fríggjadagur 31. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • 31. august 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Gudstænasta og
sunnudagsskúli
samstundis
Argir: Í Kirkju og Missións
húsinum á Argjum hava tey í
eina tíð arbeitt við hugskotinum
um at hava gudstænastuna og
sunnudagsskúlan um somu tíð.
Farið varð undir hesa skipanina
fyrr í mánaðinum, sunnudagin
12. august. Skipanin virkar
soleiðis, at tá tey eldru sita
undir gudstænastuni, fara
børnini í sunnudagsskúla. Her
koma tey so at syngja saman og
eisini hava dagsins bíbliutekst.
Hetta kemur at virka á einum
royndarstøði fyri fyrst. Men fer
tað at roynast væl, verður hildið
fram við tí, verður sagt.
Flyta sunnudags
skúlan til kl. 12
Oasan: Í hesum døgum
verður arbeitt við at innrætta
kjallaran í samkomuhúsinum
í Hoyvík. Hetta fer at geva
samkomuni munandi betri
umstøður til arbeiðið, millum
annað sunnudagsskúlan. Higartil
hevur sunnudagsskúlin verið
hildin kl. 14, men ætlanin er
nú at flyta hetta fram til kl. 12
ístaðin. Mett verður, at henda
tíðin er meiri hóskandi til
virksemið í samfelagnum, og
tí at morgungudstænasturnar
í samkomuni liggja kl. 11.
Spurningurin er lagdur út til
foreldrini at siga sína hugsan
um, men einki verður kortini
gjørt fyrrenn kjallarin er klárur.
Skeið fyri
kórleiðarar
Skáli: Ert tú kórleiðari ella
ætlar tú at byrja eitt kór, er
møguleiki at hitta onnur sum
ganga við somu hugsan.
Sang og Tónleikanevndin
hjá Heimamissiónini skipar
leygardagin í næstu viku fyri
kórleiðaraskeið í Meinigheits
húsinum á Skála. Undirvísarar
verða tveir royndir harrar í hesi
bransjuni – Ásbjørn Berthelsen
og Ólavur Jøkladal. Skeiðið
vendir sær til øll, sum hava við
kórleiðslu at gera, annaðhvørt
so talan er um barnakór,
ungdómskór, vaksnamannakór,
lovsangsbólk ella annað.
Skeiðið byrjar kl. 10 og endar
seinnapartin henda leygardagin
8. september.
Beinleiðis
atgongd
“Við tað at vit tá hava
ein stóran høvuðsprest,
sum er farin ígjøgnum
himnarnar, Jesus, son
Guðs, tá latum okkum
halda fast við játtingina!”
Hebr. 4,14
Eina ferð um árið kundi ísraelski
høvuðspresturin fara gjøgnum
tey uttastu økini í templinum
og inn í tað allar heilagasta,
fyri at útvega fyrigeving fyri
syndirnar hjá fólki hansara. Har
vóru mangir prestar, men bert
høvuðspresturin kundi gera
hetta. Bíblian greiðir frá, at
“Kristus gekk ikki inn í halgidóm,
gjørdan við hondum, avmynd av
hinum sanna halgidómi, men inn
í sjálvan himmalin, til tess nú at
koma fram fyri ásjón Guðs fyri
okkara skuld (Hebr. 9,24).
Jesus steig niður gjøgnum
fyrsta himmalin, sum vit kalla
atmosferan. Síðani steig hann
gjøgnum næsta himmalin sum
vit tosa um sum tað ytra rúmið.
At enda kom hann inn fyri Guds
trónu í triðja himmalinum. Hvat
høvdu vit ikki gjørt í bøn, fyri at
enda í triðja himmalinum, har
Guds tróna er? Vit kunnu bert
ikki koma hagar, uttan at onkur
tekur okkum við inn hagar.
Ein ungur drongur kom
undir borgarakrígnum í USA
framvið einum hermanni, sum
sat uttanfyri Hvítu húsini og
sá sera keddur út. Drongurin
spurdi, hvat bilti og hermaðurin
svaraði honum, at hann so fegin
vildi tosa við Lincoln forseta,
men at vaktarmenninir forðaðu
honum í hesum. Drongurin tók
síðani hermannin í hondina
og leiddi hann beinleiðis inn á
skrivstovuna hjá forsetanum.
“Pápi”, segði drongurin. “Hesin
hermaðurin má sleppa at tosa
við teg!”. Drongurin var sonur
forsetans, og hevði beinleiðis
og óavmarkaða atgongd inn til
faðir sín.
