fríggjadagur 31. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 168 - 31. august 2007
Hákun Steingrímsson
er umboðsmaður hjá
íslendska bankanum
Landsbanki, ið telist
millum teir tríggjar
stóru bankarnar í
Íslandi. Teir hava
fyri ári síðani víðkað
heimamarknaðin
til eisini at umfata
Føroyar, og hava
nú lutfalsliga fáar,
men stórar kundar í
landinum
BANKAVIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Hví tað júst var eg, sum
fekk bjóðað at gerast um-
boðsmaður Landsbankans í
Føroyum veit eg ikki. Tað
mást tú spyrja onnur um.
Soleiðis svarar Hákun
Steingrímsson, tá vit spyrja
hann, um tað er hansara
kunnleiki til føroysku reiða-
ríini sum hevur gjørt, at tað
bleiv hann, ið fekk starv hjá
íslendska bankanum.
Sum kunnugt hevði Hák-
un Steingrímsson verið leið-
ari á sjóvinnudeildini hjá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar, og má tí roknast at
hava gott samband við før-
oysku reiðaríini.
Ikki tí. Landsbankin fæst
við annað enn at fíggja virk-
semi, ið er tengt at sjónum,
men tað er fyrst og fremst
sjóvinnudeildin hjá banka-
num, sum víðkar sítt virk-
semi til Føroya.
Landsbankin hevði eitt
ávíst virksemi í Føroyum
framman undan, men tað
var serliga avbjóðingin í
sambandi við ætlaðu privati-
seringarnar sum gjørdu, at
íslendski bankin valdi at
koma sterkari inn á før-
oyska marknaðin fyri ári
síðani.
- Tað var serliga »Corpo-
rate
Finans«-deildin,
ið
ynskti at sleppa inn á mark-
naðin í sambandi við at
gera prospektir og annað í
sambandi við privatisering-
arnar, men tað bleiv ikki so
nógv av tí, tá til stykkis
kom. Men eisini í sambandi
við Corporate Banking, tað
vil siga tá tað kom til at
lána pening í hesum sam-
bandi, var áhugi frá ís-
lendskari síðu, sigur Hákun
Steingrímsson.
Tað er nú gott og væl eitt
ár síðani, at hann tók við
starvinum sum umboðsmað-
ur hjá Landsbankanum í
Føroyum, og hann er væl
nøgdur við gongdina higar-
til.
- Bankin leggur seg ser-
liga eftir stórum kundum,
omanfyri 10 milliónir helst.
Tað er dýrt at flyta pening
millum lond, og tí má upp-
hæddin vera av einari ávís-
ari stødd, fyri at tað skal
løna seg, sigur Hákun Stein-
grímsson.
Stert ella kvotur
Tá Hákun fyri góðum ári
síðani varð settur í starv hjá
Landsbankanum, var tað
nógv, sum hann mátti seta
seg inn í.
- Eg eri jú ikki bankamað-
ur av professión, so tað var
ein rúgva at seta seg inn í.
Ikki tí, eg havi ikki møtt so
øgiliga mongum banka-
monnum i mínum arbeiði.
Hinvegin kendi eg jú mark-
naðin fyri ein stóran part
framman undan, sigur Hák-
un Steingrímsson.
Tað er fyrst og fremst tað,
sum hevur við sjógvin at
gera, sum Landsbankin er
áhugaður í her á landi, men
áhugi er fyri størri vinnu-
fyritøkum í síni heild.
- Bankin er áhugaður í
øllum størri fyritøkum, men
serliga teimum, sum hava
við sjógvin at gera. Mann
kann siga tað soleiðis, at er
talan um stert ella kvotur,
eru vit beinanvegin klárir,
sigur Hákun Steingríms-
son.
Tað er kortini ikki soleið-
is, at Landsbankin er í
»heads-on« kapping við
aðrar peningastovnar alla
tíðina.
- Tað kann eisini verða
so, at tað eru uppgávur,
sum aðrir peningastovnar
ikki vilja taka upp á seg
einsamallir, og tá kunnu vit
so koma inn í myndina, sig-
ur Hákun Steingrímsson.
Men fyrst og fremst er
tað altso skip og virkir, ið
hava við sjógvin at gera,
sum umboðsmaðurin hjá
Landsbankanum í Føroyum
tekur sær mest av.
Stór útlán
Deildin í Føroyum er ikki
ætlað at verða ein rættilig
bankadeild, men heldur ein
umboðsskrivstova.
- Eg skal bara taka mær
av samskiftinum við kundar-
nar, so tað er ikki neyðugt
við fleiri fólkum á skrivstov-
uni. Eg seti meg í samband
við kundar, ella teir seta seg
í samband við meg, og síð-
ani geri eg eina innstilling
til leiðsluna í Íslandi. Í hes-
um elektronisku tíðum ber
jú næstan alt til, sjálvt um
fjarstøðan er stór, sigur Hák-
un Steingrímsson.
Hann sigur, at hann í so
máta dúvar nógv meiri upp
á íslendska baklandið, enn
hann annars hevði gjørt,
um tað hevði verið ein rætti-
lig undirdeild í Føroyum.
Annars heldur Hákun
Steingrímsson
ikki,
at
Landsbankin er áhugaður í
at uppkeypa hálvalmennu
føroysku feløgini, ið eru
ella standa fyri at verða pri-
vatiserað.
- Mær vitandi hevur
Landsbankin ikki keypt
partabrøv í Føroya Banka
ella Eik, og eg kenni ikki
nakað til, at áhugi skuldi
verið at keypt partabrøv í
Føroya Tele ella Atlantsflog,
tá tey verða partvís privati-
serað. Men at teir kunnu
hava fíggjað onkran, sum
hevur ella ætlar at keypa
partabrøv, tað kann sjálv-
andi væl vera, sigur Hákun
Steingrímsson.
Hann er annars væl nøgd-
ur við gongdina hjá umboðs-
stovuni higartil. Landsbank-
in hevur fingið nakrar kund-
ar aftrat seinasta árið, og
hóast talið á kundunum er
lutfalsliga lítið, er talan um
rættiliga stórar upphæddir.
- Jú, eg haldi at tað er á
einari leið. Vit hava nakrar
hundrað milliónir í umfari í
Føroyum, og tað meta vit
vera nøktandi eftir tíðini,
vit hava virkað á føroyska
marknaðinum, sigur Hákun
Steingrímsson.
Nakrar
hundrað
millionir
í umfari
Hákun Steingrímsson er væl
nøgdur við gongdina higartil.
Landsbankin hevur havt
umboðskrivstovu á føroyska
marknaðinum í eitt gott
ár nú, og teir hava nakrar
hundrað milliónir krónur í
umfari í Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
Íslendski Landsbankin heldur til í Nólsoyarstovu