, Hoyvík Endarandarhúsini eru í 2 hæddum á 65 fermetrar ­ í alt 130 fermetrar. Grundøkið er 282 fermetrar. Byggi­ ár: 1990. Húsini eru væl bygd, væl hildin og í góðum standi. M.a. er nýtt tak og endaveggurin er klæddur av nýggjum. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, gongd / trappugongd, matarkøkur, vaskirúm / bryggers og stór borðsstova / stova við útgongd. Í erva er trappugongd / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur. Húsini standa væl fyri í hugna­ ligum, friðarligum, tryggum og barnavinaligum umhvørvi og stutt er til spælipláss, dagstovn og busssamband. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00. Sethús – Lágarvegur 31, Strendur Húsini eru í 3 hæddum ­ samlað búvídd uml. 168 fermetrar. Grundøkið er uml. 560 fermetrar. Byggiár: 1967. Húsini eru umvæld ­ m.a. eru øll gólvini skift og baðirúmið er gjørt av nýggjum. Ein partur av ovastu hædd er eisini gjørdur av nýggjum. Í ovastu hædd er úti á loft og 2 kømur. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur, stova og hjallur. Í niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm. Høgt er millum gólv og loft í niðastu hædd. Húsini standa niðarliga í bygdini og hava frítt útsýni bæði inn og út eftir fjørðinum. Betonggarður er runt húsini. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús – Húsabrekka 6, Miðvágur Stóru søguligu húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 360 fermetrar. Hartil er eitt bilhús á 30 fermetrar. Grundøkið er 597 fermetrar. Byggiárið er ókent, men húsini eru umvæld og dagførd og eru í góðum standi. Í miðhæddini eru 3 inngongdir, 3 kømur, 2 køkar, 2 stovur, wc, baðirúm og hjallur / kjallari. Í ovaru hædd er trappugongd, stova / sjónvarpsstova, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur, og skrivstova / kamar. Í niðaru hædd er eitt stórt óinnrættað kjallararúm. Húsini hava ein sera vakran urtagarð og standa í hjartanum í Miðvági í veðurgóðum, friðarligum og hugnaligum umhvørvi við góðum parkeringsviðurskiftum og sera góðum útsýni. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Tvíhús – Hvalsoyargøta 18, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum hvør á 95 fermetrar – í alt 190 fermetrar. Grundøkið er 367 fermetrar. Byggiár: 1990. Húsini eru dagførd í 2005 og eru í sera góðum standi. Í erva er inngongd, durur / garderoba, gongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur. Í neðra er vaskirúm / fýrrúm og kjallarúm, ið væl ber til at innrætta. Húsini standa í barnavinaligum og friðarligum umhvørvi nær fríøki og nær býnum við góðum útsýni. Stutt er til dagstovnar, skúlar og busssamband. Prísuppskot: kr. 2.200.000,00. Raðhús – Maritugøta 8, Hoyvík Húsini eru í 2 hæddum á 55 fermetrar og hjallur á 5 fermetrar – í alt 115 fermetrar. Grundøkið er 137 fermetrar. Byggiár: 2003. Húsini eru sum nýggj. Tey eru væl bygd, væl hildin og í sera góðum standi. Í neðra er inngongd, durur / gongd / garderoba, wc / vaskirúm, matarkøkur / alrúm, borðsstova / stova við útgongd til útigólv / terassu. Í erva er trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm við kari og brúsu, og 2 kømur. Húsini standa millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt í náttúruvøkrum, friðarligum og hugnaligum umhvørvi við góðum grannalagi. Stutt er til skúla, dagstovn, spælipláss / sparkivøll, býlingshús og gott busssamband. Sólargangurin er góður og útsýnið er frálíkt yvir Nólsoynna og fjørðin. Prísuppskot: kr. 2.100.000,00. Raðhús – Giljavegur 24, Hósvík Húsini eru í 2 hæddum á 76,5 fermetrar – í alt 153 fermetrar. Grundøkið er 256 fermetrar. Byggiár: 2003. Húsini eru næstnorðastu húsini í røðini. Í ovaru hædd er gongd, kamar, baðirúm, hjúnarúm og køkur / stova. Í niðaru hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm. Húsini eru sera orkusparin og brúka einans 1500 litrar av olju um árið. Høgt er millum loft og gólv í niðaru hædd, so góður møguleiki er fyri at innrætta hæddina, sum er gjørt í fleiri av hinum húsunum. Húsini standa í barnarvinarligum og friðarligum umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir víkina. Prísuppskot: kr. 1.100.000,00. Sethús í gerð – Gerðisgøta 10, Skála Húsini verða í 2 hæddum, niðara hæddin 120 fermetrar og ovara hæddin 75 fermetrar – í alt 195 fermetrar. Grundøkið er 581 fermetrar. Húsini verða innilokað, og keyparin kann síðan sjálv/ur gerða av, hvussu tey vilja hava tey innrættað. Ásetti kostnaðurin umfatar stoyptan sokkul við áløgdum undirsløgum, innilokaði hús við Viking Window úthurðum, trævindeygum og bjálvaðum útveggjum, álagt tætt tróður og aluminiumtak við Icopal plasttakrennum. Farið verður undir at byggja, tá keypari er til húsini. Húsini koma at standa mitt í bygdini við góðum útsýni út yvir fjørðin. Prísuppskot: kr. 1.075.000,00.