fríggjadagur 31. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 168 - 31. august 2007
- Eg havi valt at gera
hesi trý sethúsini
liðug fyrst, áðrenn eg
haldi fram í Svínáum.
So kunnu fólk síggja,
hvussu húsini síggja
út, áðrenn tey keypa
hini, sigur Anfinn
Kruse, byggimeistari
á Eiði
Bygging
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Eiði: Ovarlaga í bygdini
eru fleiri mans í ferð at
enda eina spennandi byggi
ætlan.
Her er talan um trý ser
merkt raðhús, sum á ein
hátt eru sum eini sethús,
samstundis sum tey eru væl
egnað til bæði eldri og
yngri fólk.
Hetta
er
helst
eisini
orsøkin til at áhugin fyri
teimum hevur verið so
ovurhonds stórur.
Hevði eg havt trý hús
aftrat, hevði eg uttan iva
kunnað selt tey her og nú,
staðfestir Anfinn Kruse,
sum eigur AK Byggivirki.
Tað eru fólk av Eiði og
aðrastaðni frá sum hava
keypt hesi húsini.
Um stutta tíð kunnu tey
gleða seg til at flyta inn í hesi
spildurnýggju sethúsini ovar
laga í bygdini á einum staði
tey nevna á Kolshjallum.
Gomul hús
At Anfinn og hansara menn
fóru undir júst hesa bygg
ingina hevur eina einfalda
frágreiðing:
Stóri
eftir
spurningurin eftir sethúsum
á Eiði.
Bygdaráðið, sum Anfinn
sjálvur er partur av, hevur
gjørt sítt til at útvega nóg
mikið av grundøkjum bæði
her á Eiði og í Svínáum,
sum eisini hoyrir við til
kommununa.
Omanfyri
tey
ovastu
sethúsini á Eiði verður ein
útstykking fyrireikað í løtuni,
men tað er kortini ein ávísur
trupulleiki við hesum:
Tað vísir seg, at fólk
ikki vilja fara so langt niðan
í bygdina at búgva. Tey
ynskja heldur at kunna
búseta seg niðri í sjálvari
bygdini, og toga tí heldur
tann vegin.
Vit uppliva tí í dag, at
nógv av teimum ungu vilja
heldur keypa gomul sethús
í bygdini. Hinvegin eru tey
ikki so løtt at fáa fatur á,
staðfestir Anfinn.
Alternativt
Hóast hesi trý samanbygdu
sethúsini liggja ovarlaga í
bygdini, hevur ikki staðið á
hjá AK Byggivirki at sleppa
av við tey.
Her vóru tvey grundøki
tøk, og Anfinn avgjørdi tí at
keypa tey. Tað taldi tað
nógv, at útsýnið higani er
gott ávísar rætningar, hóast
hotellið niðanfyri tekur ein
part av hesum.
Eg helt, at tá so nógv
verður tosað um alternativa
bygging, var hetta eitt gott
høvi at royna nakað nýtt
snøgt sagt, at vita um nakar
áhugi var fyri hesum.
Tað vísti seg beinanvegin,
at áhugin var stórur fyri júst
hesum trimum húsunum og
haraftrat fyri teirri ætlanini,
sum eg havi í Svínáum,
greiðir Anfinn frá.
Ein annar partur í hesi
alternativu byggingini er, at
øll húsini eru útgjørd við
hitapumpum.
Seld beinanvegin
Ætlanin hjá Anfinni og
hansara monnum er at gera
hesi trý raðhúsini liðug
fyrst, soleiðis at fólk kunnu
síggja hvat tað er sum tey
fáa í keypinum.
Hann hevur sjálvur tekn
að húsini, og er sum vera
man sera fegin um úrslitið.
Tað er helst so sum hann
sigur: Eg eri so væl nøgdur
við húsini, at eg kundi fyri
tað sjálvur flutt inn í tey.
Hetta eru ein praktisk
hús og sum eru væl útnyttað.
Her eru fleiri kømur og
fleiri møguleikar, og tí eru
tey hóskandi til allar aldurs
bólkar, staðfestir Anfinn.
Hann hevur við tekning
um sínum tikið fyrilit fyri
ynskjunum hjá keyparunum:
Er talan um eina barnafam
ilju, eru fleiri kømur á loft
inum. Er talan hinvegin um
eitt eldri par, er eitt kamar,
og alt annað sum krevst til
eitt húsarhald, í stovuhædd
ini.
Hes i trý vórðu seld
beinanvegin. Eg ivist ikki
eina løtu í, at hevði eg eina
rekkju við trimum húsum
aftrat, ja, so vórðu tey somu
leiðis seld, slær hann fast.
Raðhús kunnu eisini verða sethús
Lyklaklár
hús
Eftir at Anfinn hevði
ognað sær grundøkið her
á Kolshjallum, fór hann
undir
at
fyrireika
byggingina.
Í desember mánaði í
fjør vórðu elementini
stoypt. Síðani lá arbeiðið
stilt í nakrar mánaðir
orsakað av veðri, meðan
Anfinn og hansara menn
tóku lut í einum øðrum
arbeiði.
Tá komið var út í
seinnapartin av mars mán
aði løgdu teir av álvara til
brots aftur, og nú sæst ein
endi á trimum teimum
fyrstu húsunum í ætlanini.
Tá henda byggiætlanin
kom fram, merkti Anfinn
beinanvegin stóran áhuga
fyri henni.
Ætlanin er, at tey
skuldu gerast liðug í sep
tember mánaði. Teir hava
hinvegin spurt eigararnar,
um tey sjálvi hava áhuga
at mála og tapetsera áðr
enn, og hava øll tikið av
hesum tilboðnum.
Húsini verða latin lykla
klár. Eigarin skal bert
sjálvur tapetisera, mála
og leggja gólvið á. Ann
ars er klárt at flyta inn.
Samanbygd hús á Eiði
Trý raðhús hvørt við eini stovuhædd uppá 90
fermetrar og lofti við fleiri kømrum.
Bilhúsið er 40 fermetrar stórt og ger sítt til, at
raðhúsini hóast alt kennast sum sethús.
Prísurin er 1,35 mió kr., og tá er hitapumpa íroknað,
men ikki tapetisering og gólvið.
Tað er AK Bygging við Anfinn Kruse sum stendur fyri
byggingini.
FAKTA
Olivar á Høgaryggi (vinstrumegin) tosar við Anfinn Kruse um tekningina av
húsunum. Olivar hjálpti til við at mála og tapetisera fyri foreldur síni
Mynd: Snorri Brend
Tey trý raðhúsini hjá Anfinni Kruse verða
liðug um stutta tíð. Klárt er longu at fara
undir tey næstu í Svínáum
Mynd: Snorri Brend
Vit uppliva í dag, at nógv av
teimum ungu vilja heldur keypa
gomul sethús í bygdini
(Anfinn Kruse, byggimeistari)
”
”
Eg eri so væl nøgdur við
húsini, at eg kundi fyri tað
sjálvur flutt inn í tey
(Anfinn Kruse, byggimeistari)