fríggjadagur 31. august 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 168 - 31. august 2007
tíðindi
Vit mugu standa saman
Gott kvøld Sørvingar!
Góðu stevnugestir!
Ja, so var tíð aftur hjá Sørvágs
bygd at verða vertur fyri Vestan
stevnuni, og eru vit komin saman
her í kvøld at avvikla eina av
siðunum á slíkari stevnu, nevni
liga midnáttarrøðuna. Higartil
hevur stevnan verið góð, lagið er
gott á fólki og veðrið, ið vanliga
er ein tann mest avgerðandi fak
torurin, hevur skikkað sær væl.
Skal fyri mítt viðkomandi siga,
at eg føli meg ikki sørt erpnan
av, at Sørvágur í ár hevur heitt á
ein av sínum tilflytarum um at
taka sær av hesum tátti. Takk fyri
tað!
Hetta verður eitt spennandi
vikuskifti fyri bygdina og okk
um, ið her búgva, gestirnar eisini
og ikki minst tey ungu, ið hava
glett seg so sera nógv til hetta
heilt serliga vikuskiftið í juli.
Ein lítil áheitan til tykkum
ungu: Vælsignaði farið væl um
tykkum sjálvi!
Stevnan er so sera lokal, tað
sæst aftur á teimun aktivitetum
og broytingum, ið hava verið her
hesar síðstu vikurnar. Her hevur
verið nokk at ríva í og hevur
hvør óviti um so er at hann er
farin um markið og er blivin 15,
havt úr at gera.
Tað er sum um bygdin er vakn
að úr einum dvala og ein nýggjur
andi er blástur innyvir hana!
Ein starvsfelagi koyrdi framvið
í gjár og helt, at Sørvágur luktaði
allur sum hann er av grønsápu!
Somuleiðis boðaði ein deiligur
deymur av asfalti í gjár frá, at nú
er Mýruvegurin klárur til nýtslu,
so stevnan er góð, eingin ivi um
tað!
Alt hettar er komið uppí lag
við einum felags taki, har stevnu
fyrireikarar, saman við kommun
uni, eiga tað dýrasta takið,
ímeðan vit harheima hava tikið
tað strævnasta takið, plenur
skulu sláast, og gamlar syndir
plettast, tað skal vaskast og tað,
ið ikki fór á nýggjársbálið, má
beinast burtur, so stevnan er ikki
bara bara!
Serliga æruvert er tiltakið, sum
kommunan hevur sett í verk og
hevur stuðlað, hetta at seta ung í
arbeiði.
Hervið geva tit ungdóminum
ein smakk av, hvat teimum er í
væntu herúti, eftir skúlan, og at
eitt gott arbeiði gevur eitt gott
lív. Teir flestu grundarsteinarnir
er givnir okkum, sum foreldur og
skúlanum at leggja, og nú við at
kommunan eisini leggur nakrar,
kann bert betra um úrslitið.
Hetta er eitt langt tørn og koma
vit at brúka tað mesta av okkara
tíð í vinnu, sjálvsagt, ikki øllum
er hettar unt.
Tað eru so nógvir faktorar,
sum kunnu snýkja seg inn í líkn
ingina og harvið broyta úrslitið.
Allar hesar faktorar kenna vit, vit
síggja teir, hoyra um teir, føla teir
og liva saman við teimum og
harvið verða vit øll rakt av
teimum so ella so, serliga, tá ið
vit búgva saman í lítlari bygd.
Tíðin upp undir sjálva stevn
una hevur eisini verið merkt av,
at nógv umtala serliga í fjøl
miðlunum hevur verið frammi
rundanum um Oynna, og serliga
bygdina.
Natúrøkini, ið av Guds hond
eru givin okkum, eru til fría
nýtslu, so her er bara at taka til
sín, um ein hevur hug til tess og
krydda við einum ótali av tilboð
um frá lokalum, ið hava nýtt
henda møguleikan at gera tað til
sín vinnuveg eisini, gera tað
totala upplivilsi stórt!
Bátatúrar út í Hólm, til Myki
nesar ella suðurum at vitja holur
nar, gongutúrar í fjøllunum,
kvøldtúrar, hestaríðing, tilboðini
eru nógv. Haldi sjálvur at Lake
side hjá Òlavi Poulsen er prikk
urin yvur iiið.
Ólavsøka á Oyrum og sand
holið, eru vælvardir dýrgripir her
vesturi, jú, vit, ið her búgva, eru
rík!
Kappróðurin, ið ikki er lív lag
að her vesturi, hevur verið tosað
nógv um, sjálvsagt, ein døpur
søga, men hinvegin, var sjálvur
partur av manningin á Bliki í
1984, tá ið vit fingu ein bát til
láns frá sørvingum. Báturin
kundi ikki brúkast, tí hann var so
skeivur, vóru boðini. Vit vunnu
Ólavsøkuróðurin tað árið, teir, ið
tóku við árið eftir gjørdust Før
oyameistarar, so Sørvágur hevur
hóast alt verið við til sólskins
søguna á Argjum, so haldið tit
bara við Argjabátinum, so følist
tað gott!
Fasta sambandið hevur verið
tikið uppá tungu, eitt evni, ið
hevur órógvað undirritaða sera
nógv,
Um hugsað verður um, hvat
ávirkan 65 millónir ár av isola
tión frá meginøkinum hava havt
á oynna, og hvat ávirkan hetta fór
at hava, nú oyggin gjørdist ein
partur av meginøkinum.
