fríggjadagur 31. august 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 168 - 31. august 2007
Síðani 1. august
hevur tann 31 ára
gamli Finnur Eldevig
arbeitt sum lækni
á heilivágdeildini á
Dronning Ingrids
Hospital í Nuuk
grønland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Finnur er fuglfirðingur ella
rættari sagt hálvur. Pápin er
úr
Fuglafirði,
mamman
grønlendsk. Finnur sleit sín
ar fyrstu barnaskógvar í
brekkunum
í
Fugafirði,
men tá hann var tíggju ára
gamal, gjørdu foreldrini av
at flyta til Grønlands, har
tey búsettu seg í Sisimiut
(fyrr Holsteinsborg). Har
vaks Finnur so upp saman
við hinum systkinunum.
Í 1999 gjørdi Finnur av at
fara til Danmarkar at læra
til lækna á lærda háskúla
num í Århus. Í frítíðini
spældi hann fótbólt og tók
lut í ymsum øðrum frítíðar
virksemi, og hann hevði eis
ini gagn av tí góða sosiala
netverkinum millum grøn
lendingar í býnum. Har var
hann ofta saman við øðrum
grønlendingum í Det Grøn
landske Hus.
Tað eru eisini nógvir før
oyingar í Århus. Komst tú
ikki saman við teimum?
Jú, eg hevði samband
við føroyingar í Århus, men
eg var so mikið ungur, tá
vit fluttu og havi bara verið
nakrar ferðir í Føroyum síð
ani, so eg kendi meg tættari
knýttan at grønlendingunum
og hevði eisini lættari við at
tosa við teir um dagsins við
urskifti, sigur Finnur Elde
vig.
Gott arbeiðspláss
Í løtuni eru 22 grønlendingar
í Dannmark og læra til
lækna, og herfyri visti
útvarpið í Nuuk at siga, at
allir ætla sær aftur til Grøn
lands, tá útbúgvingin á
lærda háskúlanum er liðug.
Finnur Eldevig ásannar,
at áhugin fyri at fara aftur
til Grønlands er stórur mill
um teirra, sum læra til
lækna í Danmark, og sjálvur
heldur hann, at hetta millum
annað kenst av tí góða sam
bandinum, sum er millum
lesandi grønlendingar í Dan
mark. Hjá teimum, sum
læra til lækna, hevur tað
eisini týdning, at Dronning
Ingrids Hospital hevur gott
orð á sær og er kent fyri sítt
góða arbeiðsumhvørvi, og
tað er serliga umráðandi hjá
teimum, sum hava børn,
sigur hann.
Dronning Ingrids Hospi
tal í Nuuk er nógv tað
størsta í Grønlandi og kann
samanberast við Lands
sjúkrahúsið í Havn. Har
arbeiða millum 40 og 45
læknar, og karmarnir eru
góðir. Finnur Eldevig held
ur, at sum lækni á sjúkra
húsinum í Nuuk hevur hann
eitt breiðari arbeiðsøki enn
hansara starvsfelagar í Dan
mark og aðrastaðni.
Í Danmark kanst tú
koma at arbeiða í eitt hálvt
ár á einari serdeild, sum
bara hevur fólk við nýra
sjúkum. Men her sleppi eg
at royna ymiskt, sum mínir
donsku starvsfelagar ikki
fáa høvi til, og tað gevur
mær eina breiðari útbúgv
ing, sum eg kann brúka her
í Grønlandi.
Grønland heimlandið
Sjálvur hevur hann avtalu
við sjúkrahúsið í hálvt ann
að ár. Ta fyrstu tíðina skal
hann arbeiðs á heilivág
deildini, og haðani fer hann
á skurðdeildina. Ætlanin er
at halda fram á sjúkrahúsi
num í Nuuk nøkur ár eftir
tað. Men hann verður neyv
an verandi í Nuuk og kundi
heldur hugsað sær at arbeitt
onkra aðrastaðni um nøkur
ár.
Hvat við Føroyum?
Jú, eg kundi væl hugsað
mær at flutt til Føroya eina
ferð seinni og arbeitt har
eitt tíðarskeið, men tað verð
ur so ikki, fyrr enn børnini
eru vaksin.
Hálvi fuglfirðingurin dyl
ur ikki fyri, at hóast hann
hevur verið í Danmark í
fleiri ár, so er Grønland
heimlandið.
Grønland er framvegis
mítt heim, og her skulu okk
ara børn veksa upp, sigur
Finnur Eldevig.
Inuugujoq, Finnurmik ateqarpunga
Anaana og Finnur eiga trý børn, og tey skulu veksa upp í Grønlandi
-Eg var so ungur, tá eg flutti úr Føroyum, at tað var lættari at
samskifta við grønlendingarnar í Århus
Dronning Ingrids Hospital
í Nuuk