fríggjadagur 31. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 168 - 31. august 2007
TÍÐINDI
BYGDARLÍV
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Svínoy: - Hetta var ein
óførur dagur í dag. Veðrið
er av tí fagrasta, og so fái
eg so fínar gestir á gátt í
morgun, sigur Hanna, her
hon stákast í køkinum
heima við hús.
Hetta er ein serligur
dagur, hesin mánadagurin í
hesi vikuni. Í dag skal
Hanna og bygdarfólk henn-
ara avgera, um kommunan
skal leggja saman við
Klaksvík ella ikki.
Við Másanum eru eisini
umboð fyri tíðinda tænast-
una og tvey umboð fyri
Lands verk. Og hesi koma
øll inn á gátt hjá Honnu
henda fyrrapartin til ein
góðan kaffimunn.
Til høvið hevur hon bílagt
sær rundstykkir frá bak-
arí’inum hjá Jórun í Klaks-
vík, og komu hesi út við
somu rutu sum gestirnir.
Blíðskapurin er óførur í
heiminum hjá Honnu og
Eyðuni, og tað er týðiligt at
merkja, at her skulu tey
vitjandi føla seg væl.
- Eg havi frí frá arbeiði
mínum beint nú. Og tá eg
eri her úti, takist eg við alt
tað, sum hoyrir einum
heimi til.
- Okkum báðum dáma
sera væl heimabakað breyð,
so tað geri eg eisini nógv
av, tá eg eri her úti, sigur 58
ára gamla Hanna Jacobsen.
Langur vegur
til arbeiðis
Ofta verður tosað um fjar-
støðuna millum heim og
arbeiðspláss, og hvussu
neyð ugt tað er at henda er
so stutt sum gjørlig.
Nógv fólk av bygd og
sum arbeiða í Suður strey-
moy, vita alt um henda týd n-
ing. Og tað ger Hanna eisini
– hóast hennara vegur til
arbeiðsplássið í Gøtu fer
fram bæði yvir sjógv, yvir
land og undir sjógv.
Hon fer av bygdini við
Másanum til Hvannasund,
og haðani frá koyrandi til
Gøtu umvegis Norðoya-
tunnilin.
- Men lat meg bara siga,
at tað hevði als ikki borið
til at arbeitt har, um vit ikki
høvdu eini minni hús í
Klaks vík, slær Hanna fast.
Við ferðaætlanini sum nú
er, ber ikki til hjá henni at
fara til arbeiðis um morgun-
in og verða heima aftur um
kvøldið.
Føla húsini sum
eitt heim
Skipanin við arbeiðinum
hjá Honnu er soleiðis, at
hon til dømis kann arbeiða
í fimm dagar, meðan hon
síðani hevur frí í seks teir
næstu.
Sjálv er hon sera væl
nøgd við hesa skipanina,
men at skula arbeiða í Gøtu,
búgva ein part av tíðini í
Klaksvík og ein part av
tíðini í heimbygdini Svínoy,
var ein heldur óvanlig støða
fyri Honnu.
- Satt at siga, var tað eitt
sindur merkiligt í fyrstuni.
Eg voyt ikki, man má líka-
sum hava eitt einstakt stað
at búgva í.
- Eg dugdi líkasum ikki
at føla húsini í Klaksvík
sum eitt heim, tí eg bara
hevði búð her úti í Svínoy.
Men tað eri eg komin yvir
nú, so nú føli eg meg eisini
heima í Klaksvík, slær hon
fast.
Ikki fyri mína skyld!
Í
samband
við
ætlaðu
saman leggingina av Klaks-
víkar og Svínoyar komm-
unu, hevur tosið um eitt
sambýli fyri eldri verið upp
á tal í Svínoy.
Men fyri Honnu var hetta
Býr í Svínoy og arbeiðir
Tá Hanna Jacobsen
fer til arbeiðis er
talan um ein rættiliga
langan veg at fara.
Hóast langa vegin úr
Svínoy til sambýlið í
Gøtu, trívist hon væl í
arbeiði sínum og væl í
heimbygdini
”
Hví fert tú
ikki í skúla?!,
spurdi hann
meg beinleiðis
Hóast handil er í bygdini,
er gott at ein kann bíleggja
ymiskt aðrastaðni frá. Regin er
júst komin við millum annað
rundstykkjum til Honni
Mynd: Høgni Thomsen