Av tí at Jesus, sonur Guds,
heldur seg til sín Faðir, kann
hann taka alt tað burtur, sum
kann forða okkum vegin. Tað er
tí at vit, tá vit biðja í Jesu navni,
hava beinleiðis atgongd til Gud
og uttan treytir eru vælkomin í
hansara nærveru, har hann við
kærleika møtir okkara tørvi.
(Kelda: UCB.dk)
orðið
Skrivligar keldur kunnu
nú staðfesta at Grønland
varð kristnað um ár
1000. Samstundis verða
kirkjan hKristindómurin
kom tíðliga til Grøn
landsjá Tjóðhild, konu
Eirik Reyða, mett sum
tann fyrsta í økinum.
Men fornfrøðiligar
kanningar siga kortini
eina aðra søgu um tey
fyrstu kristnu í oynni
Ólavur Tryggvason er tann
kongurin, sum fær heiðurin av
at hava kristnað Grønland fyri
1000 árum síðani. Men nú hava
fornfrøðingar funnið fram til fleiri
kirkjur frá seinnu helvt av 900
talinum.
Tær grønlendsku kirkjurnar
hava leingi verið í kikaranum
hjá granskarum. Tær eru væl
varðveittar og eru tí vælegnaðar
til kanningar av upprunanum,
tí tær teljast millum tær elstu í
Norðurlondum.
Flestu kirkjurnar eru úr steini,
men fornfrøðingar eru eisini
komnar fram á kirkjur úr træi og
torvi.
Við fleiri av norðbúgvakirkju
num eru funnar fleiri vælvardar
beinagrindir, og hava hesar eisini
gjørt sítt til staðfestingina av
kristindóminum í Grønlandi.
Sambært Saga Eiriks Reyða
var tað Leivur Eiriksson sum í ár
1000 kom við kristindóminum til
Grønland. Mett verður kortini, at
hann hevði ein prest við sær, sum
Ólavur Tryggvason hevði sent
hagar. Eftir hetta vórðu bygdar
ótrúliga nógvar kirkjur í Grønlandi
– tólv í Eysturbygdini, umframt
eitt nunnu og eitt munkakleystur,
og fýra kirkjur í Vesturbygdini.
Kristindómurin kom
tíðliga til Grønlands
Leiðslan í samkomuni í
Evangeliihúsinum
hevur ynskt at broyta
møtiformin eitt sindur.
Nýggju tiltøkini eru nú
farin av bakkastokki
Havn: Fyrsta kvøldið í hesum
sambandi var sunnukvøldið 12.
august, sum varð skipað sum eitt
talkshow við verti og gestum.
Vertur hetta fyrsta kvøldið var
Petur Zachariasen og hevði hann
vitjan av trimum fólkum, sum
høvdu ymiskt upp á hjarta.
Hesi trý vóru Jóhannes Ólavs
son, Majbrith Jakobsen og Edith
Mørkøre.
Felagsnevnari teirra var út
frá heitinum á møtinum, at tey
høvdu ikki grivið sína talent niður.
Tey høvdu tvørturímóti valt at
brúka hesa í arbeiðinum at boða
gleðiboðskapin út á ymiskan hátt.
Rættiliga nógv fólk vóru á
hesum møtinum. Og vit eru samd
um, at tað eydnaðist sera væl,
sigur samkomuleiðarin, Dánjal á
Dul Jacobsen.
Til eitt slíkt talkshow hoyrir
sjálvandi eisini tónleikur, og
hesum innslagnum stóðu
Majken Háberg Hansen, Eyðun
Johannesen og Stella Zacha
riassen og onnur fyri.
Sangur og
kvøldmáltíð
Næstseinasta sunnukvøld var
aftur eitt spennandi tiltak á
skránni. Tá var hildin ein pall
borðsfundur, har mentamála
ráðharrin, Jógvan á Lakjuni,
Eyðstein Borgardal frá Youth
With á Mission og Dánjal á Dul
Jacobsen úr Evangeliihúsinum
tóku lut.
Her fingu áhoyrararnir møgu
leika at seta teimum trimum
spurningar út frá dagsins evni,
sum var kristindómur og mentan.
Á skránni hetta kvøldið var
eisini sangur, har Theodor
Petersen og Jógvan á Lakjuni
sungu tveir sangir saman sum
ein endi uppá hetta væleydnaða
kvøldið.
Seinasta sunnukvøld var eitt
fjølbroytt sangkvøld á skránni,
og nú sunnukvøldið verður møti
har tosað verður um Kvøldmáltíð
Harrans. Eftir hetta møtið verður
ein nátturðabiti við føroyskum
viðskera.
Øðrvísi møtir
í samkomuni
Petur Zachariasen var vertur og hevði fleiri gestir í “studio”. (Mynd: gospel.fo)