Tann 10. decembur 2001 gjørd
ist „tað“ sambandið veruleiki, at
skilja ella ikki, so gjørdist kom
promiðið, sum við so nógvun
øðrum í einum sokallaðum demo
kratii, at ein bummur varð settur
upp og er hann sum eitt dustkorn
í eyganum hjá onkrum av okk
um, men spennandi verður at
síggja tað veruliga virðið í hesi
verkætlan, tá ið hon opnar um
eini 57 ár, og tað gerst frítt at
ferðast undir Sundinum tá fara
fleiri við okkum at frøðast um
hetta megnar verk, og oyggin
saman við landium fer at fáa
fulla nýttu av hesi verkætlan.
Tað hevur verið tosað um at
fáa fleiri bein at standa á, og er
tað sera umráðandi hjá tykkum,
ið ráða fyri borgum, at tit gerast
tilvitandi um allar teir møguleik
ar, ið finnast soleiðis, at tær røttu
avgerðinar verða tiknar fyri, at
nýggir inntøkuvegir fáa góðan
gróðrarbotn frá tykkum.
Vit hava sum er gott vinnufólk
her, góðar snikkarar, góðar hand
verkarar, eina smiðju, ið ikki sær
út av nógvum, men sum leverar.
Ein timburhandil, eina fiski
vinnu, ið er um at fáa fótafestið
aftur, og ikki at gloyma: Vit hava
skjótasta, besta og villasta timbur
mann!
Hetta kann alt sýnast eitt sind
ur ørkymlandi í hesum døgum,
nú alt skal umsetast við parta
brøvum, har klædningar, slips og
markant brillustell seta dags
skránna, og har 42tumma flat
skermar sýna fram ekkolodds
myndir, ið verða teknaðar av
rictherskalagrafum, ið bein
leiðis avspegla smáar skjálvtar í
heimsbúskapinum, har ein maðk
ur í eini eplaveltu í Brasilia kann
fáa grafin at dýkka.
Hettar eru vinnuvegir, ið tían
verri ikki krevja uppbrotnar arm
ar og sveittabrot, sum vit vanliga
kenna sætt arbeiði, men ístaðin
nakrar sera spekulativar heilar,
sum duga at spáa um gongdina á
grafinum.
Tað verður spennandi at síggja
ella rættari sagt at hoyra, hvussu
nýggjar disiplinir fara at roynast,
tá ið tær í næstum skulu setast í
verk her, serliga í sambandi við
privateriseringina av okkara
altjóða flogfelag, tí nú skulu vit
og fyri Sørvág so gott sum øll
bygdin, praktisera tagnarskyldu í
sambandi við „insider vitan“.
Hvussu hettar kemur at rigga í
praksis verður sjón fyri søgn, tí
eitt er heilt víst, og tað er, at enn
er eingin ljósleiðari tøkur, ið
kann bera boðini so skjótt, sum
tá tú ert komin á gátt hjá PE!
Tá ið frasur verður nýttar sum
t.d hendan „vit mugu fáa kapping
á økið“, so kann hetta vera bein
leiðis tokutala.
Ein søga frá 60unum sigur frá
einum myntvaskaríi, sum varð
sett á stovn í Havn.
Hetta var slóðbrótandi fyri býin
og frøddist borgarin um tað, men
sum við revagarðunum á sinni, so
vórðu tvey onnur myntvaskarí sett
á stovn í somu gøtu, sama ár í
Havn, við tí úrsliti, at við ársenda
var einki vaskarí eftir!
Vit rista so øll á høvdinum,
men so ikki meira enn tað. Vit
kunnu velja at kalla hetta „ein
veikleika í mentan okkara“. Vit
hava her í Sørvági, um ikki tað
størsta, so nógv tað besta arbeiðs
plássið í landinum. So mikið stórt
er tað vorðið, at nú er tað minni
parturin av arbeiðsfólkunum, ið
drynjar, og sum Jack vildi sagt:
„Tað er bara so.“
Hetta arbeiðsplássið hevur stað
ið seg væl í kappingini við stórar
altjóða fyritøkur, og er í dag ein
stabilur aktørur á altjóða flog
vinnupallinum. At arbeiðsplássið
er kappingarført er eingin ivi um
eisini, tá ið kappingin kemur frá
støðum, har tú allarminst væntar
tað .....
Boðskapurin er, at ístaðin fyri
at dyrka aldargamla sundurlyndið
í okkum føroyingum, mugu vit
standa saman og styrkja okkum á
teimum økjum, har vit við tógvið
stríð eru vorðin sterk, og ikki
blindast av smálutum sum onga
ávirkan hava á ta stóru myndina.
Tí á tí stóru myndini sæst, at
kapping er nakað, ið gongur fyri
seg uttanfyri landoddarnar.
Um vit, sum eru so sera smá í
heimshøpi, skulu gera okkum
nakrar vónir um at at hóra undan,
má hesin hugburður fremjast.
Fari at enda hesa røðu við ein
um sitati frá einum írskum vin
manni, ið starvast í París. Hann
hevði møguleikan at vitja bygdina
ein novembur mánaða í nógvum
kava og vindi.
Eftir 5 daga steðg, tá ið vit vóru
ávegis til flogvøllin aftur, læt í
honum:
„ I would like to stay here for
another week, I do not want to go
back to Paris.“
Hetta sigur alt um okkara bygd,
okkara oyggj, og okkara land!
Eg fari at ynskja tykkum eina
framhaldandi góða stevnu, og til
tykkum ungu sjálvsagt er hetta
tíð til gaman, men álvari er í
øllum lívsins lutum, so ansið væl
eftir tykkum sjálvum, og kennið
ábyrgd fyri tykkara gerðum.
Takk fyri!
Vit prenta í dag røðuna,
sum William Smith helt á
Vestanstevnu í ár