fríggjadagur 31. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 31. august 2007
27
TÍÐINDI
ikki ein orsøk til at hon fór
á heilsuskúlan í Suðuroy.
Ella øvugt.
Tað er helst so, sum
Hanna málber seg við ein-
um brosi: - Teir fara neyvan
at gera eitt sambýli her úti,
bara tí eg havi fingið mær
eina útbúgving!
Um hetta ein dag gerst
veruleiki, er ikki óhugsandi
at Hanna fer at søkja um
arbeiði.
- Men hinvegin, so mær
dámar sera væl í Gøtu, tað
vil eg siga. Har er góð
leiðsla, góð starvsfólk og
fitt búfólk.
- Haraftrat er húsið bæði
gott og arbeiðsligt, sigur
hon.
At Hanna yvirhøvur
kom so langt sum
at fáa sær arbeiði á
eldrasambýlinum
í Gøtu, kann hon
takka manni sínum
og Heilsuskúlanum í
Suðuroy fyri
SKÚLAGONGD
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
- Ja, hvussu eg endaði har
á gamalsaldri, - tað hevur
eis ini sína søgu, greiðir
Hanna brosandi frá.
Hon og maðurin vóru
vorð in einsamøll í húsi, tí
allar døturnar vóru farnar
av bygdini. Og henda eina
dagin
spyr
maðurin,
Eyðun hana um, hvat hon
ætlaði sær.
- Hví fert tú ikki í
skúla?!, spurdi hann meg
beinleiðis.
Hetta kom sera óvart á
Honnu: - Eg? Meinar tú
við meg? Skal eg kanska
fara í studentaskúla ella
hvat?, var fyrsta hugsanin
hjá mær.
- Nei, eg hugsi um
heilsu skúlan á Tvøroyri,
svar aði maðurin aftur.
Hon søkti eitt árið, men
slapp ikki inn beinanvegin,
tí henni vantaði ymiskar
lærugreinar.
Lestrarvegleiðarin
á
skúla num bað hana fáa
sær eitt sindur meiri av
føroy skum á HF-skeiðnum
í Klaksvík.
- Hetta kláraði eg, og
fekk enntá eitt sera pent
um mæli frá teimum, sum
eg so sendi saman við
umsóknini.
- Og mín sann um ta
ikki eydnaðist mær at
koma inn aðru ferð eg
søkti, sigur hon brosandi.
Ikki smæðin
Hanna
byrjaði
so
at
fyrireika seg til at byrja
skúla gongd ina. Eitt var
tann langi veg ur in millum
heimið og skúlan.
Tann størra avbjóðing
henn ara mundi kortini
vera, at hon var komin
nakað til árs. Í dag er hon
58 ára gomul.
Nógvir spurningar fóru
gjøgnum høvd hennara,
nú hon aftur skuldi seta
seg á skúlabonk.
- Tja, eg hevði ikki
gingið í skúla tey seinastu
40 árini, og eg var spent
uppá, um eg yvirhøvur fór
at klára at fylgja við í
undirvísingini.
- Men eg hugsaði, at eg
kundi so altíð fara suður.
So hevði man í øllum
førum roynt tað!, sigur
hon við einum brosi.
Hinvegin kundi hon
skjótt staðfesta, at munur
var á pedagogikkinum í
dag og tá hon gekk í skúla
– tann positiva vegin!
- Fyrr var tað so, at kom
ein smæðin næmingur í
skúla úr eini lítlari bygd,
ja, so slapp hesin at sita
smæðin. Tað bleiv ofta so,
at tey sum vóru von at
taka orðið, tey høvdu
orðið.
- Nú er tað øðrvísi. Um
tú einki sigur, sleppur tú
ikki tað, tí tú verður drigin
við í prátið. Tú skalt siga
nakað, og tað haldi eg er
øgiliga gott, sigur hon.
r í Gøtu
Aftur á skúlabonk
40 ár seinni
- Tað tók sína tíð at venja seg við at hava eitt heim eisini í Klaksvík, sigur Hanna
Mynd: Høgni Thomsen
Fyrr var tað so, at kom ein smæðin
næmingur í skúla úr eini lítlari
bygd, ja, so slapp hesin at sita
smæðin
”
”
Teir fara neyvan
at gera eitt
sambýli her úti,
bara tí eg havi
fingið mær eina
útbúgving!